hósdagur 21. juni 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
17
Shakira
Palau Sant Jordi,
Barcelona
6. og 7. juli
Ert tú til svingandi
og fangandi popp,
suðurlendskar rútmur
og litrík pallshow, so er hetta konsertin,
sum passar væl til tín – og summarið.
Shakira úr Kolumbia telist millum stóru
stjørnurnar innan latíntónleik, og við
einum blandi av enskum og sponskum
sangum, kann hon fáa sjálvt tann tvørasta
føroyingin at lyfta fótin – í øllum førum
einaferð. Shakira spælir ymstaðni í Europa
í summar, og hon kann eitt nú upplivast í
Barcelona tvey kvøld í juli. Waka Waka!
Robert Plant and
The Sensational
Space Shifters
Bergenhus Festning, Bergen
7. august
Hann legði rødd til legendarisku sangirnar
hjá Led Zeppelin í seksti og sjeyti árunum,
og síðani hevur hann verið solistur í ymiskum
samanhangum. Robert Plant er millum
upprunaligu rockararnar, sum vunnu fram
kring heimin í sjeyti árunum, og hann er
framvegis virkin við útgávum og framførslum.
Robert Plant spælir sangir hjá sær sjálvum
og øðrum, og hann trívur eisini í onkrar góðar,
gamlar sangir hjá Led Zeppelin. Í august
kann hann upplivast í eitt nú Bergen.
Roger Waters
Royal Arena, Keypmannahavn
10. og 11. august
Roger Waters hevur
verið slóðbrótandi,
bæði tá ið tað kemur
til framleiða tónleik
og at spæla konsertir.
Hann hevur mangan
gingið egnar leiðir,
bjóðað av við tónleiki og
tekstum, og ferð eftir ferð hevur hann skapt
stórslignar konsertupplivingar. Á konsertunum
í summar trívur hann í gamlar sangir frá
tíðini í Pink Floyd, hann spælir onkrar sangir
frá soloútgávum, og hann hevur einstakar
nýggjar sangir at bjóða. Tónleikablandið
verður serverað við nógvum pallpynti í Royal
Arena í Keypmannahavn tvey kvøld í august.
Ozzy Osbourne +
Judas Priest
Altice Arena, Lisbon
2. juli
Tað verður harður rockur fyri allar pengarnar,
tá ið Ozzy Osbourne og Judas Priest spæla
konsert í Lisbon fyrst í juli. Ozzy kann
framvegis fáa konserthallir og stadion at
rocka, og við sínum sermerkta sangstíli
gevur hann rocksangum eitt serligt ljóð.
Bretski rockbólkurin Judas Priest, sum
er í stórformi og spælir nógvar konsertir
í summar, hitar upp fyri Ozzy hetta
kvøldið í Lisbon. Hetta er eitt kvøld við
klassiskum bretskum rocki av ovastu hill.
TANN
DANSI
VINARLIGA
Jay Z & Beyoncé
Estadi Olímpic Lluís Companys, Barcelona
11. juli
Tey eru heimsstjørnur hvør í sínum lagi, tey eru
eisini hjún, og nú eru tey á felags konsertferð
í Europa. Jay Z og Beyoncé geva áhoyrarunum
tað besta frá teirra yrkisleiðum, og mitt í
konsertferðini hava tey givið eina nýggja
plátu út saman. Her smeltar kærleiki og talent
saman í eina sermerkta konsert,
sum bjóðar sangir sum
Drunk In Love, Run This
Town, Young Forever og
Déjá Vu. Tey bæði kunnu
millum annað hoyrast
í Barcelona í summar.
TANN
ROMANT
ISKA
TANN
HARÐA
Paul Simon
Royal Arena, Keypmannahavn
3. juli
Paul Simon er farin á heimskonsertferð at
siga farvæl við sínar fjepparar. Dugnaligi
sangskrivarin og tónleikarin kom fram sum
annar sangarin í Simon & Garfunkel, men
tá ið tann tíðin var av, skapti hann sær nýtt
navn sum solistur. Paul Simon hevur skrivað
nakrar av stóru sangunum í poppsøguni
– tað er næstan nóg mikið at nevna Bridge
Over Troubled Water – og hann hevur eisini
skapt nýskandi tónleik – eitt nú við at blanda
afrikanskar rútmur upp í sín tónleik. Nú er Paul
Simon
á The Farewell Tour, og fyrst í
juli kann hann upplivast
í Keypmannahavn.
TANN
SEINASTA
TANN
SLÓÐBRÓT
ANDI
TANN
LEGEND
ARISKA