Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Nr. 31 Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI – Frá fyrsta degi í Før­oyum havi eg droymt um at ar­beiða sum sjúkra­systir her. Tað sigur 32 ára gamla Man­ilyn Estrella Jac­ ob­sen, sum er fyrsti filipinari, ið hev­ur tikið prógv í Før­oy­ um sum sjúkr­a­ røkt­ar­frø­ð­ingur Mildrið Jacobsen mildrid@sosialurin.fo – Tað hevur verið øgiliga stræv­ið, og ongin hevði rokn­að við, at eg fór at klára tað, sigur Manilyn Es­trella Jacobsen, sum er fyrsti filipinin, sum hevur fing­ið útbúgving sum sjúkr­ar­økt­ ar­frøðingur í Føroyum. – Hetta hevur verið mín dreymur, síðani eg kom higar, sigur Manilyn, sum hevði útbúgving sum sjúkra­ røkt­ar­frøðingur og drúgv­ar ar­beiðsroyndir frá skurð­ deild á filipinskum sjúkr­a­ húsi, tá hon flutti til Føroya fyri fimm árum síðani. Hon greiðir frá, at hóast ong­in hevði væntað, at tað fór at bera til hjá henni at fáa góðkenning sum sjúkr­a­ røkt­ar­frøð­ingur í Føroyum, so hev­ur hon frá fyrsta degi ar­beitt miðvíst fyri at sleppa at brúka útbúgvingina hjá sær í Føroyum. Manilyn byrjaði bein­an­ vegin at arbeiða á røkt­ar­ heimi í Havn fyri at læra før­ o­yska málið og fyri at læra um føroysku mentanina. Hon fór eisini bein­an­ vegin undir at kanna, hvørji krøv hon skuldi lúka fyri at sleppa at arbeiða sum sjúkra­systir og fekk eftir drúgva tíð boð frá donskum mynd­ug­leikum um, at hon mátti duga danskt fyri at fáa góðkenning sum sjúk­r­a­ systir. Manilyn hættaði sær ikki undir at fara at læra seg danskt, og hon setti seg tí í samband við Sjúkr­ar­økt­ar­ frøð­is­kúlan í Føroyum. Starvsvenjing og skeið Á Sjúkr­a­røkt­ar­frøð­i­skúl­a­ num fekk Manilyn at vita, at um lærdi seg føroyskt, so kundi hon byrja á skúlanum. Stór­ur partur filipinsku sjú­ krar­økt­ar­frøði­út­búgvingini hjá henni varð góðkendur, og við starvs­venjing í átta mán­aðir og skeiði í seks vik­ ur í eitt nú heilivági og blóð­ førslu, kundi Manilyn fáa góð­kenn­ing at arbeiða sum sjúkr­a­systir. Á heysti í fjør byrj­aði Manilyn á Sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ is­kúl­anum, og í farnu viku tók hon prógv sum sjúkr­a­ systir í Føroyum. – Tað hevur verið ein stræv­in tíð, sigur Manilyn, sum greið­ir frá, at hon var til próv­tøku eftir hvørja starvs­ venjing. Serliga heldur hon, at starvsvenjingin á hjarta- og lungnadeildini var hørð, tí hon hevði ongar roynd­ir við tí arbeiðnum framm­ anundan. Allar próvtøkurnar gingu væl, og Manilyn fekk góð um­mæli. Hon er nú farin í farloyvi úr starvinum á røkt­ ar­heiminum, og síðst í hes­ um mánaðinum byrjar hon í av­loys­arastarvi á G4, sum er skurðseingjardeild á Lands­ sjúk­r­ahúsinum. Væl móttikin Manilyn gleðir seg at byrja at ar­beiða sum sjúkrasystir í Før­oyum og sigur, at hon hev­ur ongantíð fingið nakra nei­liga viðmerking frá nøkr­ um, meðan hon hevur verið í starvsvenjing. – Eg kundi akkurát tað sama verið føroysk. Eg dugi væl at møta sjúklinginum, og eg havi ongantíð hoyrt nak­ að keðiligt yvirhøvur. – Eina tíð, tá eg hevði litað hár­ið ljóst, spurdu sjúklingar meg ofta, um eg var úr Suð­ ur­oy, sigur Manilyn og flennir. Hon leggur afturat, at sjúkl­ing­arnir góðtóku seg beinan­vegin. Hon hevur eisini kent seg sera væl millum starvsfólkini. – Vit eru sum ein familja. Vit tosa fyri tað allar mesta før­oyskt saman, men tað kem­ur eisini fyri viðhvørt, at vit tosa enskt, sigur Manilyn, sum dugir føroyska málið sera væl, hóast tað framvegis er okkurt, sum hon ikki skilir heilt. Manilyn heldur, at tað hev­ur alstóran týdning hjá út­lend­ingum at læra seg før­ oyskt. Tað er tað fyrsta og mest týðandi, sum er, sigur hon og greiðir frá, at hon veit um fleiri aðrar filipinskar sjúkrasystrar, sum búgva í Føroyum, men sum ikki hava góðkendar útbúgvingar. – Eg havi sagt við tær, at tær mugu byrja at tosa føroyskt og síð­ani senda umsókn til Sjúkr­a­røkt­ar­ frøð­is­kúlan. Tær mugu duga før­oyskt, tí hvussu skulu tær annars samskifta við sjúk­l­ ing­in, vísir Manilyn Estrella Jac­obsen á. Prógvið stóran týdning Manilyn, sum er gift í Før­ oyum og eigur ein trý ára gaml­an son, sigur, at prógvið sum sjúkrarøktarfrøðingur hev­ur ómetaliga stóran týdn­ing fyri seg. – Nú kann eg brúka út­ búgv­ingina, sum eg tók á Fil­i­psoyggjunum, og eg havi møg­u­leika at arbeiða her sum sjúkrasystir. – Nú kann eg siga, at eg eri sjúkr­a­systir. Tað er ikki long­ ur nakað, sum bara stendur á papp­ír­i­num. Eg kann siga, at eg ar­beiði á sjúkrahúsinum sum sjúkrasystir, og tað hev­ ur sera stóran týdning fyri meg, sigur Manilyn Es­trella Jacobsen, sum tók prógv sum sjúkrasystir á Fil­ips­ oyggjunum í 2008, og sum 10 ár seinni eisini fing­ið prógv í Føroyum sum sjúkr­a­røkt­ar­ frøð­ing­ur. HETTA HEVUR VERIÐ MÍN DREYMUR Manilyn Estrella Jacobsen við próvnum sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum hon fekk á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í síðstu viku