Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018 SOSIALURIN 70 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 2. partur N ú verður hildið fram við frásøgnini um fyrsta túrin til skips 3. juni 1958. Dagurin umborð Dagligdagurin við eini slupp sum Báran var tann, at purrað varð út tíðliga á morgni, og aft­aná morgunmat var farið til snell­ur­ nar. Fiskaríið var misjavnt, men tað ráddi um at standa við, ann­ ars var eingin inntøka. Her var jú talan um sjálvdrátt, har hvør mað­ ur fekk inntøku í mun til talið á fiski, hann dró inn á dekkið. Hvør maður hevði sín lippu­ kassa við tveimum rúmum. Tá ið hann hevði drigið ein fisk, varð hann fyrst blóðgaður, meðan dorg­ in rann niður aftur. Lippan varð skor­in av og koyrd í tað minna rúmið í lippukassanum. So varð fisk­urin blakaður í fiskakassan til allar hinar. Hampiligur fiski­ skap­ur var 100 fiskar um dagin ella gott tað hjá hvørjum manni. Tá ið dagurin var liðin, vórðu lipp­ur­n­ ar fyri dagin taldar upp og talið nið­urskrivað. Tá ið vikan varð liðug, vórðu all­ar lippurnar fyri vikuna taldar, og skip­arin skrivaði niður samlaða talið hjá hvørjum manni. Tá taldi eingin maður hjá sær sjálvum. Hvør maður taldi hjá øðrum undir um­sjón av bestamanninum fyri at tryggja, at alt gekk regluliga fyri seg. Annars var tað merkiliga við sjálv­drátti, at menn kundu standa lið um lið og harvið hava somu møgu­leikar at fiska. Teir gjørdu sama innsats. Men tað vísti seg, at hjá summum monnum lá altíð betri fyri at fiska enn hjá øðrum. Hetta er eitt fyribrigdi, sum eingin hev­ur kunnað forklárað. Annars var sjálvdráttur ein órættvís skip­ an, tí møguleikarnir at fiska vóru ym­iskir alt eftir hvar ein stóð á skip­inum, aftast og fremst vóru bestu plássini. Tá ið fiskurin skuldu reinsast var eins nógv at gera hjá tí, sum fiskaði lítið sum hjá tí, sum fiskaðu nógv. Sjálvur hevði eg pláss undir lið­uni á Eliasi Martin Tvørfoss úr Norðra­gøtu, sum var ein góður fiski­maður. Hann var giftur við abba­systir míni, Emilju, og hevði av hesi orsøk ein serliga umsorgan fyri mær. Hann var áhugaður í pol­it­ikki og felagsviðurskiftum. Eis­ini var hann eitt skifti sókn­ar­ for­maður fyri FF í Gøtu. Sum nógvir gamlir fiskimenn var hann nakað pátrúgvin. Minn­ ist eina ferð hann dró upp, tí fiskur var á hjá honum. Eg segði tá við hann: “Elias Martin, nú hevur tú kent!” Beint tá misti hann fiskin, og hann segði: “Hevði tú sagt tað fyrr, hevði eg eisini mist hann fyrr”. Hetta kallaðist at spurtunga, og tað var ikki væl sætt. Hetta end­ ur­tók seg heldur ikki. Farið varð sum frá leið burtur frá sjálvdrátti til samveiðu, har all­ir fingu líka løn. Sjálvdráttur kundi tó koma fyri fram til 1970-árini. Snelluveiða til saltfisk und­ir Íslandi mundi eisini falla burt­ur um somu tíð. So hvørt Ís­land flutti fiskimarkið út, fór grund­arlagið undan hesi veiðu. Ikki minsti hevði útflytingin av fiski­markinum til 12 fjórðingar í 1958 stóran týdning. Reinsing Tá ið drigið var inn fyri dagin var farið at reinsa. Her hevði hvør mað­ur sítt starv. Ein avhøvdaði, ein ungur legði uppá borðið til teir, sum flaktu. Tveir flaktu saman, ann­ar spretti, og hin tók ryggin úr. So var ein av teimum ungu, sum vask­aði fiskin niður í lastina. Her legði lastamaðurin fiskin, og ein mað­ur stroyddi salt á. Lastamaðurin var annars ser­ liga løntur. Hansara høvuðs­upp­ gáva var at ríva fiskin um. Fisk­ urin skuldi saltast umaftur, tá ið hann hevði ligið nakrar dag­ar í salti. Fiskurin varð fyrst lagd­ur í miðjuna av lastini, og við um­rív­ ingini varð hann lagdur út í krubb­ ur­nar. Lønin hjá lastamanninum fyri hetta var miðalinntøkan hjá fimm teimum bestu fiskimonnunum. Men hevði hann eina løtu tøka, kundi hann eisini fiska og hetta fekk hann so eisini løn fyri. Tí kundi hann gera tað nokk so gott. Tað sama var galdandi fyri kokkin og skiparan, sum fingu serliga løn fyri sítt arbeiði, men sum eisini kundi fiska umframt, tá ið høvi var til tað. Sunnudagar var farið inn Sunnudagar varð ikki fiskað. Hend­an dagin skuldi friður vera, og manningin skuldi sleppa at hvíla seg. Kokkurin bakaði kaku sunnu­dag og omaná døgurða fekst bud­ingur. Døgurðin sunnudag var eis­ini tann besti, sum kundi út­veg­ast. Men kokkurin hevði onga frysti­ boks, so tað lá ikki altíð fyri at fáa fekst kjøt. Hetta varð tó keypt, hvørja ferð komið var í havn. Tað var tó mark fyri, hvussu leingi kjøtið kundi halda seg feskt. Ein vanligur døgurði, sum var ein avleiðing av hesum, var saltkjøt við ertrasúpan. Kjøtið kom um­ borð í tunnum og varð vatnað út, áðrenn tað varð kókað. Ein ann­ar van­ligur rættur var Corn­ed Beef, kjøt í blikkum, sum varð koyrt bein­leiðis á pannuna. Tað kom vist úr Argentina. Feskur fiskur var sjálvandi eis­ ini á skránni. Men rættuligt góð­ gæti var annars ræstir kjálkar bak­aðir í skuffu og lippur – bæði fesk­ar og ræstar. Lippurnar kundu jú brúkast, tá ið tær vóru skrá­ settar. Mjólk var bara Molly pulv­ ur­mjólk ella Mollymjólk í blikkum, sum skuldi tynnast við vatni. Teir flestu sunnudagarnar var farið inn í eina havn. Fyrstu ferð var á Ísafirði uppi á Vestfjarðunum. Hetta var sjálvsagt eitt upplivilsi. Sjálvdrátturin kom úr Hetlandi. Hann skapti kapping millum menninar, men hon var ikki heilt rættvís SJÁLVDRÁTTUR VAR ÓRÆTTVÍSUR Til skips fyri 60 árum síðani: Báran, sum hon var teknað av íslendska dronginum á Ísafirði Tað var spennandi at koma inn á Ísafjørðin. Hjá teimum ungu mundi hetta vera fyrstu ferð teir vóru uttanlands.