hósdagur 21. juni 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
26
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum,
sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini
eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er
viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Dennis Holm
Borgarstjóri
S
ummartíðin er tíðin har summar
stevnur verða hildnar kring landið,
og nú í vikuskiftinum verður jóan
søkustevnan hildin í Vági.
Hetta er tíðin við ljósum summarnætrum,
har myrkið bara í skamma stund vinnur á
ljósinum. Eftir midnátt skýmur og myrkir í
eina løtu, men so lýsnar aftur og sólstrálur
úr eystri gylla dalar og fjøll, og næsti dagur
byrjar.
Í útvið 100 ár er siðbundna jóansøku-
stevnan hildin í Suðuroynni, líka ár í Vági og
ólíka ár á Tvøroyri. Jóansøkustevnan verður
hildin á hásumri, vanlig ár hildin tættasta
vikuskiftið við jóansøkudag 24. juni.
Jóansøkan í Vági hevur seinastu árini
ment seg til at verða ein stevna, sum fevnir
um alla jóansøku vikuna. Í ár er onki und
antak og byrjaði jóansøkuskráin 2018 við
summarkonsert við kórinum Ljómi í Vágs
kirkju sunnudagin.
Sjálv jóansøkan verður sett fríggjakvøldið
kl. 19 á Minnisvarðaøkinum í miðbýnum
í Vági. Sum vant er skrúðgonga við m.ø.
Ítróttafeløgum úr Vági frá Gamla Skúla og
út á Minnisvarðaøkið.
Í ár fer Guðmundur Joensen, leiðari av
Ítróttaháskúlanum í Suðuroy at seta Jóan
søkuna. Guðmundur hevur saman við
starvsfólkatoyminum á Ítróttaháskúlanum
ment eitt framúr spennandi háskúlatilboð
til ung í Føroyum og uttanlands – og hevur
hetta eisini ført við sær, at nýggir spenn
andi vindar spakuliga blása inn yvir Vágs
fjørð. Spennandi hevur verið at fylgja við
Ítróttaháskúlanum og framtíðin sær lov
andi út, nú nýggir næmingabústaðir verða
bygdir, samstundis sum farið verður undir at
betra um onnur hølisviðurskifti hjá Ítrótta
háskúlanum.
Fjøltáttað jóansøkuskrá
Sum verða man, so er Jóansøkuskráin merkt
av ítrótti og mentan – mentan meint í breið
Vælkomin á
jóansøku í Vági
Spennandi hevur verið at
fylgja við Ítróttaháskúlanum
og framtíðin sær lovandi út,
nú nýggir næmingabústaðir
verða bygdir