mánadagur 25. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Stevna ímóti bestu deildini
Sonni Ragnar Nattestad og teir í Aalesund
hava økt um leiðsluna í næstbestu
norsku deildini. Leikaraskifti hava
verið í fót- og hondbólti, og so hevur
súkklukapping eisini verið her heima.
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Botnliðið í Betri-deildini, 07 Vestur,
hevur skrivað undir sáttmála við
enska miðvallaran, Charlie Mach
ell. Tað veit heimasíðan jn.fo at
siga. Charlie Machell er 23 ára gam
al, og hann hevur seinast spælt við
Thisted í næstbestu donsku deild-
ini. Har bleiv tað til 19 dystir, teir
flestu sum innskiftari. Áðrenn
tað spældi hann við Wingate Uni
versity og East Tennessee State
University í USA. Hann er annars
uppvaksin í Newcastle í Onglandi,
har hann eitt nú hevur spælt við
U18-liðnum hjá Newcastle. Charlie
Machell hevur royndarvant vesturi
í Vágum seinastu vikuna, og tað
hevur altso kastað ein sáttmála av
sær.
Sonni Ragnar Nattestad og teir í
Aalesund halda fram við at stevna
beint ímóti norsku Elitserien. Í gjár
vunnu teir ruddiligan 3-0-heimasig
ur ímóti Notoddden. Støðan í hálv
leikssteðginum var 1-0, og Sonni
Ragnar Nattestad spældi aftur
hesaferð allan dystin í miðverjuni.
Aalesund er nummar eitt í OBOS-
ligaen, sum næstbesta deildin í
Noregi eitur, heili seks stig framm
anfyri nærmasta eltaran, Sogndal,
sum í gjár einans fingu 0-0. Eftir
næsta umfar er kappingin hálv
runnin.
Andri Benjaminsen, sum hevur
verið útleigaður frá NSÍ til Skála í
fyrru hálvu, skiftir nú heimaftur
til NSÍ at spæla í seinnu hálvu.
Tað veit heimasíðan bolt.fo at siga.
Andri, sum er 19 ára gamal, hevur
spælt níggju dystir við Skála og
hevur skotið eitt mál hetta hálva
kappingarárið, hann hevur roynt
seg á Skála.
HM-endaspælið hesaferð hevur
sett met. Metið varð sett leygardag
in, tá ið Belgia vann 5-2 á Tunesia.
Hetta var 27. dysturin í HM-enda
spælinum, og í øllum teimum 27
dystunum er tað komið í minsta
lagi eitt mál. Tað er fyrstuferð í
søguni, at tað hendir, tí eftir fyrstu
27 dystirnar er tað altíð komið í
minsta lagi eitt mál. Soleiðis er tó
ikki hesaferð. Hinvegin, so er enda
spælið hesaferð ikki serliga málríkt.
Higartil eru komin í miðal 2,4 mál í
hvørjum dysti, og tað er einans lítið
meira enn tað lægsta miðaltalið,
sum var í 1990. Tá komu í miðal 2,2
mál í hvørjum dysti.
FIFA hevur fingið úr at gera eftir
HM-dystin ímillum Sveis og Serbia,
sum endaði við 2-1-sigri til Sveis.
Granit Xhaka og Xherdan Shaqiri
skutu málini hjá Sveis, og í mál
fagnaðinum gjørdu teir eina ørn
við hondunum, sum óivað skuldu
ímynda ørnirnar í flagginum hjá
Albania – fíggindanum hjá Serbia.
Granit Xhaka og Xherdan Shaqiri
stava báðir úr Albania, og pápin
hjá Granit Xhaka var politiskur
fangi í gamla Jugoslavia. Fagn
aðurin er undir illgruna fyri at
vera politiskur, og tað hevur FIFA
nú valt at hyggja nærri at. Eisini
venjarin hjá Serbia, Mladen Krstaj
ic, skal avhoyrast av FIFA eftir at
hann aftaná dystin hevði hartað
dómaran, Felix Brych. Hann helt
fyri um dómaran, at hann ikki
hevði givið honum gula ella reyða
kortið, um hann fekk møguleikan,
men heldur sett hann fyri manna
rættindadómstólin í Haag.
FORMIL 1
Kappkoyring var í gjár í Fraklandi,
har bretski Lewis Hamilton (Merc
edes) byrjaði fremstur og varðveitti
leiðsluna allan vegin á mál. Hann
endaði frammanfyri kappingar
neytan, Sebastian Vettel (Ferrari),
og harvið økir hann um samlaðu
leiðsluna til at vera 14 stig framm
anfyri týska Vettel. Danski Kevin
Magnussen, sum koyrir fyri Haas,
bleiv nummar seks og er nummar
10 í samlaðu kappingini. Tað eru 13
kappkoyringar eftir at koyra í hes
um kappingarárinum.
HONDBÓLTUR
Grønlendska manslandsliðið, sum
hevur føroyska Inga Olsen sum
venjara, var um reppið at óvæntað
spæla seg við í HM-endaspælið, tá
ið teir høvdu spælt seg heilt fram
í hálvfinaluna í panamerikanska
meistaraheitinum, sum hesaferð
varð spælt heima í Grønlandi.
Grønland tapti stórt fyri Argen
tina í hálvfinaluni, men í bronsu
dystinum ímóti Kili kundu teir við
einum sigri tryggja sær HM-at
gongumerkið. Hóast undirmettir,
so javnaðu teir til 30-30 í seinasta
sekundi og fingu longda leiktíð,
men har steðgaði grønlendska
ævintýrði. Kili vann dystin 39-36 og
hevur harvið tryggjað sær HM-lut
tøku saman við Argentina og Brasil.
Føroyski
hondbóltsspælarin,
Helgi H. Hoydal, skiftir úr danska
Odder til norska Viking. Tað hevur
hann váttað fyri in.fo. Sterki striku
spælarin ger tískil júst sum Kjart
an Johansen, sum herfyri eisini
skifti til Viking, ið júst er flutt upp
í næstbestu norsku deildina. Hann
skifti frá Fyllingen. Helgi, sum sat
uttanfyri stóran part av kappingar
árinum í fjør, gleðir seg til nýggju
avbjóðingina. - Tað verður ein
spennandi uppgáva, og eg gleði meg
at spæla saman við Kjartani, ið eg
altíð havi havt gott samstarv við á
landsliðnum, sigur Helgi Hildarson
Hoydal. - Tað verður møguliga eitt
fet aftur í støði, men eg vænti at tað
verður eitt stórt fet fram fyri mína
menning, við tí spælitíðini og teim
um venjingarumstøðunum. ið eg
nú fái, sigur Helgi við in.fo.
SÚKKLING
Súkklukapping hevur verið her
heima um vikuskiftið. Súkklaður
varð ein fjallateinur, ið var 42,2 kilo
metrar langur. Hann var úr Havn,
til Gomlurætt, niðan á Oyggjarveg
in, oman í Norðadal, niðan aftur
á Norðadalsskarð og so bratta
túrin niðan á Sornfelli. Teimum,
ið lysti, kundi eisini súkklast ein
styttri teinur. Á tí teininum varð
ikki súkklað oman og niðan úr
Norðadali. Tríggir súkklarar vóru
við á hvørjum teini, og úrslitini
blivu hesi: Longri teinur: 1. Gunnar
Dahl-Olsen (1 tíma 55 minuttir
30 sekund), 2. Jan Hjaltalin Olsen
(1.55.40), 3. Kjartan Egholm (2.05.33).
Styttri teinur: 1. Jákup Petur Elia
sen (1.41.02), 2. Tórarinn Didriksen
(1.50.00), 3. Áslakkur Nesá (1.56.33).
Næsta kappingin á skránni er tann
kenda Kring Føroyar. Hon fevnir
seg yvir fimm dagar, og verður í
døgunum frá 18. til 22. juli.