hósdagur 21. juni 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
21
Hiti og orka til SEV og fjarhita
Nýggja biogassverkið fer at
veita hita til 400 húsarhald
og streym til 1900
ÁRNI GREGERSEN
E
itt av endamálunum við
at byggja eitt biogassverk
er at fáa nyttu úr ym
iskum, sum annars verður
roknað sum avfall í samfelagnum.
Soleiðis eisini í hesum føri, har
nýggja verkið á Skarðshjalla skal
lata hita til Fjarhitafelagið í Havn
og orku til SEV.
Verkið verður knýtt til SEV og
Fjarhitafelagið, so tað kann lata
hita og orku, sum fæst úr burt
urkastinum til bæði endamálini.
Avtala er undirskrivað og Suni
Jacobsen, formaður í nevndini í
Fjarhitafelag, sigur, at tá ið kaldast
er, fer felagið at keypa orku frá
nýggja verkinum.
-Vit rokna við, at kunna hita
eini 400 hús upp við hitanum av
Skarðhjalla. Tað vil siga, at í Havn
sleppa vit undan eini 400 skor
steinum afturat.
Hann sigur, at tey hava avtalað
við nýggja verkið, at prísurin tey
keypa hitan fyri, verður settur
eftir galdandi oljuprísum.
-Vit halda, at talan er um eina
góða avtalu, sum gagnar øllum
samfelagnum.
SEV
SEV fer eisini at keypa frá nýggja
verkinum. Mett verður, at talan
verður um orku og streym til 1900
húsarhald.
-Vit halda avgjørt, at hetta er
við at hjálpa okkum móti mál
inum um at gera Føroyar sjálv
berandi við orku á landi í 2030,
sigur John Zakariassen, stýris
formaður í SEV
Umframt at orka og hiti verður
gagnnýtt á ein burðardyggan
hátt, so hevu rverkið eisini aðrar
fyrimunir.
Úr teimum umleið 50.000 tons
um av mykju og avfalli úr laksa
vinnuni, fara at fáast 2,3 milljónir
rúmmetrar av gass.
Verkið fer eisini at hava við
sær, at útlátið hjá alivinnuni fer at
vera 11.000 tons minni enn annars
og harafturat fáa bøndurnir um
40.000 tons av góðum og virðis
miklum tøðum til føroyska land
búnaðin.
Samanrenningin millum
mykju og aling gevur tøð
Føroysku bøndurnir fáa
stóra nyttu av nýggja
biogassverkinum, sum
verður bygt á Skarðshjalla
ÁRNI GREGERSEN
A
t arbeiða burðardygt
við øllum sum skal
seljast, hevur roisa
stóran týdning í dag.
Keyparar og íleggjarar vísa alla
tíðina á, hvussu nógv tað hevur at
siga fyri tey at burðardygd verður
sett í hásæti í vinnulívinum.
Hettta vita føroysku alifyri
tøkurnar væl og tí verður arbeitt
við at gera alt so burðardygt, sum
tilber.
Bakkafrost byggir eina stóra
smoltstøð við Strond. Fyrstu rogn
ini fóru inn í gjár. Bakkafrost veit,
at nýggi framleiðsluhátturin við
alingini av nógv størri smolt fer
at hava nógv meira avfall við sær.
Og tá ið fyritøkan hevur sett
sær fyri ikki at dálka firðirnar og
í hesum føri Haraldsund meira, so
er neyðgt at finna eina loysn.
Úrslitið er biogassverkið, sum
verður bygt á Skarðshjalla. Hetta
fer at gagna Bakkafrost, men so
sanniliga eisini føroysku bøndr
unum, sum fara at lata mykju til
verkið.
Gomul ætlan
Siggert Paurson, bóndi og formað
ur í Bóndafelagnum, hevur longu
gjøt avtalu við nýggja verkið um
at lata mykju til verkið.
Bøndurnir fáa ikki pening fyri
mykjuna, men afturfyri fáa teir
“avgassað” tøð aftur, sum hava
nógv hægri virði enn mykjan ann
ars hevur.
-Ein annar fyrimunur er, at tá ið
vit fáa tøðini aftur, so eru tey ríkað
við tí, sum kemur úr havinum og
tað ger tøðini munandi meira verd,
sigur Siggert Paturson.
Hann hevur fyri fáum árum
síðani bygt fjós og longu tá tók
hann hædd fyi, at køsturin varð
bygdur soleiðis, at tað ber til hjá
bilum at koma eftir mykjuni.
-So longu í januar 2020 eeru
vit tilreiðar at senda mykjuna til
nýggja verkið, sigur hann.
Hann greiðir annars frá, at tal
an er um ein gamlan tanka í land
búnaðinum um at fáa nakað úr
mykjuni. Fleiri ætlanir hava verið
á borðinum, men alla tíðina er tað
steðgað, tí ov lítil kapitalur hevur
verið til at byrja eina verkætlan.
-Tí eru vit ógvuliga takksamir
fyri, at Bakkafrost nú tekur stig til
verkið. Hetta verður til gang fyri
okkum øll, segði Siggert Paturson.
Nýggj verkið verður bygt og
gjørt soleiðis, at tað als ikki fer
at lukta. Heldur ikki tøðini, sum
koma útaftur lukta, Tað vil siga,
at tá ið tøðini verða løgd út í bø
og haga, so fara tey heldur ikki at
lukta.
Millum fólk í landbúnaðinum
verður eisini mett, at vit hesum
slag av tøðum fer eisini at bera til
at menna føroyska landbúnaðin.
Tað fer at bera til at velta grønmeti
og annað og tað fer at bera til at
taða hagan betur, so meira bit
verður til kríatúrini.
-Samanumtikið haldi eg, at
hetta er ein verkætlan, sum kann
vera við til at flyta okkum fram á
leið, sigur Siggert Paturson.
AVGASSAÐI TØð
40-45.000 TONS
velja at keypa vørur, sum eru fram
leiddar burðardygt. Hetta er ein
treyt hjá hesum brúkarum.
-Vit vita væl, at so er, so vit mugu
eisini hava hetta við í okkara ætl
anum fyri framtíðina, sigur Regin
Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Ein partur av heusm er, at
smolt ald á landi verða alt størri.
Tað ger eisini, at skarn og annað
frá smoltframleiðsluni veksur til
risastórar mongdir.
Bakkafrost byggir eina risastóra
smoltstøð við Strond og har verða
smoltini rættuliga stór.
-Vit hava sett okkum fyri, at
sjálvt um vit framleiða størri
smolt, so skulu vit ikki dálka verri
– heldur tvørtur ímóti, sigur Regin
Jacobsen.
Nýggja biogassverkið er ein
liður í hesum arbeiðnum, tí í staðin
fyri, at skarn og avlopsfóður fer út í
Haraldssund, so verður tað savnað
saman og so koyrt til biogassverkið
á Skarðshjalla, har tað verður
umgjørt til orku og hita.
-Vit eru eisini sera fedgin um
tað samstarv vit hava fingið í lag,
bæði við SEV og Fjarhitafelagið,
men vit eru ikki minni fegin um,
at vit eisini hava fingið gjørt eina
avtalu við landbúnaðin, sigur Reg
in Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at tey tøð,
sum koma frá biogassverkinum
fáa hægri virði enn sjálv mykjan
hevur.
-Vit hava hugt eftir fleiri slíkum
verkum og tað vísir seg, at tey als
ikki lukta. Tað fer nýggja verkið
heldur ikki at gera, sigur hann.
I
HJALLA
Suni Jacobsen formaður í Fjarhitafelagnum, segði, at hetta
fer at gera at vit sleppa av við 400 skorsteinar í Havn.
Siggert Paturson, bóndi og formaður í bóndafelagnum,
hevur longu gjørt avtalu um at lata verkinum mykju.