hósdagur 21. juni 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
15
LK
KI
Tað er ikki mín
uppfatan, at frá
faringaravtalur
nar í Føroyum eru
á sama støði sum
í øðrum Norður
londum. Heldur
vildi eg mett, at
tær eru lægri her
enn aðrastaðni,
tí at fyritøkurnar
eru tað smærri í
Føroyum, sigur
Marita Ras
mussen, stjóri í
Vinnuhúsinum
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Hóast tað eru fleiri dømi um stjórar,
ið hava fingið rímiligar stóra upp
hæddir í fráfaringaravtalum seinnu
árini, so er torført at siga nakað um
hvussu vanligt slíkt er í Føroyum.
Innan privatu vinnuna verður
nevniliga vanliga ikki tosað um slík
evnir, men er nakað, ið verður hildið
millum einstaklingar og fyritøkur.
Tað er fatanin hjá Marita Rasmus
sen, stjóra í Vinnuhúsinum.
– Slíkt verður avtalað millum
einstaklingar og fyritøkur og verður
vanliga ikki tosað um. Fólk koma
og fara, og sum uttanfyristandandi
veit man illa nokk av tí, fyrr enn
onkur nýggjur er settur í starv.
Undantøkini eru tó, tá tað er okk
urt, ið hevur almennan áhuga, sigur
Marita Rasmussen, tá ið hon verð
ur spurd, um hvussu vanligt tað er
innan føroyskt vinnulív við fráfar
ingaravtalum, ið hava milliónavirði.
Men hóast tað ikki er nakað, ið
verður tosað um, so er hennara fat
an tann, at tað verða ikki gjørdar
størri og fleiri avtalur í Føroyum
enn í okkara grannalondum.
– Tað er ikki mín uppfatan, at
fráfaringaravtalurnar í Føroyum
eru á sama støði sum í øðrum Norð
urlondum. Heldur vildi eg mett, at
tær eru lægri her enn aðrastaðni,
tí at fyritøkurnar eru tað smærri í
Føroyum, sigur Marita Rasmussen.
Samsýningin avtalað
frammanundan
Sjálv sær Marita Rasmussen ikki
nakrar trupulleika í teimum høgu
fráfaringaravtalum, ið av og á koma
undan kavi, men vísir á, at fráfar
ingaravtalur vanliga er nakað, ið
verður avgjørt millum partarnar, tá
ið ein persónur verður settur í starv.
– Fráfaringaravtalurnar ella
samsýningarnar verða vanliga
avtalaðar við setan, og mangan
er tað soleiðis, at stjórar í stórum
fyritøkum fáa eina góða løn. Tá teir
so fara frá, so sæst tað aftur í frá
faringasamsýningini. Mangan er
samsýningin bara lønin í eini upp
sagnartíð, um ikki okkurt annað
er avtalað frá byrjan, sigur Marita
Rasmussen.
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir eis
ini á, at í fleiri av teimum førum, tá
ið onkur hevur fingið eina stóra frá
faringaravtalu í Føroyum, er talan
um serlig størv, har tað kann vera
ringt at fáa eitt nýtt starv seinni. Tá
verður hædd tikið fyri tí í samsýn
ingini.
– Tað er bara soleiðis, at við stór
ari ábyrgd, so fylgir ein vandi við, at
samstarvið av eini ella aðrari orsøk
steðgar. Eftirfylgjandi kunna møgu
leikarnir fyri einum nýggjum starvi
gerast avmarkaðir. Tað ger seg
kanska serliga galdandi í Føroyum.
Samsýningin er eisini ein avleiðing
av tí støðuni. Tað vil siga, at tú fært
løn fyri eitt tíðarskeið, umframt
eina samsýning fyri, at tað kanska
ikki er so lætt at finna eitt nýtt
starv, sigur Marita Rasmussen.
Harumframt er tað heldur ikki
óvanligt, at ein slík avtala inni
heldur eina avtalu um, at ein fyrr
verandi stjóri ikki kann fara til ein
av kappingarneytunum.
– Ein fráfaringaravtala kann
tryggja, at viðkomandi ikki fer
beint í eitt annað starv hjá kapping
arneytanum. Men tað er ikki bara
galdandi fyri stjórar, men er tað
eisini vanligt at gera við starvsfólk,
ið eru at rokna sum týdningarmikil
starvsfólk í fyritøkuni og sita inn
við eini serligari vitan, ið kann
brúkast í kapping móti fyritøkuni.
Slíkt avspeglast antin í eini høgari
samsýning ella langari uppsagnar
tíð, sigur Marita Rasmussen.
VERÐUR IKKI
TOSAÐ UM
annað aftur í, at samstundis sum
nakrir stjórar tryggja sær millióna
upphæddir í fráfaringaravtalum, so
eru tað føroyskar familjur, ið hava
trupult við at fáa endarnar at røkka
saman, vísir formaðurin í Havnar Ar
beiðarafelag á.
– Ein arbeiðaraløn er ikki nokk at
liva av í dagsins samfelag. Kostnað
arstøðið er so høgt í samfelagnum,
at ein familja við børnum, ið hevur
vanliga arbeiðaraløn og skal hava
tak yvir høvdið, hevur ongan livandi
møguleika at fóta sær. At nógv av
teimum kortini klára seg er mær ein
gáta, sigur Hans Joensen.
Eingin er so nógv verdur
Fyri Hans Joensen er tað eisini trupult
at skilja, at ein einstakur persónur
kann fáa eina fráfaringaravtalu, ið
er tað sum svarar til 36 árslønir hjá
einum arbeiðsmanni. Í hansara huga
heimi eru nevniliga øll menniskjur
líka nógv verd.
– Eingin einstakur persónur er
so nógv verdur, ið nakrar av hesum
fráfaringaravtalunum leggja upp til.
Øll menniskjur eru líka nógv verd.
Men um man skal taka dagar millum
hvørji eru mest verd í dagsins sam
felag, so haldi eg ikki, at hesi fólkini,
sum eru á privata arbeiðsmarknað
inum, hesi sum stríðast hvønn dag og
skulu hava so lítið sum gjørligt fyri
at kunna gjalda hesar ógvusligu upp
hæddirnar til nakrar fáa persónar,
hava eitt minni virði enn nakar annar,
sigur Hans Joensen og leggur afturat.
– Tey hava eitt stórt virði, um tað
er tað, ið tað snýr seg um. Men tað
er ringt at fáa fólk at skilja, at tann
persónurin, sum stríðist og framleiðir
fyri at fáa inntøkur, skal fáa røttu
samsýningina fyri tað. Tí so verður
kanska ov lítið eftir til teir, ið skulu
hava hesar stóru fráfaringarlønirnar.
– Slíkt verður avtalað millum einstaklingar og fyritøkur og verð
ur vanliga ikki tosað um. Fólk koma og fara, og sum uttanfyri
standandi veit man illa nokk av tí, fyrr enn onkur nýggjur er
settur í starv, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum