hósdagur 21. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Uppskotið um Stjórnarskipan Før
oya eigur eftir øllum at døma ongan
góðan
Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at talan er
ikki um eitt samgongumál, og tað kennist á
øllum brøgdum, at hetta ikki er eitt mál, sum
hevur serliga høga raðfesting hjá løgmanni
– heldur ikki hjá samgonguni sum so.
Spurningurin er so, hví Løgtingið leggur so
nógvar kreftir í hetta uppskotið. Viljin er ikki
til staðar at gera nakað við tað, tí flokkarnir
á tingi – fyri ikki at tala um fólkini á tingi –
vilja slett yvir høvur ikki hava nakra semju
um málið.
Øll hava síni motiv. Afturhaldið kallar tað
loysingarskjal. Loysingarfólk halda tað vera
og veikt, um stjórnarskipanin skal vera undir
donsku grundlógini. Og hini, sum liggja har
ímillum, fáa líkasum einki burturúr.
Men tá vit hoyra politikarar tosa, so eru
øll so sára samd um, at sjálvsavgerðarrætt
urin er okkara. Eingin er so sannførdur, sum
sambandsfólk um hetta. Loysingarfólkini
ivast. Tey mugu ivast, tí um tey ikki ivast,
so eru tey ikki nóg sannførd um, at Føroyar
mugu loysa frá Danmark alt fyri eitt.
Vit hava sæð tað so ofta, at ósemja í Før
oyum órógvar nógv mál. Tað gav at bíta aftan
á fólkaatkvøðuna í 1946, eins og tað gjørdi,
tá fólk stríddust fyri undirvísingarmáli
num í 1920'unum. Danskt var skúlamálið, og
tað mátti ikki víkja fyri tí fátæka føroyska
málinum.
Fyri tey, sum ráddu fyri borgum í Dan
mark, tyktist hetta so løgið, at kenslumála
ráðfrúan Nina Bang, sum forrestin var fyrsta
kvinnuliga ráðfrú í heiminum, spurdi Løg
tingið, um tað ikki var skilabest, at lærarar í
føroyskum skúlum við føroyskum børnum
tosaðu føroyskt við børnini.
Men nei. Sambandsflokkurin vildi ikki og
feldi málið. Sambandsflokkurin óttaðist, at
føroyingar fóru at gerast býttir, um teir ikki
dugdu danskt og harvið kundu lesa bøkur.
Stríðið um stjórnarskipanina næstan
líka fávitskut. Grundlóg ella ikki grundlóg.
Ynska vit at gera okkara egnu reglur, so er at
gera tað. Ynskja vit at loysa, so er at gera tað.
Ynskja vit at varðveita sambandið, so gera
vit tað.
Tað býttasta er, at Løgtingið brúkar tíð og
milliónir upp á eitt mál, sum tey øll 33 vita, at
tey ikki fara at loysa, tí tey vilja ikki loysa tað
ella duga ikki at loysa tað. Gevist so heldur
og latið málið bíða, til búgvin fólk taka sæti
á tingi.
Umsíðir er bati at hóma hjá teimum, sum koyra
til Havnar um áttatíðina á morgni, nú ferðslulós
eru sett upp á horninum Eystari Ringvegur og
Hvítanesvegur í Havn.
Tað má ásannast, at leingi er tað, ið væl skal
vera, tí tað var longu fyrst í nítiárunum, tá ið
Kollafjarðartunnilin varð gjørdur, at avtala varð
gjørd við landsstýrið um, at landið skuldi gera
eina rundkoyring á vegamótinum.
Men einki er hent og nú eru tað fleiri ár
síðani, at býráðið sjálvt tók málið upp. Men
fleiri ár gingu, áðrenn semja fekst um, antin
ein rundkoyring skuldi gerast á vegamótinum,
ella um ferðsluljós skuldi setast upp. Men nú
varð so ein avgerð og býráðið samtykti at seta
ferðsluljós.
Talan verður um eitt teldustýrt ferðsluljós,
sum ikki er virkið tá ið ferðslan er lítil, men tað er
bara, tá ið nógv ferðsla
er, at tað lýsir.
Stjórnarskipanin tungur burður
Á veg í 20 ár
UMSÍÐIR FERÐSLULJÓS
Les eisini blaðið
á telefonini
Sjálvdráttur var
órættvísur
Siðsøga síða 26-27
Koyra undir
ólógligum
viðurskiftum
Síða 6-8
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Búnaðarstovan ætlar at taka ímóti
ull frá føroyskum bøndrum í juli og
nakað út í august. Tað staðfestur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í
búnaðarmálum.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokk
inum, hevur spurt hann, um Búnaðarstovan
fer at taka ímóti ull í ár, ella um hon aftur skal
brennast á báli, soleiðis sum støðan var í fjør.
Búnaðarstovan fervæntandi at boða frá
seinast í hesum mánaðinum, hvørjar treyt
irnar vera, men miðað verður eftir at skipa
fyri ullarmóttøkuáBúnaðarstovuni íKollafirði.
Høgni Hoydal sigur, at í fjør fór Búnaðar
stovan undir eitt miðvíst samstarv við Navia
á Toftum um eina menningarætlan við tí end
amáli at gagnnýta føroysku ullina. Hendan
menningarætlanin er núkomin sommikið
langt, at øll fyrsta floks ullin fráí fyrrárið, er
virkað til 100 prosent føroyskt tógv, og talan
er harafturat um sera gott tógv.
– Verri gongst at finna ein marknað fyri
fyri annan floks ullina, og í tí sambandi
er tørvur á serstakari fígging til tekniskar
royndir á royndarstovum uttanlands fyri
at fáa greiði á, hvørjar eginleikar hon hevur.
Sum frá líður vónar Búnaðarstovan finna
fígging til hesar royndirnar, tí fyri at finna
møguleikar fyr, hvat hon kann brúkast til, er
tað neyðugt at vita, hvørjar eginleikar hon
hevur, sigur Høgni Hoydal.
Í ár hevur Búnaðarstovan fingið 392.000
krónur til endamálið, men tey meta, at skal
tað eydnast at skipa eina vælskipaða ullar
móttøku, har dendur verður lagdur ádygd í
øllum liðum, verður neyðugt við eini játtan
upp á 700.000 krónur um árið í nøkur ár, til
ein fíggjarliga burðardyggur marknaður er
funnin fyri alla ullina.
Fara at taka ímóti ull
asdfsadf
22. JUNI 2018