Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Virkisleiðari til Marine Harvest Sóknast verður eftir virkisleiðara, nú Marine Harvest letur upp kryvjivirki á Strondum. marineharvest.fo Marine Harvest er heimsins størsti framleiðari av atlantslaksi. Í Føroyum tekur Marine Harvest laks úr trimum aliøkjum: Oyndarfjørður, Sandsvág og Sundalagið Norður. Nú letur Marine Harvest kryvjivirki upp á Strondum. Tí er tørvur á einum leiðara til virkið. Megnar tú at lyfta uppgávuna? Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2018 Tú tekur tær av dagliga rakstrinum á virkinum. Harumframt stendur tú fyri innkeypi, framleiðslu og avskiping. Tú tryggjar eisini, at virkið lýkur allar treytir frá myndugleikum og ynski frá keyparum. Arbeiðsumstøður Arbeiðsplássið hjá tær verður á Strondum, og vegasambandið er sera gott, nú Eysturoyartunnilin kemur upp – beint heiman fyri kryvjivirkið. Søludeildin hjá okkum verður eisini á Strondum, og tú verður við í samskiftinum og søluni av laksinum. Laksurin hjá Marine Harvest er góðkendur av Global Gap og ASC, ið eru felagsskapir, ið ganga á odda fyri burðardyggleika og umhvørvis­ vernd. Tí verður eisini nógv samskift við góðskudeildina. Tá ið framleitt og pakkað verður, verður reinførið á virkinum raðfest høgt. Góðskan á laksinum er av alstórum týdningi og skalt tú áhald­ andi menna virkið, soleiðis at góðskan á vøruni verður betri. Lønin verður ásett eftir avtalu. Tínir førleikar Vit sóknast eftir einum leiðara, ið leggur dent á starvsfólkatrivnað, reinføri, vørugóðsku, framleiðsluflóð og framleiðslukostnað. Vit væntað harumframt, at tú hevur útbúgving á nøktandi støði. Arbeiðsroyndir á tílíkum økjum eru ein fyrimunur. Og meðan arbeiðsroyndir eru ein fyri­ munur, er tað eitt krav, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva. Hetta er einki at bíða við Umsóknir skulu sendast til niclas@marineharvest.fo. Freistin at søkja er 5. juli 2018. Tú byrjar alt fyri eitt. Vilt tú vita meir, so set teg í samband við Niclas Niclasen, søluleiðara, á niclas@marineharvest.fo ella ring +298 79 10 03.