mánadagur 25. juni 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Landskappingin er farin í summ
arfrí. Heilt rætt er tað ikki, tí
mikukvøldið fara Víkingur og EB/
Streymur at fáa teirra part av ólav
søkuumfarinum frá hondini, tí
Víkingur um ólavsøkumundið skal
spæla í Europa kappingini.
Sammett við KÍ, NSÍ, B36 og
Víking, sum næstu vikurnar skulu
spæla í Europa, so spenna teir í HB
frá í nakrar dagar. Tað kunnu teir
gera við heilt góðari samvitsku.
Tunga vetrarvenjingin saman við
Heimi Guðjónsson hevur av álvara
borið frukt.
Leygarkvøldið var HB aftur í
høvuðsstaðnum
við
trivaligum
4-1 sigri í jóansøkudystinum ímóti
Suðringum. Adrian Justinussen var
aftur tvífaldur málskjútti, og bæði
HB og Adrian hava rokkið meiri,
enn oddalið og toppskjútti oftast
hava rokkið eftir fimtan umfør.
HB hevur vunnið tólv ferðir á
rað. Tað restar ein sigur í at røkka
B36 metinum við flest sigrum á rað.
Tað skal leitast langt aftur fyri at
finna so góða og betri úrtøku eftir
fimtan umfør. HB hevur fjøruti
stig. Síðani 2005 hevur kappingin
fevnt um 27 umfør, og hesi árini er
tað ongantíð komið fyri, at nakað
felag eftir fimtan umfør hevur
vunnið fjøruti stig.
Tvær ferðir hevur B36 megnað
so góða og uppaftur betri úrtøku.
Annað árið var í 2001, tá ið B36 vann
FM. Tá ið kappingin var fimtan um
før gomul, var B36 úrtøkan fjøruti
stig. Í 1997 vann B36 fyrsta FM
heitið í 35 ár. Tá var úrtøkan eftir
fimtan umfør – og trý umfør frá
kappingarloki – 42 stig.
Adrian Justinussen er topp
skjútti við fimtan málum. Í miðal
hevur hann skorað eitt mál í hvørj
um dysti. Tað er nakað tíðliga at
tosa um møguleikan fyri, at ungi
HB maðurin fer at seta nýtt met í
landskappingin. Metið eiga Súni
Fríði Johannesen og Uni Arge, sum
ávikavíst í 1995 og 1997 skoraðu 24
mál.
NSÍ var ikki nóg disiplinerað
Skála – NSÍ 1-1
Eftir 3-2 í Gundadali ímóti B36 og
6-0 á heimavølli ímóti AB tóktust
NSÍ og Sámal Erik Hentze av álvara
at hava funnið stevið.
Eftir tvey tey síðstu umførini
undan summarsteðginum er lagið
ikki so gott við Løkin, tí grannaupp
gerðir og stevnudystir avgjørt ikki
hava lagað seg eftir vild.
Eftir 2-1 stevnutapið á heimavølli
í grannauppgerðini ímóti Víkingi,
endaði stevnudysturin og granna
uppgerðin á Skála fríggjakvøldið
1-1.
Á øllum brøgdum sást, at Skála
hevði vunnið eitt stig, og at NSÍ
hevði tapt tvey stig. Petur Knud
sen legði í næstsíðsta minutti NSÍ
framum, men hetta varð ikki sig
ursmálið, sum tað annars sá út til
at vera. Í evstu løtu stútaði Skála
liðformaðurin Pætur Dam Jacob
sen til 1-1.
- At teir sleppa at javna, tá ið vit
í næstsíðsta minutti hava lagt okk
um framum, vísir, at vit eru ikki
nóg disiplineraðir í løtuni. Eg eri
nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin var tað torførari, tí
teir pressaðu okkum frammarlaga,
men vit skoraðu altso málið, sum
kortini vísti seg ikki at vera nóg
mikið, sigur NSÍ venjarin Sámal
Erik Hentze.
Skála venjarin Eyðun Klakstein
var stak væl nøgdur við javnleikin:
-Tað lá í luftini, at grannaupp
gerðin skuldi enda málleys. Tí var
vónbrotið ógvuliga stórt, tá ið teir
skoraðu. Tíbetur vístu spælararnir
rætta hugburðin, og tað
bar úrtøku og javnleik
við sær, tá ið Niels
Pauli Danielsen
við
frísparki
legði innfyri,
og
Pætur
Dam
Jac
obsen stút
aði bóltin í
málið. Hetta
var framúr
søt
kensla,
sigur
Skála
venjarin Eyðun
Klakstein.
Úrslitið ber við
sær, at tað nú bara er
eitt stig frá NSÍ og aftur til
fimta plássið og Víking.
Hjá NSÍ var tað hugaligt, at
Klæmint A. Olsen, sum leingi hevur
verið skaddur, varð skiftur inn, tá
ið tað restaðu tólv minuttir.
Sigfríður hevur tak á tí
07 Vestur – Víkingur 0-1
Víkingur hevur spælt fýra dystir,
síðani Sigfríður Clementsen aftur
varð venjari í Sarpugerði. Tveir
dagar eftir, at hann aftur tók um
stýrisvølin, tapti Víkingur 3-0 á
heimavølli ímóti KÍ. Síðani hevur
úrtøkan í trimum dystum á útivølli
verið níggju stig við málmuninum
7-2.
Í Sørvági umsetti Sølvi Vatn
hamar miðskeiðis í seinna hálvleiki
brotsspark, sum Philip Djordjevic
tiltuskaði sær, til mál.
Hetta var triðja ferðin, at 07
Vestur tapti á heimavølli við einum
máli, og allar tríggjar ferðirnar –
ímóti Suðringum, KÍ og Víkingi –
hevur mótstøðuliðið umsett brots
spark til mál.
-Víkingarnir
vóru
meiri
á
bóltinum,
men
møguleikarnir
fingu
teir bara, tá ið vit
gjørdu stór mistøk
í verjuni. Vit vístu
g ó ð a n
hugburð,
men
tað
er
torført at vinna, tá
i ð vit ikki megna at spæla okkum
til málmøguleikar, sigur 07 Vestur
liðformaðurin Høgni Egilstoft Niel
sen.
- Tað eru framvegis 36 stig at
spæla um, og vit halda okkum hava
møguleika at reisa okkum, men
higartil hava vit bara vunnið fýra
stig. Um tað skal eydnast at varð
veita plássið í bestu deildini, so skal
úrtøkan eftir summarsteðgin vera
fleiri ferðir tað, sigur Høgni Egils
toft Nielsen.
Víkingarnir eru væl nøgdir, nú
Europa plássið er bara eitt stig
burtur:
- Vit kunnu einki taka frá 07
Vestur, sum var øgiliga tendrað og
vísti gott avrik. Málið er at røkka
topp fýra, og nú kennist møguleiki
vera fyri tí, sigur Hanus Jacobsen
hjá Víkingum.
KÍ hevur bundið fyri
EB/Streymur – KÍ 0-1
Leygarmorgunin fór KÍ ferðalagið
úr Vágum og suður á Malta, har
Europa avbjóðing verður hósdagin.
Fríggjakvøldið eydnaðist tað at
vinna 1-0 í Hólmanum á Eiði. Boris
Dosljak, sum var ytstur á miðvøll
inum í vinstru, skoraði málið stutt
eftir steðgin. Vongverjin í høgru,
Jóannes K. Danielsen hevur sein
astu ferðirnar verið stak væl upp
lagdur, og hann átti uppleggið til
málið.
Hetta var fimti KÍ sigurin á rað.
Málmunurin hesa dystirnar er 10-1.
-Tað kennist øgiliga nervapirr
andi, tá ið leiðslan bara er eitt mál,
tí fram ímóti endanum var innskifti
Arnbjørn Hansen fleiri ferðir um
reppið at javna. Í løtum spældu vit
væl, og vit vístu fínan hugburð. Vit
KÍ og Víkingur hava bundið fyri, og málmaskinan
hjá B36 snurraði við fullari ferð á útivølli ímóti AB,
sum var undirmannað í meiri enn trý korter
KRISTIAN JOENSEN KÍ:
Viktigt at vinna á Eiði, nú er fokus a Europa
League, og HM fótbólt. Gott summar øll
somul
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN:
HB spælur sum ein føroyameistari. Skjótt,
flott og málsøkiđ. Men okur bjóđađu ikki
upp til dans. Man má altso tora at spæla viđ
musklunum. Tađ verđur betur í seinnu helvt.
TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB:
Tað er altíð gott at fáa ein sigur beint
áðrenn eina feriu. Vigtigt at halda fokus nú,
so vit koma líka sterkir aftur! HB!!
BJØRG OLSEN SKÁLA:
Ein av teimum góðu javnleikunum, NSÍ hevði
kanska fleiri møguleikar, men okkara vóru
effektivari, og í síðsta enda er tað, sum er
tað týdningarmesta. Go Skála
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
4-4 hevđi veri meira rættvíst
Men vit koyra all in í móti Víking mikuhvøldi.
Saman standa vit sterk.
EUROPA ER UM AT
NSÍ AV HONDUM