hósdagur 21. juni 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
6
LASTBILAR
Einki setanarskriv, 18 tímar arbeiðsdagar og manglandi trygdarútgerð er
gerandisdagurin hjá lastbilaførarunum, sum koyra grót av Hvítanesi til Sund.
DANJAL AV RANA
- Eg havi ikki upplivað slíkt í Før
oyum fyrr, sigur ein lastbilaførari,
sum Miðlahúsið hevur verið í sam
band við.
NCC er komið væl áleiðis við at
bora Eysturoyartunnilin. Í dag eru
5.810 metrar sprongdir av teimum
tilsamans 11.250 metrunum, sum
skulu spreingjast. Av Hvítanesi
og móti rundkoyringini undir
Saltnesgrynnuni eru 2.807 metrar
boraðir.
IR Lastbilar eru undirveitarar
hjá NCC og fingu uppgávuna at
koyra grótið av Hvítanesi og inn
á Sund. Men sambært lastbila
førarunum er tað undir langt frá
nøktandi, skipaðum viðurskiftum.
Eingi setanarskriv
- Vit fáa ikki eingongd setanarskriv,
hóast tað er eitt lógarkrav. Tað
merkir so eisini, at vit einki skjal
hava, sum vísir, hvørja avtalu vit
hava við arbeiðsgevaran um løn,
arbeiðstríð, frítíð ella treytir ann
ars, sigur ein teirra, sum vit hava
tosað við.
Sambært førarunum, sum vit
hava tosað við, er tað eisini heldur
so sum so við lønarútgjalding.
Onkrir fáa altíð løn til tíðina, meðan
aðrir hava verið fleiri mánaðir aft
urút. Av tilvild varnaðust teir eis
ini, at kvinnur og menn ikki fingu
somu løn fyri sama arbeiði.
- Tað er bara enn eitt dømi um,
at stjórin ger júst sum tað passar
sær. Vit fingu lova, at vit skuldu
koyra eftir sama sáttmála, sum
J&K koyrir eftir á Glyvursnesi, men
tá vit seinni kanna tað, fáa vit at
vita, at tað er ein seravtala, sum
einans er galdandi fyri arbeiðið á
Glyvursnesi, siga teir.
KOYRA UNDIR
ÓLÓGLIGUM
VIÐURSKIFTUM