hósdagur 21. juni 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
27
astu merking. Fjøltáttaða skráin fevnir um
hópin av ítrótti innan fleiri ítróttargreinar,
og eina røð av mentanartiltøkum, frá lista- og
myndaframsýningum til kórsang, konsertir,
og livandi tónleik annars. Á skránni eru
eisini útimøtir, tivoli og dansur og mangt
annað.
Hvør í sínum lag leita okur til tey tiltøkini
og tilboðini, sum hevur okkara áhuga, antin
talan er um list, tónleika, tivoli ella ítrótt.
Jóansøkunevndin hevur lagt doyðin á, at
okkurt skal verða fyri øll, at øll skulu hava
okkurt at fara til. -Og tað at fáa møguleikan
at fara til spennandi tiltøk og samstundis
heilsa uppá fólk og fáa eitt gott prát, er ein
týðandi partur av bæði jóansøkuni og av
trivnaðinum her á staðnum.
Fyriskipararnir av jóansøkuni eiga stórt
rós fyri tað stóra arbeiði tey ár um ár leggja
í bæði fyriskipan av jóansøkum og í at skipa
innihaldið í ítróttar- og frítíðarfeløgum.
Okur eiga heldur ikki at gloyma at talan
er um sjálvboðið arbeiðið okkum øllum at
frama – og eiga feløgini hjartans tøkk fyri
tað.
Spennandi útgáva jóansøkuvikuna
Í mun til undanfarin ár fevnir jóansøkan
í ár eisini um ein útgávu av yrkingasavni.
Tað er kenda skaldið Niels Petur Nolsøe,
eisini kendur sum NePtuN, sum gevur út
yrkingasavn undir heitinum “Um heimlig
tún”. Í samband við útgávuna er eisini kvøld
seta í Stóra Pakkhúsi tórskvøldið.
NePtuN hevur seinastu gott og væl hálvt
hundrað árini ríkað okkum løturnar við
millum annað yrkingum, tættum, skemti
sangum og sálmum – og ikki minst við
dýrabærum sangum um heimbygdina og
náttúruna í nærumhvørvinum. -Og gleði eg
meg serliga nógv til kvøldsetuna, har yrk
ingasavnið “Um heimlig tún” verður borið
fram.
Ítróttur og jóansøkan
ganga hond í hond
Uttan ítrótt var jóansøkan fátøk og sigast
kann, at ítróttur og jóansøkan ganga hond í
hond. -Tá tað samstundis gongur gott ítrótt
arliga, og her hugsi eg kanska serliga um
summarstevnurnar og kappróðurin í Vági,
so er spenningurin sum verða man stórur.
Fólkini handan Vágs Kappróðrarfelag
hava við hepnari hond ment felagið seinastu
árini, soleiðis at kendu svørt-hvítt littu bát
arnir hjá Vágs Kappróðrarfelag eru sera væl
umboðaðir á summarstevnununum í ár – og
hartil kappast í front.
Lítið er at ivast í, at stóra mannamúgvan
við kappróðrarmálið á Løðhamri á jóansøku
fer meiri enn annað-hvønn róður at halda
ondina seinastu 20, 30, 40 tøkini, við vón um
at hvíti báturin við svørtum stokkum og
svartari rim ferð fyrstur um málstrikuna.
Sami spenningur er sjálvsagt viðvíkjandi
10. mannaførunum, har Suðuroyingur skal
endurtaka jóansøkuróðurin frá 2012, tá Suð
uroyingur vann.
Jú, ítróttur savnar fólk til felags kenslu
og felags samleika, og er tað eisini at gleðast
um, at Suðuroyarliðini í fótbólti hava leitað
saman í felagsliðið, Suðringar. Avbjóðandi
gongdin við fólkatalinum í Suðuroynni
hevur broytt fyritreytirnar á nógvum økjum,
eisini innan ítrótt, og er tað tí at gleðast
um, at okur í felag eru farin undir at skriva
nýggja søgu um fótbóltin í Suðuroynni.
Gongan kann til tíðir tykjast tung, men við
tolni og støðufesti vinna okur fram á mál og
ivist eg ikki í, at okur í felag fara at stríðast í
toppinum í føroyskum fótbólti innan fá ár.
Bjartari tíðir fyri framman
Eftir eitt áramál við lítlum virksemi, tá sam
anborið verður við restina av landinum,
so bendir nógv á, at bjartari tíðir eru fyri
framman.
Í felag kunnu okur gleðast um, at nýggjar
umstøður ár um ár, tær nýggjastu inni
á Oyrunum og vesturi á Eiðinum, leggja
lunnar undir at trivnaðurin her á staðnum
kann gerast so góður sum tilber. Men uttan
møguleikar at fara til arbeiðis, so er trupult
at virka her á staðum, tí fegnast okur eisini
um, at Bakkafrost í næstum fer at økja um
virksemi, soleiðis at arbeiðið verður til fleiri
hendur, samstundis sum arbeiðið gerast
meiri støðugt.
Lokalu vinnufyritøkurnar spenna seg
eisini út ár um ár, og er tað sera hugaligt at
síggja, hvussu nógv virksemi t.d. Rock Trawl
doors, Vágs Skipasmiðja, Tangavirkið, Vágs
Timburhandil, Norcon os.fr. skapa saman
við einari røð av størri og smærri fyritøkum
kring fjørðin.
Nýggjar spennandi fyritøkur hava eisini
sæð dagsins ljós seinastu árini og er tað mín
vón, at hesar kunnu leggja lunnar undir, at
tað aftur verður meiri virksemi og støðugt
arbeiði á eitt nú havnarlagnum í Vági, har tað
jú eru so ómetaliga stórir møguleikar.
Ljósa summartíðin ber boð um ljósar
tíðir við lív og lívsgleði – og tað er mín vón,
at hetta eisini er byrjanin til eina enn bjartari
tíð her á staðnum og í Suðuroynni sum heild.
Seinastu vikurnar hava fólk, fyritøkur,
feløg og kommunan brúkt nógva tíð og orku
til at gera býin kláran til at taka ímóti jóan
søku-gestunum. Jóansøkan er í hond og fari
eg at ynskja øllum hjartaliga vælkomnum til
Vágs á jóansøku.
Lítið er at ivast í, at
stóra mannamúgvan við
kappróðrarmálið á Løðhamri á
jóansøku fer meiri enn annað-
hvønn róður at halda ondina
seinastu 20, 30, 40 tøkini
Ljósa summartíðin ber
boð um ljósar tíðir við lív
og lívsgleði