Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 22 AB: Ikki við: Bjarni Skála (leikbann), Hørður Tórsson (økslin, 1 vikur), Absalon Eliasen (knæið, langtíðarskaddur og gevst), Mikkjal Hentze (leikbann, 4 gul) Ivasamur: Tóki á Lofti Við aftur: Bjarki Nielsen B36 Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótlið, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (ryggur, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fótlið) Odmar Færø (leikbann, 4 gul) Ivasamir: Bjarni Petersen (lærskaði), Hannes Agnarsson (lærskaði), Trygvi Askham EB/Streymur: Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard (Leikbann, ov nógv gul), Marni Djurhuus (Leikbann, ov nógv gul), Andras Olsen (Knæskaði), Oddur Á. Højgaard (Burturstaddur í lestrarørindum), Jóhannes Hansen (Knæskaði, langtíðarskaddur) HB: Ikki við: Sebastian Pingel (knæið) KÍ: Ikki við: Hákun Edmundsson (Lærkrikin, ógreitt hvussu leingi) Ivasamur: Ísak Simonsen Tað eru fimm greiðir favorittar undan 15. umfari í Betri deildini hjá monnum. Higartil hevur topp fimm tamarhald á botn fimm í innanhýsis uppgerðunum TRÓNDUR ARGE S einasta umfar fyri summ­ ar­steðgin í Betri deildini hjá monnum verður um viku­skiftið. Sum vanligt er, tá talan er um seinasta dyst fyri summarsteðgin, so verða teir spæld­ir fríggjadag ella leygardag. Hetta so at spælararnir fáa nakrar dagar eyka summarferiu. Fýra dyst­ir verða fríggjakvøldið, meðan und­antakið er jóansøkudysturin, har eitt styrkt heimalið tekur ímóti HB. AB-B36 Fríggjadagin klokkan 18 Dómari: Bjarki Danielsen Á Argjum verður grannauppgerð millum tvey lið, ið ikki halda at tey umseta nokk av møguleikum til mál. Argjamenn eru tað liðið, sum hevur skotið fæst mál í lands­kappingini higartil. Bara sjey ferð­ir hava argjamenn megnað at skorað. Liðið hevur trupulleikar í álop­ inum. Tá kappingarárið byrj­aði fekk liðið tilgongd av Ivan Kneze­ vic, sum er áleypari úr Mont­ enegro. Hann bleiv stutt seinni loystur úr sáttmálanum. Argja­ menn hava eisini verið í sam­ráð­ ing­um við Jón Krosslá Poulsen, men hann valdi 07 Vestur undan kapp­ingarbyrjan, og hevur nú valt Suðr­ingar. Í B36 iðra tey seg eisini um brendu málmøguleikarnar móti HB. Liðið spælir væl fram­eftir vøllinum og skapar mál­møgu­leik­ ar, men tað gongur verri at um­seta til mál. Hóast liðið skapar mál­ møgu­leikar, so hevur B36 ”bara” skotið 28 mál. Tað eru trý færri enn NSÍ, meðan HB og KÍ hava skotið ávikavist 27 og 26. Tað er í sær sjálvum ikki so galið, men tá hugt verður eftir verju­partinum, tá er stórur mun­ ur. HB og KÍ hava latið 10 og níggju mál færri inn. Tí kundi verið líkt nógvar mál­ møguleikar og lutfalsliga fá mál fríggja­dagin. B36 er framvegis favorittur at vinna, meðan argja­ menn skulu arbeiða hart fyri at halda lív í uppgerðini. Tølini tala fyri B36 SOSIALURIN TIPPAR 0-2 Skála-NSÍ: Fríggjadagin klokkan 18 Dómari: Petur Reinert Tað hevur valla verið eitt betri tíðs­punkt í ár at møta NSÍ. Teir eru uttan Einar Tróndagjógv, Pól Jóhannus Justinussen og Jó­han Troest Davidsen, sum allir sita uttanfyri við leikbanni, með­an Símun Rógvi Hansen er langtíðarskaddur. Klæmint A. Ol­ sen er nú ivasamur, so líkt er til at hann nærkast at kunna koma á vøllin, meðan Betuel Hansen somu­leiðis er ivasamur. Skála hevur Jákup Jakobsen við aftur, eftir at hann bleiv út­ víst­ur móti EB/Streymi, meðan Andri Benjaminsen er farin aftur til NSÍ, eftir at hava verið leigaður sein­astu mánaðirnar. Í fjør hevði Skála óvæntað takið á NSÍ, har teir vunnu tvær av trimum av grannauppgerðum. Í fyrstu uppgerðini í ár vann NSÍ tep­urt 1-0. Her er ein góður møguleiki fyri einum jøvnum dysti, har NSÍ á papp­ írinum nokk er favorittur, men Skála við sigrinum á AB kann bjóða upp til dans. SOSIALURIN TIPPAR 2-2 07 Vestur-Víkingur: Fríggjadagin klokkan 18.30 Dómari: Dagfinn Forná Víkingur er so smátt í gongd við at blanda seg upp í Evropa-stríðið aftur. Eftir sigrar á Suðringum og NSÍ á útivølli, so kann Víkingur við dystum móti 07 Vestur, AB, EB/Streymi og síðani Skála leggja trýst á liðini frammanfyri. Í løtuni tykist venjaraeffetkin at gera um seg í Gøtu og Leirvík. F l e s t u spælararnir eru tøkir, so Sig­fríður S. Clementsen kann velja millum allar spælararnar. Tað ger Víking til ein rímiliga stór­an favoritt móti botnliðnum, 07 Vestur. SOSIALURIN TIPPAR: 0-3 EB/Streymur-KÍ: Fríggjadagin klokkan 19 Dómari: Alex Troleis Eftir nøkur umfør við minni góð­um úrslitum, so hevur KÍ nú vunnið fýra dystir upp í slag. LIÐTÍÐINDINI: SEINASTA SPRELLIÐ FYRI SUMMARSTEÐGIN Upptakt 15. umfar: