hósdagur 21. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
4
Vit grenja ofta í Føroyum og upprunaliga,
tá ið eg fór undir at skriva hesa klummuna,
so var ætlanin at hetta skal vera grenj frá
einum gomlum journalisti.
Tað er eisini nógv at grenja um, men
viðhvørt henda eisini ting í samfelagnum,
sum peika rætta vegin.
Í vikuni kunngjørdi Bakkafrost,
at fyritøkan fer undir at byggja eitt
biogassverk á Skarðshjalla í Havn.
Fyrst og fremst til at taka ímóti avlopi
frá alingini, so tað ikki dálkar firðirnar,
men eisini tí hetta kann brúkast og gera
nyttu í samfelagnum. Vit fáa bæði orku
og hita burturúr hesum.
Men eitt annað, sum vit eisini leggja
til merkis er, at hetta verður gjørt við
undirtøku frá bøndrunum í Føroyum,
Fjarhitafelagnum, SEV og Tórshavnar
kommunu.
Bara tað at so nógv semjast, og siga tað
alment , er stórt í Føroyum. Væl veit eg, at
tað er lættari at semjast, tá ið onkur annar
betalir, men allíkavæl.
Ája!
Kann ikki lata vera at tosa eitt sindur
um veðrið. Vit høvdu nakrar sera góðar
vikur í mei og fyrst í juni, men tað hava
vit so sanniliga fingið afturlønt.
Hesir seinastu dagarnir hava mint
okkum á, at Føroyar liggja á 62 stigum
norður og ikki nakra aðrastaðni.
At vit viðhvørt billa okkum inn, at
vit fáa eitt betri verðurlag er dreymar,
tí alt sum frøðingar hava sagt um veður
lagsbroytingar bendir á, at vit bara fáa
ógvusligari veður.
Og so er tað fótbólturin. HM hevur
yvirtikið sjónvarpsskýggjarnar og
mennirnir hava yvirtikið sofurnar og
lenistólarnar.
Sjálvandi eri eg millum teira, men
higartil hava eg ikki sæð so nógvar dystir.
Haldi meg tó kunna staðfesta, at heilt á
ovastu hill viðvíkandi fótbólti er tað
eisini vorðið soleiðis, at munurin millum
stóru fótbóltstjóðirnar og tær smærru er
minkaður niður í næstan onki.
Fyri okkum norðurlendingar, sum
halda við Íslandi, er hetta sera spennandi.
Vit sóu granntjóðina fyri vestan verja seg
einastandandi væl móti Argentina við
heimsins besta spælara á liðnum.
Og ein serligur dystur fyri íslendska
málmannin, tá ið hann bjargaði brots
sparki frá sjálvum Leonel Messi.
Danmark hevur vunnið ein dyst
og spælt ein javnan og sviar
hava vunnið ein, tá ið hesar
reglur verða skrivaðar.
Gongur tað ikki nóg
væl hjá norðurlendsku
liðunum, so noyðast
vit at halda við
Onglandi við teimum
leikarum, sum vit
helst kenna best.
Kanska koma teir
hesaferð eitt sindur
longri fram enn teir plaga.
Nakrar vikur eru eftir
enn.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
97% hava Spania sum favoritt móti
Iran í kvøld. Tað halda 807 føroyingar, sum
hava atkvøtt á Sona appini.
Taks hevur meldað flestu
bilasølurnar í landinum
til løgregluna fyri brot á
lógina um MVG.
Vælumtóku leikurnar
squishies eru sera
vandamiklar vísir ein
nýggj kanning
Bakkafrost fer at byggja
nýtt biogassvirkið á
Skarðshjalla
Hoyvíkingar fáa høli til
fimm kommunulæknar.
Tað hevur býráðið í
Havn samtykt.
Høgni Djurhuus er
settur sum varastjóri á
Landssjúkrahúsinum
Stormur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
nýggj pláss til barnaansing
koma nú í Havn
168
Mánadagin og týsdagin var ódnarveður kring
klettarnar við vindmátingum upp til 45 m/s.
Um orðið sigur Sprotin
1 nógvur vindur, stormur el. stormur í vindi sera
nógvur vindur, stormur; vindurin vaks til
storm; stormur kom á teir; (skaldsk.) stormarnir
leikaðu fríir yvir boðar, streingir og íður; ein
dagin, sum teir vóru úti á havi, kom herviligur
stormur av landnyrðingi á teir; alla náttina
var stormur av eystri; hvassur stormur; harður
stormur; sterkur stormur; frekur stormur; kolandi
stormur ódnarstormur; skræðandi stormur og
sjógangur, so lítið var siglandi; har var rúkandi
stormur undir landi
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At 21. juni
er longsti dagur,
altjóða yoga dagur
og altjóða selfie
dagur?
Sæð á Facebook:
Meksikanarnir hava uppbygd
ein múr og týskarnir betala
fyri hann.
Fríggjadagin verður gul til stívt
andøvsgul av vestri og útsynningi,
5 - 10 m/s. Mest skíggjað við regni,
men út á dagin verður klárari, tó
tað verða einstøk æl. Hitin alt
samdøgrið millum 9 og 12 stig.
5-10 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Leygardagin, tá ið Jóansøkan er,
sigur hann gul til stívt andøvsgul
av útsynningi, 5 - 10 m/s, sum
út á dagin veksur til 8 - 13 m/s.
Mest skíggjað við einstøkum
ælum, men um náttina fer at
regna. Hitin millum 9 og 12 stig.
Sunnudagin sigur hann andøvsgul
upp i ein strúk av útsynningi,
8 - 13 m/s. Mest skíggjað,
men yvirhøvur turt. Hitin alt
samdøgrið millum 9 og 13 stig.