hósdagur 21. juni 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
9
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Rani Andrasson
Skaalum
Rani Andrasson Skaalum, 34 ár,
giftur Aleksandru Melo Skaalum,
saman eiga vit tríggjar synir.
Lærari, eftirútbúgving innan
leiðslu og vegleiðing.
Áhugin fyri politikki birtist
tíðliga, men skjótt gjørdist greitt,
at verandi flokkar ikki umboðaðu
meg á fullgóðan hátt.
Velji Miðflokkin, tí politikkurin
verjir tey veikastu, er ein positivur
vinnulívspolitikkur og ein
familjuvinarligur politikkur.
Staturin er til fyri at tryggja
borgaranum best møguligar
lívsumstøður, ikki at ráða yvir
honum.
Gangi ikki inn fyri ognarskatti! Almenn partafeløg eiga ikki at kappast á
ójøvnum føti við privata vinnulívið.
Nýggja pensiónsskipanin ger, at øll, ið hava eina líkinda
pensjónsuppsparing, fara at missa pening, og mugu arbeið longri fyri
sleppa frá og fáa “súrt tjentu”pensjónsuppsparingina.
Landið og bankar hava ræði á okkum fíggjarliga, tí eiga vit at geva
borgaranum møguleika at stovna egna lønarkonto, óbundna av
peningastovnunum.
Hjartamál Miðfloksins í einari
nýggjari stjórnarskipan
Ein stjórnarskipan staðfestir tær meginreglur, samfelagið byggir á, hon fer
ikki í smálutir, men er yvirskipað. Stjórnarskipanin tryggjar øllum landsins
borgarum rættindi og trygd, og ásetur samfelagsskyldir teirra.
Núverandi grundlóg føroyinga er danska frá 1953. Síðani 1999 hevur
politiska skipanin úrslitaleyst arbeitt við at tilevna eina føroyska.
Meðan nakrir flokkar royna at leggja bein fyri hvønn annan grundað á
sjálvstýrisspurningin, eru tað aðrir spurningar, ið níva Miðflokkin.
Ótryggleiki Miðfloksins er vegna § 8, ið viðgerð lív og trygd og § 12, ið
viðgerð trúarfrælsi.
Í § 8 lesa vit: ”øll eiga rætt til lív og trygd, og deyðarevsing kann ikki
ásetast”.
Miðflokkurin metir ikki, at ætlaðu orðingarnar tryggja ófødda barnið ella
teimum eldru og doyggjandi.
Ein stjórnarskipan má tryggja ófødda barninum sama rætt til tað lív, vit
fingu atgongd til. Og hon má verja gomul og sjúk móti deyðshjálp, bæði
aktivari og passivari.
Í § 12 lesa vit: ”øll eiga rætt til at trúgva og til at útinna sína trúgv” og
”kristnitrúnni kunnu verða veittar serligar sømdir, tó uttan at gera seg inn
á aðrar fatanir”.
Hesar orðingar tryggja ikki tey virði, samfelag okkara er grundað á. Tær er
ov veikar.
Okkara eftirkomarum má
tryggjast uppvøkstur í einum
eins tryggum Føroyum, ið vit
hava notið! Og staðfestast
má, uttan fyri allan iva ella
tulking, at kristna trúgvin er
grundarsteinurin føroyska
samfelagið hvílir á.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Citatið hesa vikuna:
Verða vit staðfest deyð, tá
hjartaslátturin steðgar, eiga
vit at verða staðfest livandi, tá
hjartaslátturin byrjar!
Vangamynd
Eldhugaður
námsfrøðiligur serfrøðingur
Vilt tú vera við til at menna námsfrøðiligu tilgongdina í
skúlaverkinum?
Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum námsfrøðiligum serfrøðingi, sum við
innliti og hegni skal seta námsfrøðiligu menning fólkaskúlans á breddan.
Námsfrøðiligi serfrøðingurin skal vera við til at lyfta og stimbra skúlan námsfrøðiliga
og fakliga.
Arbeiðið fevnir um, saman við stjóranum og ráðgevunum í Námi, at menna eina
ráðgevaskipan til skúlaverkið. Í fyrstu atløgu til fólkaskúlan og síðan eisini til
dagstovnaøkið og skúlaverkið í síni heild. Harumframt verða viðgerð og tilráðing um
dagføringar av námsætlanunum eisini partur av arbeiðinum.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. juli 2021 – við møguleika fyri leingjan til
31. juli 2023.
Uppgávurnar eru m.a.:
Saman við stjóranum, ráðgevunum og øðrum í Námi:
•
at menna námsfrøðiligu tilgongdina í skúlaverkinum
•
at seta í verk ráðgevaskipan í skúlaverkinum
•
at lyfta og styðja námsfrøðiliga og fakliga støðið í skúlaverkinum
•
at fylgja við í tí, sum fyriferst innan gransking og menning á námsfrøðiliga
økinum, serstakliga, tá ið talan er um ráðgeving og kunning í hesum sambandi
•
at viðgera og ráða til dagføringar av námsætlanunum
•
at skipa fyri almennu kunningini um námsætlanir og atknýttar fyriskipanir
•
at skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlarnar
•
at samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis
•
at luttaka í tvørgreinaligum granskingarsamstarvi eitt nú í sambandi við
eftirmetingar fólkaskúlans
•
at ráðgeva Mentamálaráðnum í námsfrøðiligum viðurskiftum
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur:
•
útbúgving frá hægri lærustovni innan námsfrøði, didaktik ella líknandi.
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi harumframt hevur útbúgving sum
fólkaskúlalærari.
•
góðan kunnleika um føroyska skúlaverkið, søguna og andan í fólkaskúlanum
og -lógini
•
hug og hegni til námsfrøðiliga menning og ráðgeving. Royndir innan
námsfrøðiliga ráðgeving og gransking er ein fyrimunur.
•
holla vitan um námsætlanir og rák, sum eru kring okkum innan
námsætlanarøkið, og hegni til sjálvstøðugt at meta um, hvat hóskar til
føroyska skúlaverkið og hví
•
góðan førleika at orða seg væl á føroyskum í skrift og talu
•
góð samstarvsevni
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at menna skúlaverkið. Starvið
hevur nógvar skiftandi uppgávur og nógv samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á
høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning
eru góðir.
Umsókn
Skrivlig umsókn merkt ‘serfrøðingur’ saman við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal
sendast til:
Nám
Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Ella sum teldupostur á eydun@nam.fo
Umsóknin skal vera Námi í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. juni 2018.
Ynskjast fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Gaard, stjóra í
Námi, á tlf. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.
Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisø-
kini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og
undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 23 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at
Námi, og har arbeiða 7 fólk.