Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 18 SUMMAR SPENNANDI, FØRO Aftaná nakrar vikur við brennandi sól, og nakrar dagar við stormi, er føroyska summarið samanumtikið tað, sum tað plagar. Vakurt, stórsligið, ótilrokniligt, men mest av øllum spennandi. Hvørt ár eru alskyns summartiltøk á skránni kring landið. Nú longsti dagur var hósdagin í hesari vikuni má sigast, at summarið er komið. Hevur tú tikið støðu til, hvat tú skalt royna í ár? Her er eitt yvirlit yvir nøkur tiltøk, sum verða á skránni í summar. 22.-24. juni Jóansøka Jóansøka í Suðuroynni er á skránni hetta vikuskiftið. Jóansøkan skiftir millum Vág og Tvøroyri, og hesaferð er tað Vágur, sum eigur tørn. Á skránni eru nógv ymisk tiltøk. Nevnast kunnu tey siðbundu tiltøkini, sum til dømis kappróður, tombola, skrúðgonga og tivoli. Eisini eru fleiri útimøti á skránni, og fótbóltur er í fleiri umførum vesturi á Eiðinum í Vági. Framsýningar eru eisini at síggja bæði í Ruth Smith savninum, í Miðlatúni og aðrastaðni við. Av nýggjaru tiltøkunum er eitt nú kappsvimjing á fjørðinum í Vági á skránni leygardagin. Rib bátar sigla, eins og Pálshøll og nýggja barrin Jugga er opin. Somuleiðis er dansur vesturi á Eiðinum leygarkvøldið, og í Framtíðini fríggjakvøldið. 23. juni Savage Rose í Salt “Tá ið danska rocksøgan seinastu 50 árini einaferð verður gjørd upp, er eingin ivi um, at The Savage Rose finst onkunstaðni ovast uppi á pyramiduni”. Soleiðis skrivar Salt á Facebook um konsertina, sum verður 23. juni klokkan 18.30. 23. juni Heiðrikur í Reinsarínum Multi-talentið Heiðrik fer við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum í sambandi við nýggju útgávu sína “Funeral”. Ein teirra verður klokkan 19.00 23. juni í Reinsarínum. 23. juni Frumsýning av filmi í Norðurlandahúsinum Spælifilmurin Nina er gjørdur av Mariu Winther Olsen. Filmurin snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytur til Føroya og búsetir seg í Mikladali. Meðan William er í holt við arbeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, veksur einsemi hjá ungu Ninu, ið tí endar við at roynsla og revsa sjeik sín, fyri at fáa vátta kærleika hansara. Meira kann lesast um hendan filmin og tiltakið á nlh.fo. Filmurin verður sýndur 23. juni klokkan 18.30. 24. juni Kata og USMIFKA í Norðurlandahúsinum Bólkarnir Kata og USMIFKA hittast til eina felagskonsert 24. juni klokkan 14.00. Á skránni verður bæði vælkendur og higartil ókendur tónleikur. Kata er ein vokalbólkur við finn føroyskum sangarum: Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir, Greta Svabo, Eyð Berghamar og Arnfríð Lützen USMIFKA er bulgarskt og merkir ”bros”. Tað er eisini heitið á einum kvinnukóri úr Keypmannahavn, sum syngur bulgarskan kórtónleik. 5. juli til 29. juli Fólkatónleikarstevna Hattarvík eigur fyrsta dagin í sambandi við Fólkatónleikarstevnuna 2018 tann 5. juli. Talan er um Floksmannadag, sum er heildagstiltak, í Hattarvík. Síðani er Janus á Húsagarði í Kirkju á Fulgloynni sama dag. Leygardagin 7. juli er eisini floksmannadagur í Hattarvík, og konsert í Mykinesi klokkan 15.00 við Heðin Ziska Davidsen, Holgar, Spælimonnum, Yggdrasil, Birds and Beasts, Niels & Helga Midjord. Sunnudagin 8. juli er Fólkatónleikarstevna í Norðurlandahúsinum við Kára Sverrison við bólki og øðrum. Mánadagin 9. juli er konsert í hesum sambandi í Maggies í Nólsoy. Tað er klokkan 17.00 og við Heðin Ziska Davidsen, Holgar, Janusei á Húsagarði og Fólkatónar. Síðani er 21. juli tónleikur at hoyra á Hvonn í hesum sambandi við Holgar, Janusi á Húsagarði og Kata. Mikudagin 11. juli er aftur konsert í Kirkju. Tað er klokkan 17.00 og við Holgar, Spælimonnum, Janusi á Húsagarði, Yggdrasil, Niels og Helga Midjord. Konsertir í samband við Fólkatónleikarstevnuna verða eisini á G! Festivalinum og á Ólavsøku.