mánadagur 25. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seint sunnu
kvøldið rendi
farmaskipið
Perseus á land
á grótkastið við
nýggju havnar
útbyggingina í
Havn. Tað var um
23.00 tíðina, at
skipið rendi á, og
um klokkan 01
fekk Brimil skip
ið leyst aftur
Barbara Holm
Bogi Nielsen, stjóri í Far
oe Ship sigur, at at síggja
til hevur skipið ikki tikið
nakran skaða. Men kann
ingar eru í gongd í løtuni, og
ikki fyrr enn tær eru lidnar,
ber til at siga nakað endaligt
um støðuna.
Stjórin veit ikki at siga,
hví farmaskipið ávegis inn
á Havnina vendi við aftur og
har rendi upp á grótkastið.
Hann sigur, at helst var tað
orsaka av vindi, men tað má
ein nærri kanning siga meira
um.
- Enn er tað mesta bara
gitingar, tí kanningararbeiði
má koma fram til, hvat er
hent, sigur Bogi Nielsen.
Á
sosialu
miðlunum
hava summi fólk fýlst á, at
uppmerkingin við havnarút
byggingina ikki er í lagi, og at
tað skal vera orsøkin til hetta
óhappið. Men stjórin sigur
seg einki kenna til vánaliga
uppmerking.
- Eg eri ikki serfrøðingur
á hesum økinum, men eg
veit har eru boyðir og annað
har úti. Um tað er nóg mikið
ella tað átti at verið betri
uppmerkt, tað veit eg ikki.
Eg veit bara, at har eru upp
merkingar, sigur stjórin og
vísir til, at alt hetta má kann
ast.
Havnameistarin í Havn
vísir atfinningunum um ván
aliga uppmerking frá sær og
vísir til Søfartsstyrelsen.
- Tá ið tað kemur til av
merking á sjóðnum, so er tað
danska Søfartsstyelsen, sum
er myndugleiki á økinum. Vit
samskifta við Søfartsstyr
elsen gjøgnum Landsverk.
Tá ið vit so skulu avmerkja,
so gera vit eitt uppskot til,
hvussu tað skal vera, og
so verður tað góðkent har
niðri. Í hesum førinum er
tað uppmerkt við tveimum
klárum boyðum og einari
grønari fyri endan, sigur
Jónsvein Lamhauge, havn
armeistari í dag.
Hann sigur, at tey merkja
ikki av sínum eintingum,
eisini tí, at slíkar uppmerk
ingar skulu lýsast á røttum
støðum. Og alt slíkt er ein
púra føst mannagongd, sum
skal fylgjast, so at skip fáa
røttu kunningina rættstund
is. Eitt nú verður tað lýst og
rættað í viðkomandi talgild
um kortum.
- Alt kann sikkurt gerast
upp á aðrar mátar, men vit
hava so bert fyrihildið okk
um til tað, sum myndug
leikarnir siga, sigur havnar
meistarin.
Í sambandi við hetta
óhappið hevur verið sagt, at
tað skuldi verið AIS skipanir
galdandi
fyri
boyðurnar,
sum vísa uppmerkingina við
havnarútbyggingina. Havn
armeistarin greiðir frá, at
hetta er ein onnur teknisk
skipan, sum ger, at boyðirnar
eru meira sjónligar á kortu
num, enn tær eru í dag.
- Vit hava spurt Søfarts
styrelsen
um
AIS
skip
anin er betur egnað til
uppmerkingina av havnar
útbyggingini, men tey siga,
at tað er nóg mikið við tí
uppmerking vit hava nú og
soleiðis meta tey AIS skip
anina vera óneyðuga. Vit eru
ikki serkøn á hesum økinum,
og tí meina vit einki annað
enn tað, sum vit fáa boð um
frá Søfartsstyrelsen, sigur
Jónsvein Lamhauge, havn
armeistari.
Fruktin kemur
í handlarnar
Umborð á Perseus í gjár
kvøldið vóru millum annað
matvørur so sum frukt og
grønt, sum vanliga verða
bornar út í handlarnar mán
amorgnar. Og stjórin í Faroe
Skip lovar, at matvørurnar
finna vegin fram í dag hóast
alt.
- Okkara fólk vóru klár
beinan vegin, so at vørurnar
koma út. Kanska onkur smá
vegis seinking er, men eg
vænti ikki okkara kundar
koma at merkja hetta nakað
serligt, sigur Bogi Nielsen.
Hann sigur seg fyrst og
fremst fegnast um, at eingin
fólkaskaði var, og víðari
at eingin umhvørvisskaði
stóðst av hendingini, sum
man kundi stúrt fyri fór at
henda. Og til síðst er hann
fegin um, at kundarnir ikki
fara at merkja stórar seink
ingar orsaka av óhappinum.
EITT KANNING MÁ
SIGA HVAT HENDI
PERSEUS RENDI Á GRÓTKASTIÐ