hósdagur 21. juni 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
7
Øll míni
viðurskifti
eru í lagi
Allir, sum koyra fyri I.R. Lastbilar í dag,
eru nøgdir við arbeiðsumstøðurnar,
sigur Rasmus Rasmussen, stjóri.
DANJAL AV RANA
R
asmus Rasmussen, stjóri hjá I.R.
Lastbilum, vísir øllum atfinn
ingunum aftur.
- Øll míni viðurskifti eru í
lagi. Um onkur trygdarviðurskifti ikki eru,
sum tey skulu, er tað ábyrgdin hjá NCC,
sigur hann.
Lastbilaførarar hava sagt Miðlahúsin
um frá, at teir koyra uttan setanarskriv, at
arbeiðsdagarnir eru óforsvarliga langir, at
allir ikki fáa løn til tíðina og at øll heldur
ikki fáa somu løn. Rasmus Rasmussen
kennir einki av hesum aftur.
- Tað kann vera, at onkur av teimum,
sum er byrjaður seinastu tvær vikurnar
ikki hevur fingið setanarskriv, men so vítt
eg veit, koyra allir nú við setanarskrivi.
Onkur hevur verið, sum ikki vildi skrivað
undir setanarskrivið, men tað má so verða
upp á teirra rokning, sigur hann.
Rasmus Rasmussen sigur, at arbeiðið
hjá lastbilaførarunum er skipað eftir
somu vaktum, sum starvsfólkini hjá NCC
hava, tað vil siga, at tey arbeiða í 12 tíma
vaktum.
- Um onkur kanska tekur sær eyka
tímar, er upp til bilføraran sjálvan. Tað
lættir sjálvandi um hjá mær, um onkur
bilførari manglar, men eg trýsti ongan
til at arbeiða longur, enn teir sjálvir vilja,
sigur stjórin.
Hann sigur, at í løtuni hevur hann 12
lastbilar knýttar at arbeiðinum í Eystur
oyartunlinum. Sjey teirra koyra fast inn og
út úr tunlinum, meðan fimm eru knýttir
at øðrum arbeiðið í samband við tunnilin.
- Øll vanlig trygdarútgerð er í bilinum,
so sum eldsløkkjari og annað. Eyka
trygdarútgerð, sum krevst í samband við
arbeiðið inni í tunlinum, er ábyrgdin hjá
NCC, men so vítt eg veit, so hava í øllum
førum teir sjey bilarnir, sum koyra inn
og út, neyðugu trygdarútgerðina, so sum
maskur, og bilførararnir hava neyðugu
armbondini, sigur Rasmus Rasmussen.
- Eg tori at halda upp á, at øll, sum
koyra fyri I.R. Lastbilar á Hvítanesi í dag,
eru nøgd við sítt arbeiði og sínar arbeiðs
umstøður. Tey fáa øll løn til tíðina, bæði
føroyingar og útlendingar, og tey fáa øll
somu løn fyri sama arbeiði, sigur hann, og
vísir sostatt øllum atfinningunum frá sær.
- Um onkur er, sum er ónøgdur, skulu
tey vera vælkomin inn á skrivstovuna hjá
mær til eitt prát, sigur Rasmus Rasmussen.
Úrslitið er, at bilførararnir í summ
um førum koyra upp í 20 tímar um dagin.
Onkuntíð eru einans fimm tímar, frá teir
seta bilin frá sær klokkan hálvgum tólv um
kvøldið, til teir seta seg í bilin aftur klokkan
hálvgum fýra morgunin eftir.
- Vit koyra sera nógv. Tað er púra vanligt
at koyra eini 18 tímar um døgnið, onkuntíð
hava vit koyrt heilt upp í 23 tímar út í eitt,
greiða teir frá.
Bilførararnir halda, at kanska er tað júst
hetta, sum er orsøkin til, at teir ikki fáa
nakað setanarskriv.
- Um vit fáa eitt setanarskriv, fáa vit
eisini treytir og reglur, sum arbeiðsgevarin
má halda. So hava vit eitt pappír, sum vit
kunnu vísa til og so standa vit kanska sterk
ari í myndini, sigur annar lastbilaførarin.
Fleiri fáa ikki løn
Teir greiða frá, at seinastu tíðina eru eisini
alsamt fleiri útlendingar komnir at koyra
fyri felagið, kanska í tráð við at fleiri og
fleiri føroyingar gevast, orsaka av vána ar
beiðsumstøðunum.
- Men arbeiðsgevarin heldur heldur ikki
lyftini, sum útlendingarnir hava fingið. Nú
eru 12 teirra her, men eg veit ikki, um nakar
teirra man fáa lønina, sum teimum er lovað.
Hjá onkrum er so galið, at teir hava biðið Leif
Erik í Gullhorninum geva sær mat, siga teir.
- Eg trúgvi einki upp á, at NCC veruliga
skilir, hvussu skilið er. Tað kann ikki passa,
at hetta verður góðtikið í tí, sum er Føroya
størsta verkætlan, siga teir.
Lastbilaførararnir hava eisini verið og
kært sína neyð hjá Havnar Arbeiðarafelag,
tó uttan at tað hevur broytt nakað.
- Eg skilji ikki, hví teir einki gera. Tá teir
fáa at vita, at eingin hevur setanarskriv, hví
møta teir ikki upp á arbeiðsplássinum og
greiða arbeiðsmonnunum- og kvinnunum
frá, hvørji rættindi vit hava. Vit uppliva so
ikki, at teir taka sær av okkara áhugamálum,
siga lastbilaførararnir.
Trygdin er ikki í lagi
Eftir øllum at døma eru eisini fleiri brot á
trygdarreglurnar galdandi á arbeiðsøkinum.
Tað er eitt krav, at ein maska skal vera í øll
um bilunum, sum koyra inn í tunnilin. Hetta
er trygdarútgerð í samband við eldsbruna í
tunlinum. Førararnir, sum vit hava tosað við
siga, at maska bara er í okkurt av helvtini
av bilunum.
- Ein dagin kom eldur í ein av lastbilunum,
men til alla lukku var hann júst sloppin út úr
tunlinum. Hevði hann staðið í ljósum loga í
tunlinum, kundi støðan verið álvarslig, tí tá
vóru vit allir inni í tunlinum siga teir.
- Ein annar vandi í hesum sambandi er,
at ikki allir bilførararnir hava armband.
Armbandið skrásetir, hvør er inni í tunlinum,
og er tað neyðugt at vita í vandastøðu, siga
teir.
Lastbilaførararnir halda eisini, at stjórin í
ávísum førum fer langt út um sínar heimildir.
Teir fílast á, at stjórin hevði teir undir eft
irliti alla tíðina. Allir lastbilarnir hava eina
gps-flís, so at eigarin sær, hvat bilurin er.
Sambært lastbilaførarunum verður hetta
brúkt til at hava eftirlit við arbeiðsmonn
unum, at teir ikki taka sær ov langar støðgir.
- Onkuntíð kann stjórin finna upp á at
ringja til tín, um hann heldur, at bilurin
hevur staðið stillur ov leingi, siga førararnir.
Arbeiðarafelagið er kvirt
Lastbilaførararnir eru greiðir um, at hendan
støðan ikki kann halda fram.
- Talan er um Føroya størstu verkætlan.
Tað kann ikki bera til, at hon skal byggjast
á slíka vanrøkt av arbeiðsfólkunum.
Harumframt er trygdin heldur ikki í lagi,
men tíbetur hevur tað spælt væl av higartil.
- Tað er eingin ivi um, at her eigur
Havnar Arbeiðarafelag at koma upp í leikin
og tryggja, at arbeiðsgevarin heldur seg
til galdandi sáttmálar og veitir arbeiðs
fólkunum tey skjøl og rættindi, sum tey hava
lógarfestan rætt til, siga teir.
Hans Joensen, formaður í Havnar
Arbeiðarafelag, vil ikki gera stórvegis
viðmerkingar í miðlunum. Hann váttar, at
ein maður hevur verið á skrivstovuni og
klagað um ymisk viðurskifti í samband við
eina uppsøgn hjá sær, millum annað, at hann
einki setanarskriv hevði fingið.
- Hetta er kortini so nýtt, at vit fara nú
undir at kanna viðurskiftini, áðrenn eg fari
at úttala meg um málið, sigur Hans Joensen.