Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 16 Tónleikur á ferðini: LÍVSSTÍLUR Góðar konsertir í stórbýum Nógvir møguleikar eru at fara á stórar og spennandi konsertir, um tú ert á ferð í summar. Grannalond og lond, sum lætt er at ferðast til úr Føroyum, bjóða stórfingnar konsertir við yngri og eldri heimsstjørnum. Her viðmæla vit 10 konsertir í Europa og USA í summar Katie Melua Harpa, Reykjavík 10. juli Øll vita, at tað eru 9 milliónir súkklur í Beijing. Ella tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til, tí bretska songkvinnan Katie Melua hevur sungið um tað. Dugnaliga songkvinnan er ein av best umtóktu bretsku artistunum í nýggjari tíð. Hon hevur selt 11 milliónir plátur, 1 millión konsertatgongumerki, og hon hevur fingið óteljandi virðislønir fyri sølu og útgávur. Í juli kann Katie Melua upplivast í snotuliga mentanarhúsinum Harpa í Reykjavík. Justin Timberlake Royal Arena, Keypmannahavn 4. og 5. august Hann dugir at syngja og dansa, hann hevur sjarmu og útsjónd, og hann bjóðar eitt topptrimmað show við framúr góðum poppsangum. Justin Timberlake er ein gávaður tónlistamaður, sum dugir at geva fólki sang og show, so tað stendur eftir. Amerikumaðurin brúkar allar snildir, men í miðdeplinum er tann frálíki popptónleikurin, sum veruliga fær veingir, tá ið hann framførir hann live. Man of the Woods Tour kann millum annað upplivast í Keypmannhavn í august, og konsertferðin heldur annars fram til januar. Billy Joel Madison Square Garden, New York 18. juli Síðani seksti árini hevur Billy Joel skrivað, innspælt og framført tónleik á høgum stigi. Hann hevur stundum verið popputur og fangandi, stundum eygleiðandi og tulkandi, og stundum progressivur og avbjóðandi. Billy Joel hevur alt og kann tað mesta, og í summar verður hann á konsertferð við bólki og øllum sínum bestu sangum. Hvør kann siga nei til Piano Man, Uptown Girl, Leningrad og allar hinar framúr góðu sangirnar, hann hevur skrivað, spælt og lagt rødd til. Hetta er ein meistari, sum her kann upplivast á heimavølli í New York. Guns N Roses Laugardalsvøllur, Reykjavík 24. juli Guns N Roses telist millum stóru rockbólkarnar í søguni. Amerikumenninir fingu gjøgnumbrot við meistaraverki seint í áttati árunum, og teir vóru virknir og framfýsnir í níti árunum. Síðani kom drúgvur steðgur og tøgn, men nú spæla teir aftur stóra konsertir, og teir eru væl fyri. Sjálvt umstríddi sangarin Axl Rose syngur sum í sínum ungu døgum. Hetta er ein klassisku rockbólkunum, sum skulu upplivast live. Konsertirnar eru drúgvar, men tú sleppur eisini at hoyra sangir sum Welcome To The Jungle, Paradise City og Knockin’ On Heavens Door. Íslendingar hava lokkað Guns N Roses til Reykjavíkar, har teir spæla Laugardals leikvøllinum. LAGT TIL RÆTTIS: EYÐUN KLAKSTEIN TANN KULA TANN MEISTAR­ LIGA TANN VILLA TANN HUGTAK­ ANDI