Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 19 OYSKA SUMMARIÐ 30. juni Voxbotn Leygardagin 30. juni verður aftur skipað fyri Voxbotn niðri í Vágsbotni í Havn, har bæði útlendsk og føroysk nøvn fara á pall frá klokkan 15.00 til klokkan 03.00. Nógvur livandi tónleikur verður á skránni umframt bryggjudansur og spæliland við hoppiborgum og øðrum til børnini. Grill-, mat- og øltelt við sitiplássum verða sett upp og har verður hugni við útigrill, café, tónleiki og undirhaldi allan dagin og langt út á náttina. 7. juli Fjarðastevna Fyrsta vikuskifti í juli verður Vestmanna karmur um Fjarðastevnu. Fjarðastevnan hevur eitt nú kappróður á skránni, eins og siðbundin tiltøk, sum plaga at vera á stevnum, eisini eru at finna á Fjarðastevnu. Enn er eingin endalig skrá almannakunngjørd. 11 – 14 juli G! Festivalur Ársins G! festivalur er longri enn hann plagar, nú festivalurin spennir seg út yvir fýra dagar. Av tónleikanøvnum, sum spæla á G!, kunnu nevnast Rag ‘N’ Bone Man. Faithless. Harlem Gospel Choire. Sierra Leone’s Refugee All Stars. Brothers Moving. Eivør. Teitur. Marius Ziska. Scarlet Pleasure. Hamferð. Son Of Fortune. Swangah. Silvurdrongurin. Lyon. Lea Kampmann. Elinborg. Frum. Jasmin. Og fleiri onnur. 14. juli Vestanstevna Sandavágur verður í ár karmur um Vestanstevnu, har eitt nú kappróður er á skránni. Vestanstevna skiftir millum Sandavág, Miðvág og Sørvág. Fram til ár 2000 var Vestmanna eisini partur av Vestanstevnuni. Enn er eingin endalig skrá kunngjørd. 21. juli Tórsfest Havnin verður karmur um tónleikatiltakið Tórsfest, tá ið hetta verður á skránni 21. juli frá klokkan 16.00 til klokkan 03.00. Á skránni eru framførslur frá Icona Pop. Carpark North. Burhan G. Jacob Dinesen. Smokie. Danny & The Veetoes. Signar i Homrum og øðrum. 28. og 29. juli Ólavsøka Stevnusummarið takkar fyri seg við tjóðarhátíð føroyingar í høvuðsstaðnum 28. og 29. juli. Ólavsøkan er á tremur við spennandi tiltøkum. Alt frá tí siðbundna kappróðrinum, løgtingssetuni, kórsangur á tinghúsbønum, skemt í Vágsbotni, listaframsýningar, tivoli og mangt annað. 3. til 5 august Ovastevna Hugnaliga Nólsoyggin bjóðar inn til Ovastevnu fyrsta vikuskiftið í august. Vanliga plaga nógv fólk at leita sær til Nólsoynna hesar dagar, tá eitt nú dansur, tivoli, tónleikafótbóltskapping og mangt annað er á skránni. Enn er eingin endalig skrá fyri Ovastevnu. 9. til 11 august Summarfestivalurin Summarfestivalurin bjóðar á hvørjum ári túsundtals fólki til altjóða og føroyskar tónar í Klaksvík. Millum teirra, sum framføra á ársins festivali eru Aqua. Zara Larsson. Roger Hudgson. Aria. Heiðrik. Kjølar. Joka. Sámal Ravnsfjall. Kim Hansen. Hitmen. Ingi Poulsen. Blue Coat Brass Band. Bjarki Hansen. Ólavr á Váli og fleiri onnur. 18. august Føroya Sjómannadagur  Sjómannadagurin í Klaksvík er eitt serligt slag av stevnu, sum vanliga verður hildin í Klaksvík triðja vikuskiftið í august. Sjómannadagurin í Klaksvík er tann fyrsti av sínum slagi í landinum, har høvuðsvinnan, fiskivinnan, er í miðdeplinum. Har eru tiltøk fyri børn og vaksin, og alt er ókeypis uttan matur og drekka. Skipað verður fyri kappingum og so eru framsýningar og fyrilestrar um fiskivinnuna eisini partur av skránni. Føroysku træseglskipini Johanna, Westvard Ho og Dragin luttaka vanliga og sigla á vánni við seglum. Enn er eingin endalig skrá fyri tiltakið.