hósdagur 21. juni 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
25
Komandi partur
Í komandi parti verður farið aftur til sambandið
millum Føroyar og Hetland, eisini grundað á bókina
The Cod Hunters hjá hetlendinginum John Goodlad.
Hjá teimum flestu av teimum
ungu, var hetta fyrstu ferð, teir
vóru í landi uttanlands.
Hetta var fyrstu ferð eg sá eitt
flogfar, sum var ein vatnflúgvari
av tí gamla slagnum, sum syrgdi
fyri sambandi millum býirnar í
Íslandi.
Ein sjómanstrúboðari kom
umborð við eini grammofon. Á
henni spældi hann sálmar og
hevði eina stutta talu á norskum.
Síðani bjóðaði hann øllum á møti
um kvøldið, og teir vóru fleiri sum
fóru.
Onnur føroysk skip komu eisini
inn, og tá var stuttligt at kenna
fólk, sum ein kendi.
Frá hesi vitjan á Ísafirði er eisini
eitt serligt minni, sum lesararnir
skulu fáa gleði av. Har var ein
ungur drongur, sum plagdi at
tekna føroysku skipini, sum komu
inn. Tað bar so til at keypa hesa
tekning frá honum. Tað gjørdi
Jónsvein, sonur skiparan. Hesa
tekning eigur hann enn, og hann
hevur hana hangandi við hús. Tað
er eingin ivi um, at drongurin hev
ur havt gávur, og tað kundi verið
áhugavert at frætt, hvat ið er blivið
av honum.
Tað var tó ein døkkur dámur
yvir hesa vitjan. Beint framman
undan hevði eitt føroyskt skip
verið inni. Her var hent tað óhapp,
at skiparin var dottin av bryggju
kantinum og niður á dekkið. Fallið
var so meint, at hann doyði.
Vit vóru enn eina ferð á Ísafirði.
Báran hevði fingið ein leka. Fyri
at greiða hetta á lættasta hátt,
varð skipið lagt at bryggjuni so
nær botni sum gjørligt á flóð.
Tá ið tað fjaraði, og skipið stóð
á turrum, skuldi lekin tettast.
Hetta eydnaðist eisini, men tá ið
tað fløddi aftur, stóð skipið fast, so
tað slapst ongan veg.
Hetta gav okkum meira tíð inni
á Ísafirði, inntil tað eydnaðist at
fáa skipið flotað.
Vit vóru eisini inni á Patreksfirði
og Siglufirði. Inni á Siglufirði
fóru vit niðan á Frelsunarherin
at keyptu rómastamp. Vit eru
fleiri, sum enn minnast, hvussu
væl hann smakkaði. Har høvdu
teir tá ein sjúkling av Gulldrangi,
kendu sluppini úr Fuglafirði. Tað
var sonur Meinhard, skiparan,
Theodor. Vit komu seinni at kenn
ast sum nevndarlimir í Havsbrún.
Hann doyði alt ov ungur.
Heimferðin
Vit royndu fyrst á Vesturlandinum
og fóru so upp á Norðlandið, har
vit eisini royndu við “Steinin”, Kol
beinsey, sum nógv altjóða stríð
hevur verið um.
Tað var spennandi at tosa um
Steinin. Har kundi vera rokveiða,
og tað kom fyri, at ein túrur kundi
bjargast eftir fáum døgum við
Steinin. Minnist tó einki til, at vit
gjørdu nakað kvett har, hóast vit
neyvan hava verið heilt sørir.
Vistu frammanundan, at
túrurin var avmarkaður. Bár
an skuldi fara heim at fara á
sildaveiðu. Hetta merkti, at vit
skuldu vera heima um mánaðar
skiftið juli/august.
Longsulin hevði verið stórur at
byrja við. Men tá ið tíðin nærkaðist,
var rættiligur spenningur um
borð. Og tá ið snellurnar vóru
drignar inn seinastu ferð, var lagið
gott.
At sigla heim kundi taka einar
tveir dagar. Tað mest spennandi
var at síggja land.
Eingin radari var og nautiska
útgerðin var avmarkað. Tí var
tað leingi ein opin spurningur,
nær land kundi síggjast. Men júst
henda dagin var gott sýni, og land
sást leingi áðrenn vit kom at landi.
Hampiligur túrur
Veiðan varð landað í Norðragøtu.
Hetta var náttúruligt. Reiðarin
hevði ein fiskakjallara og eitt lítið
turkarí, so hann keypti fiskin fyri
ásettan prís. Hetta gav fitt av ar
beiði í bygdini, eisini av at vaska
fiskin. Prísurin varð ásettur av
saltfiskanevndini, har bæði virki
og fiskimenn vóru umboðað. Tað
sigur nakað um broytingar í fiski
vinnuni, at meðan framleiðsla av
saltfiski í mong ár var avgerandi
fyri føroysku fiskivinnuna, so eru
tað nú meira enn 20 ár síðani, at
nakar saltfiskur var flaktur um
borð á fiskiskipi.
Spenningurin var nú, hvussu
nógv ið veiðan vigaði. Hon var mett
til 200 skippund à 160 kg, ella um
32 tons. Hetta var tó ein varisliga
meting. Árið frammanundan var
endaliga vektin munandi minni
enn mett. Og er tað nakað, sum
er skuffandi fyri ein fiskimann,
so er tað, at vektin roynist illa. Tí
vóru menn nú meira varnir. Men
tá liðugt var at landa, so var vektin
heili 250 skippund. Tá var gott lag
á monnum.
Spurningurin var nú, hvat ið
avrokningin fór at geva. Sáttmálin
segði, at av veiðuvirðinum skuldu
42% tillutast teimum “sum fiska”.
Hetta merkti, at hesi 42% skuldu
býtast millum samlaða fiskatalið,
sum veitt var. Tað sum tí var mest
spennandi við avrokningini var,
hvat ið fekst fyri hvønn fiskin.
Hetta bleiv 50 oyru við nøkrum
desimalum. Hetta sigur nakað um,
at fiskurin var smáttfallandi.
Sjálvur hevði eg veitt 2.020 fisk
ar, so hetta gav umleið kr. 1.000.
Provianturin skuldi trekkjast av,
tá vóru kr. 800 eftir.
Men so fekst kr. 200 í prísviðbót
frá lønjavningargrunninum, tí al
menna, so samlaða inntøkan bleiv
kr. 1.000 fyri tveir mánaðir. Tað var
ikki so galið. Teir vaksnu menninir
høvdu fingið upp dupult so nógvar
lippur, og inntøkan gjørdist so har
eftir.
Aftaná saltfiskatúrin varð farið
á saltsildaveiðu við gørnum, sum
eisini er ein farin tíð.
Tíðin aftaná
Eg var við Báruni fram til 1961,
men tað var tó ikki farið aftur á
saltfisk. Vit vóru á sildaveiðu við
gørnum, har tað gekk rímiliga væl.
Eisini vóru vit á hemaraveiðu við
misjøvnum úrsliti. Vit royndu
eisini við Rockall, so hann sóu
vit eisini. Nakrar túrar var farið á
ísfiskaveiðu. Landað varð í Aber
deen. Her vóru handilsketur sum
New Market og Woolworth, sum
kundu imponera ein føroyskan
bygdardrong. Seinni fór Báran á
laksaveiðu. Men seinast í 1960-
unum hevði hon tænt fyri seg
og bleiv søkt. Tað sama bleiv hin
gøtusluppin, Fimm Systkin. Hetta
var endin á slupptíðini í Gøtu.
Tíðin við Báruni og ikki minst
tann fyrsti túrurin gav eina bar
last, sum hevur verið til gagn í
eftirtíðini.
Teir flestu av teimum, sum vóru
við Báruni í 1958, eru farnir foldum
frá. Av teimum tá tilkomnu er vist
bara Frederik Gøte eftir. Hann
giftist til Leirvíkar. Hann verður
84 ár tann 21. august. Tað er lætt
at minnast til, tí vit hava sama
føðingardag. Hann sigldi nógv
við Skipafelagnum sum kokkur.
Tað eru 25 ár síðani javnaldurin,
skúlafelagin og skipsfelagin við
Báruni, Eivind Heinesen, doyði.
Arnold Garðshorn sigldi nógv
við Norrønu. Vit kappaðust um
at fiska, vóru nokk so javnir, men
hann hevði munin.
Ein sum kom við Báruna beint
eftir tann fyrsta túrin var Hjalm
ar Gaard Olsen úr Fuglafirði.
Hann var kokkur, og vit eru fleiri,
sum enn minnast, hvussu góður
kokkur hann var. Hann skakaði
onkran av teimum gomlu við at
vaska dúrkið í lugarinum mitt á
túrinum og at geva monnunum
boð um at fara úr stilvunum niðri
í lugarinum.
Fiskimannasøga
Henda frásøgn kann vera eitt íkast
til fiskimannasøguna og eisini til
skipasøguna í Gøtu. Tað er óneyð
ugt at siga, at her er so nógv broytt,
at tað er ringt at lýsa tað. Nøkur ár
seinni fóru gøtumenn inn í línu
bátatíðina við Finni Fríða. Hetta
var í sær sjálvum ein stór broyting,
og so ikki fyri at tala um tað, sum
er hent seinni.
Eg var sjálvur í 1962 á sildaveiðu
við Gulenni saman við Dunga
Jákup, Jákup Jacobsen. Tað er
hugaligt at síggja hvussu hann
saman við góðum fólki hevur
ment eina ta fremstu fyritøku í
landinum.
Lippukassin. Holið gekk
niður í tað minna rúmið, har
dagsins lippur vóru koyrdar.
Lippan verður skorin. Verdandi 1939. Hesar
myndir eru tiknar av Hans Djurhuus.
Kokkur við døgurðapottinum. Umborð á Verdandi í 1939.