Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 TEMA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Fáar fyritøkur í Føroyum hava gjøgnum árini goldið frá­far­ing­ar­av­ tal­ur, ið bara líkjast tí, ið Betri-sam­ takið hevur rindað nøkrum av sínum gomlu oddafólkum. Vanliga hevur tað eisini vakt al­ mennan ans, tá ið samtakið, ið mill­u­m annað umfatar ein banka, trygg­ing­ar­ felag og pensjónsfelag, hevur rindað fleiri milliónir krónur til fyrrverandi stjórar, ið antin sjálvir hava lagt frá sær ella eru koyrdir til hús. Tá ið Gunnar í Liða í oktober 2010 boð­aði frá, at hann eftir tíggju ár á odda fyri Tryggingarfelag Føroyar og TF Holding, sum í dag er Betri- sam­takið, legði frá sær, fekk hann 3,3 milli­ónir krónur í fráfaringaravtalu frá sam­takinum, ið hann stutt eftir bleiv nevnd­arformaður í. Avgerðin at handa gamla stjór­a­ num fýra milliónir krónur í frá­far­ ing­ar­løn vakti so mikið ans, at tað bleiv viðgjørt á tingi, tá Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna fyri Javn­að­ ar­flokk­in, spurdi Johan Dahl um mill­um annað fráfaringaravtaluna hjá fyrr­ver­andi stjóranum, aftaná at Javn­að­arflokkurin í almennari yv­ir­lýsing hevði átalað nevndini fyri fráfaringaravtaluni, umframt at hon um sama mundi hækkaði egnu samsýning. Nøkur ár seinni vóru frá­far­ing­ar­ av­tal­ur­nar hjá Betri-samtakinum aft­ ur á breddanum, tá Regin Hammer, ið upp­runaliga avloysti Gunnar í Liða sum stjóra í samtakinum, bleiv koyrd­ ur til hús í 2016. Regin Hammer fekk sam­bært roknskapinum 4,4 milliónir krón­ur við sær heim. Tær 4,4 milliónir tóktist tó ikki at vera serliga nógv, tá Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri-sam­tak­i­ num, valdi at takka fyri seg árið eft­ir. Í roknskapinum fyri 2017 sæst, at hóast hann sjálvur valdi at fara úr starvi, so tryggjaði fráfaringaravtalan fyrr­ ver­andi oddamanninum 8,9 milliónir krón­ur í samsýning. Tilsamans rind­ aði samtakið sostatt 13,3 milliónir krón­ur í fráfaringarløn til tveir stjór­ ar upp á tvey ár. Ein farin tíð Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri-sam­takinum og næstformaður í Betri Banka, var nevndarformaður í sam­tak­inum, tá Súni Schwartz Jac­ob­ sen fekk útgoldið 8,9 milliónir krón­ ur í fráfaringarløn. Hann vísir tó á, at hvørki hann ella nevndin kunna last­ast fyri høgu fráfaringaravtaluna hjá fyrr­verandi forstjóranum, tí hon bleiv gjørd áðrenn teirra tíð. Tí hóast Súni Schwartz Jacobsen fekk útgoldið sína fráfaringarløn undir nýggju nevndini, so var tað í samsvar við eina avtalu, ið ein av und­an­farnu nevndum høvdu gjørt við for­stjóran. Nýggja nevndin hevur eisini lagt á annan bógv, aftaná at hava á­sann­að, at nakrar av teimum frá­far­ing­ar­løn­ u­num, ið fyrrverandi stjórarnir fingu, vóru í so høgar. - Stjórasáttmálar skulu sjálvsagt vera rímiligir fyri báðar partar. Bæði fyri okkum og fyri setta stjóran. Men vit hava ásannað í nevndini, at vit hava havt ov høgar fráfaringaravtalur og stjóralønir. Tí eru tær lækkaðar í teim­um sáttmálum, ið vit hava við nýggju stjór­arnar. So tað verður ikki við hesi nevndini, at vit fara at síggja líknandi fráfaringaravtalur í fram­tíð­ ini, lovar Birgir Nielsen. Umfatandi broytingar Stórar broytingar hava eisini verið í stjórakabaluni í Betri-samtakinum síðstu tvey árini. Helgi L. Petersen So har er øll leiðslan í Betri- samtakinum skift út og samstundis eru sáttmálarnir við stjórarnar broyttir, soleiðis at teir samsvara við viljan hjá nýggju nevndini um, at teir skulu vera á einum væl lægri støði« AVTALUR­NAR V – Stjórasáttmálar skulu sjálvsagt vera rímiligir fyri báðar partar. Bæði fyri okkum sum samtak og fyri setta stjóran. Men vit hava ásannað í nevndini, at vit hava havt ov høgar fráfaringaravtalur og stjóralønir. Tí eru tær lækkaðar í teimum sáttmálum, ið vit hava við nýggju stjórarnar. So tað verður ikki við hesi nevndini, at vit fara at síggja líknandi fráfaringaravtalur í framtíðini, lovar Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri-samtakinum. Risastórar fráfaringarlønir