mánadagur 25. juni 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Máltindurin:
Tijani Mohammed B71 12
Steffan Løkin NSÍ 10
Jóannes Hansen
Á Argjum og í 07 Vestur verður tað
fylgt væl við í, hvussu tað gongur
í næstbestu deildini. Orsøkin er, at
tað kann fara at vísa seg at hava
avgerandi týdning fyri lagnuna
hjá hesum liðunum, um tað verður
eitt ella tvey ella kanska einki lið,
sum kvalifiserar seg at flyta upp úr
næstbestu deildini.
Leygardagin var fimtanda um
far. Komandi leygardag fer næst
besta deildin í summarfrí.
Tað plagar ofta at vera soleiðis, at
í teimum feløgunum, har besta liðið
er í næstbestu deildini, er útgávan
eftir summarsteðgin stinnari enn
tann undan summarsteðginum. Og
ofta er útgávan hjá teimum, sum
eisini hava lið í bestu deildini, eitt
sindur veikari eftir summarsteðgin,
tí spælarar fara burturav.
Eftir fimtanda umfar er ÍF
framvegis á uppflytingarplássi, og
B68 er á fjórða plássi, sum ikki ber
uppflyting við sær. Fjarstøðan frá
toftamonnum til uppflytingarpláss
er bara tvey stig.
Ikki sannførandi
Leygardagin var ÍF í Klaksvík og
spældi ímóti næstbesta liðnum hjá
KÍ, og B68 var á Skála. Talan var ikki
um góð úrslit og avrik. Als ikki hjá
toftamonnum og heldur ikki hjá
fuglfirðingum.
Tá ið havt verður í huga, at
mótstøðuliðini vóru illa mannað
KÍ lið og næstbesta liðið hjá Skála,
sum stríðist fyri at halda seg
røttu megin strikuna, so er skjótt
at staðfesta, at tað verður stór
avbjóðing, um tað eydnast ÍF ella
B68 at flyta upp.
Úrslitið í Klaksvík var 2-2. KÍ
manningin var skerd, tí átjan teir
bestu KÍ spælararnir leygarmorg
unin fóru av landinum í Europa
ørindum. Ofta hava einir fýra av
teimum verið á næstbesta liðnum.
B68 tapti 3-0 á Skála. Stóri mun
urin á liðunum var, at Jákup Johan
sen, sum av álvara er komin fyri
seg aftur eftir langan skaðasteðg,
var á Skála liðnum. Hann skoraði
bæði skálamálini í fyrra hálvleiki.
Tað kendist ikki vera serliga stór
avbjóðing hjá honum at fáa bilbukt
við B68 verjuna.
Fyri B68 og ÍF kom tað væl við,
at teir næstbestu hjá Víkingi taptu
2-0 í Gundadali ímóti HB. Harvið er
gloppið frá Víkingi og fram til B68
framvegis seks stig, og Víkingur
fer – fyribils í hvussu so er – ikki
at spenna bein fyri møguleikanum
hjá fuglfirðingum og toftamonnum
at flyta upp.
Harafturímóti var tað ikki gott
fyri møguleikan hjá ÍF og B68, at
teir næstbestu hjá NSÍ av álvara
fótaðu sær, eftir at teir í næstsíðstu
viku taptu á Skála. NSÍ vann 5-2 á
heimavølli ímóti B71 og styrkti um
sína støðu í kappingini um heiðurs
merkini.
Suðringar á talvuna
Heimasigurin á Skála bar við sær,
at tað nú eru trý stig frá Skála og
aftur til Giza Hoyvík, sum er undir
strikuni saman við Suðringum.
Á nýggja graslíkinum á Vágseiði
var Giza Hoyvík gestur hjá Suðring
um. Undan jóansøku høvdu Suðr
ingar ongan dystin vunnið. Tað
hava teir nú. Giza Hoyvík noyddist
til hús aftur við 1-0 tapi.
Gjøgnumtrekkurin hevur verið
stórur á leikaralistanum hjá Giza
Hoyvík. Tað verður hann kanska
eisini í summar. Um hann ikki verð
ur tað, so er møguleikin ikki so lítil
fyri, at niðurflytingarspøkilsið av
álvara kann fara at gera um seg.
AVBJÓÐARARNIR
VÓRU FYRI
AFTURSTIGI
1.DEILD
KÍ – ÍF 2-2 (2-2)
1-0: Dávid Langgaard 2.
1-1: Bogi Reinert Petersen
4.
2-1: Henry Heinesen br 23.
2-2: Dion Splidt 36.
NSÍ – B71 5-2 (2-1)
0-1: Bjørgfinnur Winther 4.
1-1: Steffan Løkin 22.
2-1: Pætur Turiðarson
Skipanes 34.
2-2: Tijani Mohammed 47.
3-2: Jann Martin Mortensen
59.
4-2: Jann Martin Mortensen
65.
5-2: Pætur Turiðarson
Skipanes 75.
Skála – B68
3-0 (3-0)
1-0: Jákup Johansen
2-0: Jákup Johansen
3-0: Kristian Martin
Jakobsen 93.
HB – Víkingur
2-0 (0-0)
1-0: Rói Av Fløtum 55.
2-0: Bjarni Brimnes 57.
Suðringar – Giza
Hoyvík 1-0 (0-0)
1-0: Heini M. Mortensen 48.
KVINNUR
ÍF/Víkingur –
KÍ 1-5 (1-3)
0-1: Sanna Jacobsen 23.
0-2: Sanna Jacobsen 25.
0-3: Rannvá B. Andreasen
33.
1-3: Annika Ragna
Christiansen 34.
1-4: Hervør Olsen 64.
1-5: Eyðvør Klakstein 84.
B68 – HB 1-9 (1-6)
0-1: Rebekka Benbakoura 4.
1-1: Unn Hvidbro 5.
1-2: Heidi Sevdal 6.
1-3: Milja R. Simonsen 7.
1-4: Milja R. Simonsen 20.
1-5: Rebekka Benbakoura
27.
1-6: Milja R. Simonsen 37.
1-7: Rebekka Benbakoura
71.
1-8: Heidi Sevdal 75.
1-9: Milja R. Simonsen 90.
B36 – EBS/Skála 0-3 (0-2)
0-1: Ansy Sevdal Jakobsen 19.
0-2: sjálvmál 31.
0-3: Ansy Sevdal Jakobsen 63.
Kappingin stendur við
Komandi vikuskifti fer kvinnu
kappingin í summarfrí. Í gjár var
11. umfar, og úrslitini broyttu einki
upp á støðuna – hvørki í toppinum
ella í botninum.
Toppliðið HB vann stórsigur
– 9-1 – á Svangaskarði ímóti B68,
EBS/Skála vann 3-0 í Gundadali
ímóti B36, og í Sarpugerði vann
KÍ 5-1 ímóti felagsliðnum hjá ÍF/
Víkingi. Hetta síðsta úrslitið var
tað mest óvæntaða, tí ofta hava
KÍ sigrarnir ikki verið so stórir í
hesum grannauppgerðunum.
Aftur næsta vikuskifti verður
talan um stórar favorittar ímóti
teimum veikari liðunum. Fríggja
dagin verður ein dystur: EBS/Skála
- ÍF/Víkingur og leygardagin vera
tveir dystir: KÍ – B68 og HB – B36.
1.DEILD: B68 tapti stórt á Skála, og ÍF
megnaði javnleik ímóti skerdum toppliði
1. deild menn
NR. LIÐ
D
V
J
1
KÍ II
15
12
2
2
NSÍ II
15
10
2
3
ÍF
15
9
3
4
B68
15
9
1
5
Víkingur II
15
7
1
6
B71
15
7
0
7
HB II
15
4
2
8
Skála II
15
4
1
9
Giza Hoyvík
15
2
4
10 TB/FCS/Royn II
15
1
4
Betri deildin kvinnur
NR. LIÐ
D
V
J
T
VM
TM
MM
S
1
HB
11 9
1
1
42
11
31
28
2
EBS/Skála
11 9
0
2
45
10
35
27
3
KÍ
11 8
1
2
37
10
27
25
4
ÍF/Víkingur 11 4
0
7
18
26
-8
12
5
B36
11 0
2
9
6
44 -38
2
6
B68
11 0
2
9
7
54 -47
2
Máltindurin
Heidi Sevdal HB 13
Kvinnur: Toppliðini vunnu sannførandi
sigrar ímóti teimum niðaru á talvuni