hósdagur 21. juni 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
14
VANLIG FÓL
SKILJA EINK
– Tá slíkar søgur stinga seg upp, skilja vanlig fólk einki. Tey skilja als ikki, at ein
persónur, sum hevur gjørt nakað skeivt, skal hava fleiri milliónir krónur í eini
fráfaringaravtalu. Serliga tí tað er so óalmindiliga lætt at geva einum arbeiðsmanni
fótin í afturpartin, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, um stóru
fráfaringarsamsýningarnar
Risastórar fráfaringarlønir
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Meðan dømini eru fleiri um stjórar, ið
seinastu árini hava fingið eina stóra
milliónaupphædd, tá teir antin eru
givnir ella koyrdir til hús, so er veru
leikin rættiliga øðrvísi hjá einum
stórum parti av føroyingum, um tey
eru so mikið óheppin, at tey missa
arbeiðið.
Hans Joensen er formaður fyri
Havnar Arbeiðarafelag, ið er størsta
arbeiðarafelag í Føroyum, og greiðir
hann frá, at um ein av teirra limum
missir starvið, so eru umstøðurnar
heilt øðrvísi enn tær, ið tey í ovasta
løgum í samfelagnum kenna.
– Okkara limir hava onga avtalu
um nakra fráfaringarsamsýning í
sáttmálanum. Tað hevði verið ringt
at fingið eina slíka avtalu fyri ein
arbeiðsmann, men hann hevur upp
sagnardagar. Tað vil siga, at um hann
hevur starvast onkrastaðni í trý ár,
so hevur hann fingið rætt til 25 dagar
uppsagnartíð. Men um tað skuldi
hent, at hann verður uppsagdur,
hevur arbeiðsgevarin rætt at krevja,
at hann skal vera til arbeiðis teir dag
arnar, sigur Hans Joensen.
Óskiljandi
Hjá einum arbeiðsmanni, ið hevur
eina tímaløn á 128,94 krónur og eina
ársinntøku á 268.195,2 krónur kann tað
eisini vera torført at skilja, at summir
stjórar fáa upp til 9,6 milliónir krónur
í fráfaringarsamsýning.
– Tá slíkar søgur stinga seg upp,
skilja vanlig fólk einki. Tey skilja als
ikki, at ein persónur, sum hevur gjørt
nakað skeivt, skal hava fleiri milliónir
krónur í eini fráfaringaravtalu. Ser
liga tí tað er so óalmindiliga lætt at
geva einum arbeiðsmanni fótin í aft
urpartin. Tað sum vit kenna frá okk
ara limum, og tað smakkar okkum
mangan illa í munninum, er at um
arbeiðsgevarin ikki dámar litin í
eygunum hjá einum, so kann hann
koyra teg til hús. So lætt er tað, at
sigur eitt arbeiðsfólk úr starvi, sigur
Hans Joensen.
Júst spurningurin um eina rímiliga
uppsøgn var eisini ein av stóru knút
unum til seinastu samráðingar hjá
Havnar Arbeiðarafelag og vísir for
maðurin á, at arbeiðsfólk á privata
arbeiðsmarknaðinum hava munandi
verri rættindi viðvíkjandi uppsøgn
enn starvsfólk innan tað almenna.
Stættamunurin
einans veksur
Tað hjálpir heldur ikki upp á støð
una, at tá alt kemur til stykkis, so
eru tað Palleba og Marsanna, ið rinda
rokningina til gyltu fráfaringaravtal
urnar, vísir formaðurin í Havnar Ar
beiðarafelag á.
– Hatta eru avtalur, ið verða gjørd
ar innan pengaverðina, men tað er í
grundini Palleba og Marsanna, ið
gjalda prísin. Okkara limir eru skelk
aðir av slíkum avtalum og man tosar
um tað, men eingin veit hvat man
kann gera við tað. Men signalið út til
arbeiðarafjøldina er, at tað er rætt,
tá vit tosa um, at stættamunurin er
øgiligur og hann bara veksur. Tað er
skelkandi fyri okkum tá slíkt kemur
fram, tí tølini eru púra burturvið, sig
ur Hans Joensen.
Stættamunurin sæst millum
»Okkara limir
eru skelkaðir av
slíkum avtalum,
og man tosar um
tað, men eingin
veit hvat man
kann gera við
tað«
Hans Joensen
Eingin einstakur persónur er so nógv verdur, ið nakrar
av hesum fráfaringaravtalunum leggja upp til, sigur
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag
TEMA