Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 11 AÐU FRÁ­ VTALURNAR um eina avtalu, sum í altjóða høpi var ó­van­liga góð, men bygdi hon á eina av­talu við gomlu nevndina í Bank­ Nordik, um at stjórin skuldi fáa løn í trý ár, um hann bleiv uppsagdur av bank­a­num. Talan er her um Føroya dýrastu frá­far­ing­ar­avtalu og tað er ikki løg­ið, at hon vekir ans, tá hon verður sam­ an­borin við umstøðurnar hjá ein­um arbeiðsmanni. Sambært sein­asta sáttmálanum hjá Havnar Ar­beiðs­ manna­fel­ag við Føroya Ar­beiðs­ gev­ar­a­felag er tímalønin hjá einum ar­beiðs­manni 128,94 krónur. Hetta gev­ur eina ársinntøku á 268.195,2 krón­ur. Ein limur hjá Havnar Ar­beiðs­ mann­a­felag skal sostatt arbeiða í 36 ár, um viðkomandi skal tjena tær 9,6 mill­i­ónir krónurnar, ið fyrrverandi banka­stjórin í BankNordik fekk í frá­far­ing­ar­sam­sýning, tá ið nevndin í fel­ag­num koyrdi hann til hús. Ein mun­ur, ið Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, vísir á aðr­a­staðni í blaðnum, er prógv um vaksandi stættamunin í føroyska sam­fel­agnum. Hvussu nógvan pening bankin hev­ur um hendi at rinda í samsýning til stjór­ar, ið tey ikki ynskja longur, gerst upp­af­tur greiðari, tá havt verð­ur í huga, at sama ár rindaði sami banki einum øðrum stjóra, John Rajani, 4,4 milliónir krónur í frá­far­ing­ar­sam­ sýning. Sostatt rind­aði BankNordik til­samans 14 milliónir krónur til tveir stjór­ar, ið bankin ikki longdur ynskti at hava í starvi. 12 milliónir upp á tvey ár Gullrandaðar fráfaringaravtalur eru held­ur ikki ókendar í hinum stóra samtakinum innan føroyska banka­ verðina. Betri-samtakið hevur sein­ astu seinastu tvey árini rindað umleið 12,3 milliónir krónur til fyrrverandi stjór­ar í felagnum. Tá ið samtakið í 2016 valdi at siga far­væl við Regin Hammer, fekk fyrr­ ver­andi stjórin sambært rokn­skap­i­ num fyri 2016 eina fráfaringaravtalu, ið hevði eitt virði á 4,367 milliónir krón­ur. Hóast tað fyri tey flestu er tal­an um eina stóra upphædd, so er tað kortini helmingurin av tí, ið sam­ takið rindaði eitt ár seinni, tá Súni Schwartz Jacobsen takkaði fyri seg sum forstjóra í samtakinum. Merkisvert er, at hóast Súni Schwartz Jacobsen sjálvur valdi at fara úr starvi, fekk hann kortini eina frá­far­ingaravtalu, ið sambært rokn­ skapinum hjá samtakinum fyri 2017 hevði eitt virði á 8,9 milliónir krónur. Tað er tó ikki ókent í samtakinum at rinda høga fráfaringarløn til stjórar, ið sjálvir finna hurðina. Tá Gunnar í Liða í 2011 for frá sum forstjóri í TF Holding og Tryggingarfelag Føroya, ið seinni gjørdist til Betri-samtakið og Betri Trygging, fekk hann 3,3 milliónir krón­ur í samsýning frá gamla fel­ag­ num, ið hann tveir mánaðir seinni gjørd­ist nevndarformaður í. Pengar í ferðavinnuni Tað er tó ikki bara í bankaverðini, at sam­sýningarnar til fyrrverandi stjór­ ar eru høgar. Seinastu árini eru eisini tvey dømi um, at stjórar innan før­ oysku ferðavinnuna verða væl løntir, tá ið teir verða koyrdir til hús. Tað kom brátt á hjá flest øllum, tá Smyril Line í 2010 boðaði frá, at felagið hevði koyrt táverandi stjór­an Peter Holm. Eingin almenn grund­ geving bleiv givin fyri at siga fyrr­ ver­andi stjóran, ið hevði megnað at vent tungu gongdini í felagnum, úr starvi, men í roknskapinum hjá fel­ag­ num fyri 2010 verður upplýst, at Peter Holm fekk 2,387 milliónir krónur fyri tað, ið verður nevnt løn og samsýning í 2010. Ein onnur stjórauppsøgn, ið kom ó­vænt­að á flest øll, var tá nevndin í At­lantic Airways í 2013 boðaði frá, at eft­ir at nevndin og stjórin vóru blivin ó­samd um kósina hjá felagnum, hevði nevnd­in valt at enda samstarvið við Magna Arge, ið hevði sitið í stjór­a­ stól­in í átjan ár. Í staðin bleiv Jørgen Holme settur sum nýggjur stjóri, með­an tað í roknskapinum hjá At­ lantic Airways fyri 2013 verður upp­ lýst, at Magni Arge fekk 2,859 milliónir krónur í fráfaringaravtalu. Hóast Súni Schwartz Jac­ ob­sen sjálvur valdi at fara úr starvi, fekk hann kortini eina frá­ far­ing­ar­av­talu, ið sambært rokn­ skapinum hjá sam­taki­n­um fyri 2017 hevði eitt virði á 8,9 mill­i­ ónir krónur Janus Petersen Fráfaringarløn: 9,6 millióinir krónur Suni Schwartz-Jacobsen Fráfaringarløn: 8,9 milliónir krónur Regin Hammer Fráfaringarløn: 4,4 milliónir krónur John Rajani Fráfaringarløn: 4,4 milliónir krónur