Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71 6 Sosialurin SANGARIN OG GITTARSPÆLARIN INGOLF OLSEN 75 ÁR Kendi gittarspælarin og hálvi føroyingurin í Keypmannahavn, Ingolf Olsen, fyll­ir í dag 75 ár. Ingolf Olsen er kendur fyri sín­ar fleiri enn 40 plátu- og fløgu­út­gáv­ ur av sálmum hjá Kingo og Brorson. Hann bæði spælir gittar og syngur. Ing­olf vaks upp á Nørrebrúgv, í Blågårdsgade í Keypmannahavn. Pápin, Aksel Olsen, var grønthandlari og listamálari í frítíðini. Mamm­an var Kristianna f. Joensen úr Leynum, dóttir Martinus í Leynum og Rakul. Alex Bærendsen deyður 55 ára gamal Ein syrgilig ar­beiðs­van­ lukka á Varð­anum Pelagic á Tvør­oyri hósdagin kost­ aði eitt mann­a­lív Talan er um kenda sang­aran Alex Bær­end­sen. Vaktleiðarin á løg­reglu­ støð­ini í Havn segði, at van­ lukk­an hendi um 16.10-tíð­ ina hósdagin, og at løgregla og Arbeiðseftirlit hava verið á stað­num. – Vanlukkan hendi, tá ein ar­beiðs­lyfta, sum koyrir á hjól­um, koyrdi á mannin, sum læt lív av stoytinum. Alex Bærendsen, sum var ættaður úr Trongisvági, var ein framúr góður og væl­um­ tóktur gospel- og country­ sang­ari. Hann var við í Nic­o­dem­ us-sangbólkinum og luttók eis­ini á øðrum útgávum hjá M. C. Restorff, men best kend­ur var hann fyri sín­ar egnu fram­førsl­ur og út­gáv­ ur. Tey fyrru árini ofta eins­ a­mall­ur við gittara og sangi. Alex Bærendsen hevur eis­ini givið tónleik út sjálv­ ur, og hann var ein tann fyrsti føroyingurin, sum fór til Nashville í USA at gera inn­spælingar. Í áttatiárunum var sang­ ur­in Barna­minni hjá Al­ex fast­ur táttur í Kvøð­u­ljóm­u­ num í Útvarpinum, og Alex hev­ur eisini lagt rødd til sang­ir sum Til Minnis, Sum Ein Roykur, Eigur Tú Ei Vinir Kendar og aðrar sangir. Eina kendast og best mót­tik­in mundi vera út­ gáv­an Jóla­gleð­in, ið kom í 1990. Henda útgáva, ið var eitt sam­starv við Óla Poul­ sen, verður av mongum mett sum tann ultimativa før­oyska jól­aútgávan og verður enn nógv spæld um jóltíðir. Alex Bærendsen hev­ur eis­ini seinnu árini havt fram­førslur til ymisk til­tøk heima og niðri, og hann hevur fleiri ferðir sung­ið saman við dóttir síni, Kristinu Bærendsen, sum telist millum bestu song­ kvinn­ur, vit eiga her á landi. Alex Bærendsen gjørdist 55 ára gamal. 25. juni 1875 – Ein kongalig fyri­ skip­an tryggjar, at kvin­ n­ur eisini kunnu takast inn á Københavns Uni­ vers­i­tet. 1944 – Týski Schal­burg­ bólk­ur­in hevur sprongt og brent tað mesta av Tiv­oli í Keyp­manna­ havn sum hevnd fyri sab­o­tasj­una ímóti »Riff­ el­synd­i­kat­i­num«. 1972 – Føroyar - Hetland 6-2 (4-1) í Tórshavn 1978 - Argentina vinn­ur HM í fótbólti á heim­a­ vølli við at vinna 3-1 á Holl­andi eftir longda spæl­i­tíð. 2000 – Púra óvætnað verð­ur Herfølge, við før­ oyska Jákupi Mikkelsen í mál­i­num, danskur meist­ari í fótbólti. 2009 – Sangarin og eitt av heims­ins størstu popp­ik­on­um, Michael Jack­son, doyði av hjarta­ steðgi. sdfsdf Bergtórur Hjelm Bjarkhamar 40 ár Í gjár fylti Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sókn­a­rprestur í Hval­vík, 40 ár Bergtórur er ættaður úr Vági, sonur Ullu Bærentsen og Páll Hjelm Bjarkhamar og gift­ur við Halldis Müller úr Hvalba. Bergtórur Hjelm Bjark­ ham­ar tók við embætinum í Norð­streym­oy­ar eyst­ara presta­gjaldi 1. januar í 2011 og varð inn­sett­ur í kallið 30. jan­uar 2011. Og tað verður »føð­ing­ar­dags­barnið«, sum fær heið­ur­in at halda ólav­ søk­u­guds­tæn­ast­una í ár. Tað er tí, at hann er tann elsti av teim­um yngru prest­ u­num í embæti í føroysku fólka­kirkj­uni, sum ikki áður hev­ur prædikað á ólavsøku. Og tað merkir so aftur, at tað eru nógvir aðr­ir prestar at taka av. Fólkakirkjan skriv­ar, at ikki færri enn sjey sókn­ar­prestar standa í røð­ini at præd­ika á fyrsta sinni ólav­søk­u­dag. Av teim­ um er Bergtórur Hjelm Bjark­hamar, tann sum hev­ ur verið longst í em­bæti. Bergtórur og húski hans­ ara búgva í prest­a­garð­i­num í Hvalvík, sum er em­bæt­is­ bú­stað­ur hjá sókn­ar­prest­ i­num í Norð­streym­oy­ar eyst­ara prest­a­gjaldi.