Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 8 LASTBILAR Vit mugu kannað málið nærri - Vit hava ikki fingið nakrar fráboðanir, um at trygdin í arbeiðinum við Eysturoyartunnilin ikki er í lagi, men tá vit hoyra um slíkt verða vit noyddir at taka eitt prát við partarnar, sigur stjórin í Arbeiðseftirlitinum. DANJAL AV RANA S osialurin hevur sent hon­um nakrar spurn­ ing­ar, bygdar á tað, sum last­bilaførararnir hjá I. R. Last­bilum hava greitt frá um arbeiðsumstøðurnar í Eyst­ur­oyar­ tunl­inum. Leivur Pers­son, stjóri í Ar­beiðs- og Bruna­eft­ir­lit­in­um sigur, at hetta alt er nýtt fyri hann og at tey ikki kennast við nakrar slíkar trupulleikar. - Hetta gevur okkum kortini eina orsøk til at seta okkum í sam­band við bæði I. R. Lastbilar og NCC um trygdina í tunlinum. Hann greiðir frá, at sum høv­ uðs­arbeiðstakari hevur NCC gjørt eina tilbúgvingarætlan og trygdarætlan fyri verkætlanina, sum Arbeiðseftirlitið hevur góð­ kent. Hesi trygdarætlanini skulu eisini allir undirveitararnir hjá NCC, sum I. R. Lastbilar, fylgja. - Vit hava verið á vitjan hjá NCC, tað var gott nokk Strandamegin, men tá fingu vit ta fatan, at øll trygdin var, sum hon skuldi vera. Tá tosaðu vit millum annað um hesi armbondini, sum skráseta, hvør er inni í tunlinum. Tað tóktist sum NCC tók hesa uppgávuna í stórum álvara, sigur Leivur Pers­ son. Stjórin eigur ábyrgd av trygdini Hann sigur, at stjórin í einum felagið er ovasti ábyrgdarhavari av sínum starvsfólkum og hevur skyldu til at tryggja, at trygdin hjá starvs­fólkunum er í lagi. - Tað er ikki ein ábyrgd, sum hann kann skúgva yvir á høvuðs­ ar­beiðstakaran. Tað er kanska ein sáttmálaspurningur, júst hvør skal rinda fyri útgerðina, men tað er eingin ivi í, at báðir part­ar hava skyldu til at syrgja fyri, at arbeiðsfólkini eru trygg, tá tey eru til arbeiðis. NCC hevur eis­ini skyldu til at syrgja fyri, at øll ar­ beiðs­fólkini í verkætlanini, bæði teirra og tey hjá undirveitarunum, liva upp til somu tryggleikakrøv, sigur Leivur Persson. Tað eru tí báð­ir partar, sum hava ábyrgd av tryggja, at neyðugu maskurnar eru í røttu bilunum. Hann greiðir frá, at partur av til­búgvingini hjá NCC í samband við eldsbruna og líknandi óhapp í tunlinum, er at lufttættir kon­teyn­ ar­ar eru settir upp inni í tunlinum. - Hesir kunnu nýtast, um eld­ur kemur í inni í tunlinum. Starvs­ fólk­ini kunnu tá leita sær til hesar kon­teynararnar, har ilt verður pumpað inn, um teimum ikki eydn­ast at koma út úr tunlinum, sig­ur Leivur Persson. Hann hevur annars nógv rós at bera NCC í hesum sambandi og sig­ur, at higartil eru eingi álvarsom ar­beiðsóhapp hend í samband við tunnilsgerðina. - Vit uppliva NCC sum eina sera væl rikna fyritøku, sum hev­ur gott skil fyri trygdini á arbeiðs­pláss­in­ um, men vit mugu sjálvandi seta okk­um í samband við teir, tá vit hoyra um slíkar fráboðanir, sigur Leiv­ur Persson. Hann sigur, at hendingin við brenn­andi lastbilinum, sum last­ bila­førararnir tosað um, ikki er skrásettur hjá teimum. - Tað er ikki óvanligt, at eldur kem­ur í maskinur á einum slík­ um arbeiðsplássi, men tað er ikki altíð, at tað verður mett sum eitt arbeiðsóhapp, og als ikki, um eingin mansskaði stendst av hend­ingini. Men hetta er eitt gott høvi at tosa við bæði I. R. Lastbilar og NCC um, hvussu tey gera, um eld­ur kemur í ein lastbil ella aðra mask­inu, bæði innan fyri og uttan fyri tunn­ilin, sigur hann.