hósdagur 21. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
13
tók við starvinum sum stjóri í Betri
Pensjón í byrjanini av 2017. Sostatt
er hann tann stjórin, ið hevur sitið
longst í øllum samtakinum.
Jean Djurhuus var eitt skifti í
2017 stjóri í Betri Trygging, men tók
í desember 2017 við sum stjóri í Betri
Banka, meðan Ingunn Eiriksdóttir,
ið var fyrisitingarstjóri í Tórshavnar
kommunu, samstundis bleiv stjóri í
Betri Trygging. Yvir teimum øllum
bleiv Ben Arabo, fyrrverandi stjóri í
Atlantic Petroleum, settur sum nýggi
forstjóri í samtakinum.
- So har er øll leiðslan í Betri-sam
takinum skift út og samstundis eru
sáttmálarnir við stjórarnar broyttir,
soleiðis at teir samsvara við viljan
hjá nýggju nevndini um, at teir
skulu vera á einum væl lægri støði.
Man kann siga, at avleiðingin av
teimum høgu fráfaringaravtalunum
longu er tikin, sigur Birgir Nielsen, ið
ikki ynskir at upplýsa hvussu stór
lækkingin er.
Støðið verður sett við setan
At tað ber til hjá nevndarformanninum
at siga, at við verandi sáttmálum
verða fráfaringarsamsýningar ikki
eins stórar, ið áður sæð, er tí at frá
faringarlønin vanliga ikki verður av
talað, tá partarnir fara hvør sín veg,
men við setan.
- Ein fráfaringaravtala er bygd á
tann sáttmála, ið bleiv gjørdur millum
partarnar, tá ið viðkomandi persónur
bleiv settur í starv sum stjóri. Upp
hæddin í fráfaringaravtaluni verður
tá sett eftir teimum fyritreytum, ið
vóru galdandi tá stjórin bleiv settur.
So man ger avtaluna um fráfaring
aravtalu beinanvegin, men partarnir
vóna sjálvandi, at hon aldrin verður
neyðug at brúka, sigur Birgir Nielsen.
Nevndarformaðurin greiðir frá, at
vanliga verður endaliga samsýningin
ávirkað av, um viðkomandi verður
sagdur úr starvi ella sjálvur sigur
upp. Men harumframt kemur tað
eisini fyri, at partarnir verða samdir
um at fara hvør sín veg.
- Um tað er ein ósemja, ið tað
vanliga er, so er fráfaringaravtalan
ein samráðingarspurningur millum
partarnar. Men tá er tað ikki soleiðis,
at man gevur eitt gylt lógvatak, ið er
hægri enn upphæddin, ið viðkomandi
hevði fingið, um hann bleiv koyrdur,
sigur Birgir Nielsen, ið tó ikki ynskir
at viðmerkja, hvussu støðan var, tá
undanfarnu stjórar fóru frá.
Spurdur um hvussu fráfaring
aravtalurnar eru fyri onnur starvs
fólk í samtakinum, og um tey eins
og undanfarnu stjórar fáa tvey ára
fráfaringarløn, svarar nevndarfor
maðurin, at so er ikki.
- Vanlig starvsfólk í samtakinum
fylgja einum sáttmála, ið er í samsvar
við sáttmálarnar hjá fakfeløgunum.
Har eru greiðar reglur fyri hvat tey
fáa, ið er knýtt at hvussu leingi tey
hava verið í starvi. So sum vanligt
starvsfólk fær man ikki tvey ára
uppsagnarløn, men fylgir tí sáttmála,
ið er galdandi fyri tey, sigur nevndar
formaðurin.
Røttu fólkini
Nevndarformaðurin í Betri-sam
takinum leggur í samrøðuni dent á,
at hann og nevndin eru samd um, at
lønirnar hjá gomlu stjórunum vóru
ov høgar, men vísir eisini á, at hóast
tær eru lækkaðar munandi nú, so er
lønarlagið sum heild hægri innan
bankavinnuna enn í øðrum vinnum.
- Tá ið vit seta stjórar í Betri-
samtakinum er ikki lætt at finna
røttu persónarnar innan tí vinnu,
ið vit eru í. Tá vit tosa um banka-
og fíggjarvinnuna, so sita teir røttu
persónarnir helst allir í øðrum
størvum frammanundan og tí er
neyðugt við lønum, ið eru kapping
arførar, sigur Birgir Nielsen.
Harumframt vísir nevndarfor
maðurin á, at stóra ábyrgdin hjá stjór
anum, eisini hevur ávirkan á lønina.
- Tú skalt leiða eitt stórt samtak
ella ein stóran banka eftir tí strategi,
sum nevndin setir út í kortið. Sam
stundis hevur stjórin evstu ábyrgd
at reka felagið so skynsamt sum
gjørligt, umframt at hava so góðan
trivnað millum starvsfólk sum gjør
ligt, sum víðari eigur at smittað av
upp á nøgdar kundar. Umframt hetta
eru eisini harðar treytir til trúnað
arviðurskiftir, ið tú skalt halda undir
starvstíðini og aftaná, sigur nevndar
formaðurin og leggur afturat.
- Alt hetta og nógv afturat ger tað,
at lønarlagið innan bankaverðini ligg
ur á einum rímiligum høgum støði,
tá ið samanborið verður við aðrar
vinnur. Men tá skal hædd eisini
takast fyri, at vit hava fingið lønar
lagið nakað niður við nýggju sáttmál
unum, sigur Birgir Nielsen og leggur
afturat, at hann ikki metir, at lønirnar
í Betri-samtakinum eru hægri enn í
feløgum, ið Betri-samtakið kann sam
anberast við.
ÓRU OV HØGAR
– Tá ið vit seta stjórar í Betri-samtakinum er ikki lætt at finna røttu persónarnar innan tí vinnu, ið vit eru í. Tá vit tosa um banka- og fíggjarvinnuna, so sita teir røttu
persónarnir helst allir í øðrum størvum frammanundan og tí er neyðugt við lønum, ið eru kappingarførar, sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri samtakinum
Ein fráfaringar
avtala er bygd á
tann sáttmála,
ið bleiv gjørd
ur millum
partarnar, tá ið
viðkomandi per
sónur bleiv settur
í starv sum stjóri