Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 10 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Tað er aldrin ein góð uppliving hjá nøkr­um persóni at fáa at vita av sín­ um arbeiðsplássi, at tey ikki longur hava tørv á einum og eftirfylgjandi verða koyrd­ur til hús. Hjá teimum all­ ar­flestu merkir tað, at tað fíggjarliga lívs­grund­ar­lagið verður togað und­an ein­um og ein óviss framtíð bíðar, um tey ikki megna at sleppa út aftur á ar­beiðs­markn­aðin beinanvegin. Tað er tó eingin loyna, at tað í før­ oyska samfelagnum eru summi, ið fáa eitt sindur meira við sær, tá teirra tíð á einum arbeiðsplássi er av. Javn­ an eru søgur frammi um stjórar, ið fáa eina samsýning við sær, tá ið tey gev­ ast, verða koyrd ella blíva samd við nevndi­na í fyritøkuni ella stovninum um, at best er at fara hvør sín veg. Nýggjasta dømið var í síðstu viku, tá Jo­hnny í Grótinum, tá­ver­ andi kringvarpsstjóri, og kring­varps­ stýrið blivu samd um, at tað var best um teirra samstarv steðg­aði. Við sær fekk fráfarandi stjór­in eina frá­faringaravtalu upp á tíggju mán­ að­ar­lønir. Sambært setanaravtaluni mill­um partarnar var mánaðarlønin 71.445 krónur íroknað eftirløn og ára­ máls­við­bót. Fráfaringarsamsýningin er so­statt 714.450 krónur, ið tó verður mót­rokn­ að við eini møguligari løn, um fyrr­ verandi stjórin fær annað starv áðr­ enn teir tíggju mánaðirnir eru farnir. Ikki ókent At almennir stovnar eisini handa gylt lógva­tøk er heldur ikki ókent, tó at upp­hæddirnar vanliga eru nakað minni enn tað, ið verða latnar innan tann privata geiran. Í 2013 viðgjørdi Sosialurin fleiri upp­sagn­ir í Almannaverkinum, tá ið tað bleiv ruddað út í leiðsluni. Tá rind­aði stovnurin fráfaringaravtalu til tríggj­ar leiðandi persónar, ið til­ sam­ans fingu umleið tvær milliónir krón­ur í fráfaringarsamsýning. Talan var um táverandi stjóran Petra Johnsdóttir Joensen og dep­ils­ stjór­an Gunnleyg Durhuus, ið báð­ar fingu 700.000 krónur hvør í frá­far­ ing­ar­samsýning, umframt deild­ar­ stjór­an Maria Jacobsen, ið fekk eina sam­sýning á 650.000 krónur, tá hon bleiv søgd úr starvi. ALS-milliónin Tann fráfaringaravtalan innan tað al­ menna, ið hevur fylgt mest í al­menna kjakinum síðstu árini var frá­far­ing­ar­ av­tal­an hjá Ernst Jacobsen, táverandi ALS-stjóra. Tilsamans kostaði tað ALS-kass­anum umleið eina millión krón­ur at enda samstarvið við tá­ ver­andi stjóran. At talan var um stjóran í Ar­beiðs­ loys­is­skip­an­ini, ið allir føroyingar rinda ar­beiðs­loys­is­gjald til, ið fekk eina góða frá­far­ing­aravtalu, skapti mikla øsing, og bleiv málið eisini reist á løgtingi. Har kundi Johan Dahl, tá­verandi landsstýrismaður í vinnu­málum, upplýsa tinginum, at ALS-stýrið 4. januar 2013 gjørdi eina av­talu við stjóran um at enda sam­ starv­ið í kjalarvørrinum av ymiskum sam­starvs­trup­ul­leikum. Afturfyri fekk stjórin løn í fjúrt­an mánaðir, ið tilsamans bleiv 847.836,30 krónur, umframt at ALS rind­aði 50.000 krónur fyri før­leika­gev­andi skeið til stjóran, hansara ad­vok­at­ út­reiðslur á 50.000 krónur umframt meir­virð­is­gjald og telduútbúnað og far­tel­e­fon uttan kostnað. Tilsamans kost­aði avtalan sostatt ALS-stýrinum um­leið eina millión krónur. 36 árslønir Hesar upphæddirnar eru tó lítið í mun til tað, ið verður rindað inn­an privata geiran, har tað ser­liga er innan fíggjarheimin, at frá­far­ing­ar­sam­sýn­ ing­ar­nar gerast rættiliga stórar. Tá BankNordik í 2015 avgjørdi at koyra Janus Petersen, ið tá hevði sit­ ið sum stjóri í bankanum í tíggju ár, kost­aði tað bankanum 9,6 milliónir krón­ur í fráfaringarsamsýning. Tað ber til at lesa í roknskapinum hjá bank­a­num fyri 2015. Stine Bosse, nevndarforkvinna í Bank­Nordik, ásannaði tá eisini í sam­røðu við Kringvarpið, at talan var GULLRANDA FAR­ING­AR­AV Ein limur hjá Havnar Arbeiðsmannafelag skal ar­beiða í 36 ár, um hann skal tjena tær 9,6 milliónir krónurnar, ið fyrrverandi banka­ stjórin í BankNordik fekk í fráfaringarsamsýning, tá ið nevnd­in í fel­ ag­num koyrdi hann til hús. Risastórar fráfaringarlønir 11 stórar fráfaringarlønir: 1: Janus Petersen, forstjóri (2015) – BankNordik . . . . . . . . . . . . . . . 9,6 mió. krónur 2: Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri (2017) – Betri-samtakið . . . . 8,9 mió. krónur 3: John Rajani, stjóri (2015) – BankNordik . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4,4 mió. krónur 4: Regin Hammer, stjóri (2016) – Betri-samtakið . . . . . . . . . . . . . . 4,4 mió. krónur 5: Gunnar í Liða, forstjóri, TF Holding/Trygg. arf. Føroya (2011) . . 3,3 mió. krónur 6: Magni Arge, stjóri (2013) – Atlanitc Airways . . . . . . . . . . . . . . . . 2,8 mió. krónur 7: Peter Holm, stjóri (2010) – Smyril Line . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,4 mió. krónur 8: Ernst Jacobsen, stjóri (2013) – Arbeiðsloysisskipanin . . . . . . . . . 1,0 mió. krónur 9: Johnny í Grótinum, stjóri (2018) - Kringvarp Føroya . . . . . . . . . . 714. 450 krónur 10: Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri (2013) – Almannaverkið . . . . 700. 000 krónur 10: Gunnleyg Durhuus, depilsstjóri (2013)– Almannaverkið . . . . . 700. 000 krónur 11: Maria Jacobsen, deildarstjóri (2013) - Almannaverkið . . . . . . . 650. 000 krónur TEMA