Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skjótt fer Kris at flyta út á Toftir, har tey hava keypt bygn­ ing­in hjá Føroya Banka. Alt er ikki liðugt, men tað gong­ur spakuliga framá, siga tey í Kris. Ávaring um búskaparligu gongdina Í samband við aðalfundin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í farnu viku, brúkti felagið høvið at koma við eini ávaring til myndugleikarnar um gongdina í búskapinum og stóra íløguhugin hjá bæði landi og kommunum Vilmund Jacobsen - Seinstu árini hevur ovurhonds stór­ ur vøkstur verið í almennu út­reiðsl­u­ num, ikki minst á íløgu­síð­uni. Stórur vøkstur hevur ver­ið í íløgunum, bæði í árligu út­reiðsl­u­num til íløgur, og í gongdini í al­mennu íløgunum í mun til BTÚ. Í Vinnuhúsinum vísa tey á, at so­leiðis sum gongdin er, nýtist tí al­ menna ikki at koyra meira bensin á bú­skap­arliga bálið, sum tey taka til. - Tað hevur nú í nógv ár verið regl­an, at land og kommunur hava ført ein konjukturviðgangandi pol­ i­tikk. Trupulleikin við hesum er, at sveiggini í búskapinum gerast størri, enn tey nýtast at vera, bæði tá gong­ ur við, og tá gongur ímóti. Í Vinnuhúsinum siga tey, at um vit føra ein konjukturviðgangandi poli­tikk, ávirka vit makr­o­bú­skap­ arliga støðufestið skeivan vegin. - Lítli og opni føroyski bú­skap­ur­ in hevur frammanundan av­bjóð­ing­ ar við makrobúskaparliga støðu­fes­ tinum, eitt nú orsaka av sveigg­j­um í tilfeinginum. Lagt verður aftrat, at bæði land og kommunur hava ført ein kon­juk­ tur­viðgangandi fíggjarpolitikk. - Skattainntøkurnar eru vaksnar nógv, og tað ger, at bæði íløgurnar og rakst­r­arútreiðslurnar eisini eru vaksn­ar nógv. Tíverri er tað ikki nak­að nýtt, at bæði almennar íløgur og rakst­ur økist munandi eftir eina bú­skaparliga stagnatión. Hetta hava vit sæð fyrr, tá búskaparlig nos hava verið. Um heimasíðuna hjá Vinnu­húsi­ num – www.industry.fo - verð­ur neyvari greitt frá hesum við­ur­skift­ um og her verður eisini víst til talv­ur, sum Vinnuhúsið heldur tala fyri seg. Teir vóru end­ aðir í Malmø Vilmund Jacobsen Tveir ungir føroyskir menn, Arth­ur Ryggstein og Bjarti Mell­em­gaard Henriksen, sum høvdu verið saknaðir í Dan­ mark síðan týsdagin, spurdust tí­betur aftur leygardagin - ella fýra dagar seinni - í øllum góð­ um. Ungu menninir, sum annars ætl­aðu sær heim til Føroya við flogfari týsdagin, komu aft­ur­ íaftur í Malmø í Svøríki. Tað seinasta, sum nakar hoyrdi frá teimum, var, at ein vinmaður tosaði við annan teirra, tá teir týsdagin vóru á veg til flogvøllin í Kastrup. Síðan hevði eingin hoyrt nakað, og tí gjørdu familja og vinir vart við, at menninir vóru saknaðir. Men, leygardagin gjørd­ ist tíbetur greitt, at Arth­ur Ryggstein og Bjarti Mell­em­ gaard Henriksen vóru í Malmø og høvdu tað gott. Tíðindini um, at teir báðir nú vóru komnir afturíaftur, vórðu alment váttað av eitt nú páp­anum hjá øðrum teirra. ELLISAKFØR: Fuglafjarðar Ellisakfør skipaðu leyg­ardagin fyri almennum tiltaki við elli­sakførum og serbygdum bilum. Við­hefta mynd er tikin, tá bilar og súkklur vóru komin av Kambsdali og oman til Mentanarhúsið. Bygdamyndin broytist Á býráðsfundi 28. mai samtykti býráðið í Sunda kommunu at taka skúlan á Bø í Haldórsvík niður Vilmund Jacobsen Ætlanin hjá Sunda kommunu er, at tá skúlin er burtur, skal økið hampast og gerast til eitt hugn­a­ ligt trivnaðarøki. - Gomlu trøini, sum standa við húsini, skulu varðveitast og ger­ ast partur av økinum. Eisini er ætlanin at gera gøtu oman á sand­ in, verður lagt aftrat. Niðurtøkan av húsunum skal sam­bært ætlanini fremjast í summ­ar. Men, tað eru ikki øll, sum eru so fegin um hesa avgerð hjá Sunda kommunu. Fólk í Haldarsvík, sum hava vent sær til Sosialin, siga seg harm­ast um avgerðina at taka burt­ur­beina húsini, sum Hans Pauli Joensen, sáli, bygdi sum set­ hús fyri sløkum hundrað árum síð­an. Hans Pauli Joensen var skipari og handilsmaður og hevði matvøruhandil í kjallaranum í fleiri ár. Fólk í Haldarsvík eru ikki so samd við Sunda kommunu um, at húsini eru í so ringum standi, og tey halda eisini, at gomlu húsini hjá Hans Paula Joensen, sála, hava eitt ávíst søguligt virði í bygdini.