Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Ársins lið higartil: HB og Heimir stýra liðnum HB hevur ikki færri enn seks umboð á ársins liði higartil, meðan KÍ trý, B36 tvey og NSÍ eitt. Við sínum 13 sigrum í 15 dystum er tað heldur ikki so løgið, at HB er best umboðað Tróndur Arge Føroyskur liðfótbóltur er í prinsipp­ inum farin í feriu, eftir at 15. umfar hevur verið um vikuskiftið. Talan er tó um avmarkaðasummarferiu, tí millum annað spæla Víkingur og EB/Streymur um vikuskiftið í framskundaðum dysti, meðan Víkingur, KÍ, B36 og NSÍ øll skulu spæla í Evropa. Hóast tað, so er hetta tíðin, tá “Ársins Lið higartil” verð­ur sett fyri aðru ferð. Fyrst tá ein triðingur er farin, og so nú, tá kapp­ingin er komin í helvt. Við 13 sigrum í 15 dystum er HB best umboðað á vøllinum. Teit­ ur M. Gestsson hevur bara latið tíggju mál inn, meðan Lasse And­ er­sen hevur verið ein brandur í verj­uni. Hartil hevur HB ikki færri enn tríggjar spælarar á miðjuni. Topp­skjúttin, Adrian Justinussen, er sjálv­skrivaður á liðnum, meðan Tróndur Jensen við javnt góðum avrik­um hevur spælt á liðið. Eisini hev­ur Símun Samuelsen verið ein støðug hóttan á vinstra vongi. Tað er nokk ongin ivi um, at hetta liðið hevði verið dekan ov álops­sinnað til at spælt sum eitt lið, men í hesum førinum verður størri dentur lagdur á avrikini hjá spæl­ar­unum. Í álopinum hevur Kaimar Saag vunnið seg fram, eftir fleiri góð avrik seinastu dystirnar, með­an Meinhard E. Olsen og Árni Fred­ eriks­berg hava verið javnt góðir alt kapp­ingarárið. Í verjupartinum er eisini blivið pláss til Jóannes K. Danielsen í harð­ari kapping við Jógvan Róa David­sen hjá HB og Ara Olsen hjá Skála. Deni Pavlovic heldur fram í mið­verjuni, eftir fleiri sannførandi avriki í verjuni hjá KÍ. Eisini Jákup B. Andreasen hevur arbeitt seg inn á miðjuna. Hann er ikki altíð av­ger­ andi frammanfyri málinum, men hann eigur stóran lut í góðu gongd­ ini hjá KÍ. Undir vanligum umstøðum hevði Mikkjal Thomassen eisini verið eitt gott boð upp á ársins venj­ara higartil, men óvanliga góða gongdin hjá HB ger, at Heimir Guð­ jóns­son er sjálvskrivaður venjari. trondur@sosialurin.fo Heimir Guðjónsson, HB Jóannes Danielsen, KÍ Kaimar Saag, B36 Adrian Justinussen, HB Tróndur Jensen, HB Jákup B. Andreasen, KÍ Teitur M. Gestsson, HB Deni Pavlovic, KÍ Árni Frederiksberg, NSÍ Símun Samuelsen, HB Meinhard E. Olsen, B36 Lasse Andersen, HB