hósdagur 21. juni 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
20
BIOGASS
Eitt dóttirfelag hjá Bakkafrost fer at byggja verkið, sum skal
vera klárt at taka ímóti rávøru um 18 mánaðir
ÁRNI GREGERSEN
Í
mong ár hevur tos verið mill
um manna um at byggja eitt
biogassverk í Føroyum.
Millum bøndur og onnur
við tilknýti til landbúnaðin byrjaði
hetta tos longu í seksti-árunum,
men ongantíð gjørdist ætlanin
til veruleika. Serliga Jákup Ejdes
gaard, bóndi á Eiði, arbeiddi nógv
við hugskotinum.
Men nú er vend komin í.
Ein samanrenning millum land
búnaðin og alingina hevur fingið
alirisan Bakkafrost til at seta á
stovn eitt dóttirfelag, har sum
einasta endamál er at byggja eitt
biogassverk.
Bakkafrost og dóttirfelagið bera
kostnaðin av at byggja verkið, sum
verður mett at kosta millum 50 og
80 milljónir krónur.
Verkætlanin er komin so langt á
leið, at verkið, sum verður staðsett
á Skarðshjalla norðanfyri Tórs
havn, skal taka ímóti rávøru longu
1.januar 2020.
Samanrenningin millum land
búnaðin og alingina er ikki einasta
samstarvið í verkætlanini.
Bakkafrost hevur eisini gjørt
avtalu við SEV og Fjarhitavfelagið
í Havn, um at hesi keypa orku og
hita frá biogassverkinum, tá ið tað
fer í gongd.
Alíngin
Alingin í Føroyum hevur av álvara
tikið dyk á seg seinastu árini.
Bakkafrost er størsta alifelagið,
sum eisini er skrásett á Oslo Børs.
Tað vil siga, at sjálvt um leiðslan
og partur av eigarahópinum er
í Føroyum, so eru tað íleggjarar
kring allan heimin, sum eiga parta
brøv í felagnum.
Laksurin verður eisini seldur
á heimsmarknaðinum. Har er tað
eisini rákið hjá brúkarunum, sum
ávirkar, hvat fólk vilja keypa.
Rákið hevur seinastu árini verið,
at brúkarin í vesturheiminum
leggur stóran dent á, at tann vøra,
tey keypa, er framleidd burðardygt.
Seinastu kanningar millum
brúkarar vísa eisini, at 60 prosent
BIOGASS VERK
Í TØLUM
FJARHITI
400
HÚSARHALD
ÁRLIGA UML.
2.3 MIÓ. M3 GASS
EL1.900
HÚSARHALD
CO2 SPARING
11.000 TONS
LÍVRUNNIÐ BURTURKAST
40-50.000 TONS
MYKJA FRÁ
NEYTUM
LÍVFRØÐILIGT
BURTURKAST
FRÁ ALINGINI
BURTURKAST FRÁ
SMÁLTSTØÐUM
BIOGASS
ORKUSKIPAN
BIOGASS
GASSMOTORUR
M
EL
FJARHITI
TØÐ
MYKJA FRÁ
NEYTUM
LÍVFRØÐILIGT
BURTURKAST
FRÁ ALINGINI
BURTURKAST FRÁ
SMÁLTSTØÐUM
BIOGASSVERK BYGGJAST FYRI
50-80 MILLJÓNIR Á SKARÐSH
Regin Jacobsen, stjóri, legði
verkætlanina almednt fram.
Bakkafrost fíggjr alt verkið.