Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 Tað eru faðir og dóttir, Bessi Bjarnason og Sóley Wen, ið eiga for­vitnisligu lista­fram­ sýnin­g­ina, sum nú hong­ur upp í Gallarí Glæmuni í Norðragøtu. Vitjan av størsta rovfugli í Norð­ ur­evropa Herfyri varð ein havørn sædd við Gróðurstøðina í Havn Vilmund Jacobsen Á Facebook-síðuni - Fuglar í Før­oyum - er nógv for­vitn­is­ ligt at síggja og lesa, og her er um dagarnar eisini sagt frá havørn, sædd við Gróð­ ur­støðina í Havn. Ein eygleiðari skrivar, at havørn er sædd flúgvandi om­an fyri Gróðurstøðina hin 21. juni. Herfyri skrivaði onkur ann­ar eygleiðari - eisini á Fugl­ar í Føroyum - um hav­ ørn, sum varð sædd aðr­a­ staðni í Føroyum. Havørn er annars ikki hvønn­dags­gestur her, men hon er at síggja av og á. Sagt verður um havørn, at hon er størsti rovfuglur í Norð­ur­evropa. Veingirnir kunnu hava eitt spenni, sum er upp í 2,44 metrar, og tað er ikki smá­vegis. Havørnin er um stórar part­ar av Evropa og Asiu, og hon reiðrast eisini í Grøn­ landi. Havørnin, sum er skyld við hav­ørnina á viðheftu mynd­ini, men sum er hvít um høvdið, er víða um í Norð­uramerika. Ein havørn vig­ar uml­eið 4,7 kilo, og sam­bært kel­d­um er fugl­ur­in ikki hóttur. Soleiðis gongur á havinum VILMUND JACOBSEN Í dag landar eitt ís­fiska­línu­ skip, sum hevur fiskað í grøn­lendsk­um sjogvi. Skipi­ð er Sands­havið, og teir hava mest av toski og brosmu. Á Fiskamarknaði Før­ oya vænta tey eisini, at fýra ísfiskalínuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa - antin mið­skeið­is ella síðst í hesi vik­uni. Skipini undir Føroyum hava mest av toski og svart­ kalva. Tvey ísfiskalínuskip eru ný­liga byrjaði túr á Ís­lands­ rygg­inum, men hesi koma neyvan heim at landa í hesi vikuni. Av fýra frysti­línu­skip­um, sum eru til fisk­i­skap í løtuni, eru trý í før­oysk­um sjógvi, og eitt fiskar í grøn­lendskum sjógvi. Útlitini til útróður hesa viku­na eru góð, tí streym­ urin verður góður, og tað verður veðrið eis­ini. Tí er væntandi, at onkr­ir útróðrardagar verð­a í hesi vikuni. Fríggjadagin vóru fimm partrolarapør til fiski­skap eftir botnfiski. - Vit vænta, at eini tvey ella trý pør koma inn at landa í hesi vikuni. Skipini hava brúkiligan fiskiskap. Eitt par er á djúpum vatni og fisk­ar svartkalva og konga­ fisk. Trý pør fiska fra­m­veg­is gulllaks. Fríggjadagin var ein djúp­ vatns­trolari á sting­laksa­ veiði, og ein var svart­kalv­a­ veiði. Hesir báðir trolararnir koma væntandi inn at landa í hesi vikuni. Fimm vóru á landleiðini fríggj­adagin, og tveir vóru norð­an­fyri. - Trolbátarnir norðan fyri fáa mest av toski og hýsu, og bát­ar­nir á landleiðini fáa mest av toski og flatfiski. Á Fiskamarknaði Føroya vænt­aðu tey, at tríggir trolbátar koma inn at landa í dag, og tveir koma seinni í hesi vikuni. STARVSDAGAR: Brynjálvur Jensen og Ólavur F. Johannessen hava verið í føstum starvi hjá IRF í Leirvík í 25 ár, og við eina móttøku herfyri handaði stjórin í IRF, Poul Andrias Jo­en­ sen, teimum blómur og gávubræv. Kanna smáverur við nýggjari tøkni - Føroyar eru ein týðandi partur av heimsfevnandi verk­ ætlan við fleiri enn 200 kanningarstøðum. Hetta mest av, at Føroyar liggja so norðarlaga og á markinum mill­um Atlantshavið og Arktis, sigur Havstovan Vilmund Jacobsen Tær smáu verurnar í havi­ num, sum vit nevna plankton (æti) og bakteriur, hava ein avgerandi leiklut í at stýra veð­ur­lagi, framleiða føði til rest­ina av havsins íbúgvum og við at elva til sjúku og mis­ trivn­að hjá fiskasløgum, sum vit gagn­nýta. Áður hevur tað verið tor­ ført at kanna hesar smáu ver­ur­nar, serliga bakteriur, tí tær eru so smáar og fjøl­ broyttar. - Nýggj tøkni at kanna í­leg­ur - DNA sequencing, sum tað verður rópt - hevur nú loyvt okkum at finna marg­feld­ið av teimum tú­s­ und­u­num av sløgum, sum eru í okkara havi og teirra leik­lut í vistskipanini. Tað siga tey á Havstovuni, sum vísa á, at Havstovan er við á “Ocean Sampling Day 2018”. - Í 2014 byrjaði ein bólkur av granskarum við stuðli úr ES eina verk­ætlan, sum varð nevnd “Ocean Sampling Day”. End­a­mál­ið var at kanna marg­feld­ið av hesum smáu ver­um so nógvastaðni í heim­sins høvum sum gjør­ ligt. Á Havstovuni vísa tey á, at allastaðni skuldu sýni tak­ ast á miðdegi longsta dag, 21. juni. - Vónin var at fevna um so nógv­ar ymiskar vistskipanir, sum gjørligt til tess at fáa eina løtumynd av havsins smá­ver­umargfeldi og læra meiri um, hvussu hesar verur eru skip­aðar og virka. Í ár gjørdist Havstovan so par­t­ur av hesum tiltaki, og tann 21. juni vórðu sýni tikin á Lív­fiskastøðini í Skopun, har Havstovan regluliga kannar sjógvin, sum verður pumpaður inn á støðina. - Føroyar eru ein týðandi partur av hesi heimsfevnandi verkætlan við fleiri enn 200 kanningarstøðum, tí vit liggja so norðarlaga og á markinum millum Atlantshavið og Arktis, siga tey á Havstovuni í dag, sum annars vísa til neyvari kunnin um sína heimasíðu - www.hav.fo