Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Kappróður á firðum, sundum, vág­ um og víkum er altíð ein avbjóðing. Hóast nógv verður lagt fyri og alt í góðari tíð verður gjørt klárt á landi og á sjónum, so er tað veðrið, ið hev­ ur síðsta og avgerandi týdn­ing­in fyri, hvussu tað fer at ganga. Onkuntíð er tað, tá ið ættin stend­- ur á, og vindurin og óslætti sjógv­ urin spæla eitt puss. At mjørk­in arg­ar, kemur næstan bara fyri á ólav­søku, tá ið tað kortini altíð eydn­ast at avgreiða og harvið at seta punkt­um fyri róðrarárið. Leygardagin var kapp­róðr­ar­flot­ in saman við Róðrar­sambandinum gestur á jóansøku í Vági. Tað spældi væl av, og allir níggju róðrarnir vórðu avgreiddir. Orsaka av toku vórðu róðrarnir fleiri ferðir útsettir. At tað kortini eydnaðist at syrgja fyri, at tað varð kappast komst av, at mjørkin lætti, tá ið tað leið út á seinna­partin, og tað komst eisini av, at lokalu fyrireikararnir og Róðr­ar- ­sambandið vístu hegnið og hug­ flogið, sum skula til, og at tað í handa­vend bar til at fáa til vega ljós og sólir og útgerð annars fyri at vinna á náttúruni. Ófatuliga spennandi kapping Besta reklaman fyri ítrótt er sunn og spennandi kapping. Sovorna kapp­ing bar tað til at síggja um nátt­urðatíð leygarkvøldið, tá ið 10-manna­førini fóru skúmandi inn eftir Vágs­firði. Ormurin Langi fór aftur hesa ferð fyrstur um málið. Harvið er lítil og eingin ivi um, at blái báturin hjá Róðrarfelagnum Knørri verður meistari. Spurningurin er, um Ormurin Langi fer at vinna FM við full­ um stiga­tali. Spennandi kapp­ ing­in á jóansøku kundi bent á møgu­leik­an­um fyri, at onkur av avbjóðarunum kanska fer at vinna. Nú eru tað tvær vikur, til tað verður kappróður á fjarða­stevnu í Vestmanna, og inntil tá fara mann­ ingarnar at venda og snara møgu­ leik­um, sum kanska kunnu broyta marginalarnar til teirra fyrimun. Tað var í síðsta takinum, at Orm­urin Langi tók Klaksvíking og stakk seg fyrstur um mál­linjuna. Enda­spurt­ur­in hjá fav­oritt­unum var fram­úr. Sam­an við hesum báð­ um mynd­aði Suð­ur­oy­ingur kapp­ ing­ina. Suðuroyingur lá eina løtu á odda. Tá ið heima­menninir kendu seg noyddar at sleppa, legði Klaks- vík­ing­ur seg framum. Eftir at hava verið darvað av skaða í fleiri vik­ ur er mann­ingin á Klaks­víkingi nú tann, sum síðani í vetur hevur fyri­reikað seg til at endur­vinna FM heitið. FM vónin er horvin, men leyg­ar­dagin var tað so tætt við, sum tað ber til at vera, at tað skuldi eydn­ast at vinna. Klaksvíkingur var á síðstu hundrað metrunum skutin undan næsta avbjóðaranum. Ormurin Langi vísti seg at eiga flestu kreft­ir­ n­ar, skuturin minkaði niður í helvt, so var tað bara reingin á muni, í næst­síðsta taki var javnt, og so var tað í síðsta takinum, at Klaks­vík­ ing­ur misti sigurin, sum Orm­urin Langi fyri fjórðu ferð í ár streyk av­stað við. Stóru favorittarnir Umframt Ormin Langa eru tað seks aðrar manningar, sum hava fulla úrtøku. Hóast úrtøkan er full, so er tað í onkrum kappingum so tætt millum bátarnar, at møguleiki kann vera fyri øðrum vinnara frá nú av og fram til ólavsøku. Kortini er eingin ivi um, at Argja­ báturin, Sølmundur við kvinn­um, Páll Fangi við monnum, Erla Kongs­ dótt­ir við kvinnum og barna­mann­ ing­ar­nar umborð á Fiskinum og Fir­valdi fara at vinna FM. Undan jóansøku var spurnar­tek­ in sett við, hvussu tað fór at ganga í kappingini millum 8-manna­førini, har Árnfirðingur á Skála­fjørð­in­um vísti seg at vera boysin hjá Argja­ bát­inum, sum kortini vann. Á jóansøku var als eingin ivi. Argja­báturin sprakk avstað, og tá ið róð­urin var fimtan tøk gamalur, var tað bara spurningur, hvussu triva­ligur sigurin fór at verða hjá argja­monnum, sum á málinum vóru níggju sekund undan avbjóð­ ar­an­um. Opna kappingin FM kappingin er púra opin í kapp­ ing­ini millum 5-mannafør við dreingj­um og í kappingini millum 5-manna­før við gentum. Í dreingjakappingini eru tað KAPPRÓÐUR Róðrarsambandið og fyrireikararnir vístu stórt hugflog og stóra ábyrgd, tá ið tað eydnaðist at avgreiða jóansøkuróðurin, sum – orsaka av veðri – eina løtu kendist vera um reppið at verða avlýstur HESA FERÐ LEYP EINKI AV HJÁ ORMINUM Kappróður á jóansøku: