mánadagur 25. juni 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Jón Krosslá Poulsen, sum
herfyri varð loystur úr
sáttmálanum við 07 Vestur,
fer aftur á gamlar gøtur og
skrivar undir sáttmála við
TB/FCS/Royn.
Lutakast er til HM-
undankapping í
kvinnuhondbólti, og har
gerst greitt, at føroysku
kvinnurnar skulu spæla
ímóti Sveis, Finnlandi og
Litava.
Danski vongleikarin hjá
HB, Sebastian Pingel, fær
staðfest, at hann hevur
slitið krossbandið og má
sita uttanfyri restina av
hesum kappingarárinum.
Føroyski hondbóltsspælarin,
Helgi H. Hoydal, skiftir úr
danska Odder til Viking í
næstbestu norsku deildini,
har hann gerst liðfelagi við
Kjartan Johansen.
Lutakast er til fyrsta
undanumfar í Europa
League og Champions
League. NSÍ skal møta
Hibernian úr Skotlandi,
meðan Víkingur skal spæla
ímóti finska HJK Helsinki.
Bussur við NSÍ-leikarum á
veg til dyst í Betri-deildini á
Skála fer út av vegnum við
Skipanes. Eingin mannskaði
er, og dysturin verður
spældur sum ætlað.
Seinasta umfar fyri
summarsteðgin í Betri-
deildini hjá monnum
verður spælt, har flest øll
tey fremstu liðini vinna og
skapa enn størri gjógv í
deildini.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Helgi H. Hoydal
Aldur: 22
Yrki: Hondbóltur (Viking, Noreg)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Harry Kane og Romelu
Lukaku
2. Grétar Snær
Gunnarsson
3. RB Leipzig
4. Riza Durmisi
5. Nigeria
6. Roberto Martinez
7. Kylian Mbappé
8. Ola Toivonen
1. Hvørir eru einastu leikararnir, ið hava skotið meira
enn eitt mál í tveimum dystum í hesum HM?
2. Hvussu eitur nýggi íslendski spælarin hjá HB, sum er
leigaður úr FH?
3. Hvørjum liði spælir týski HM-áleyparin, Timo
Werner, við?
4. Hvussu eitur danski vinstri bakkurin, ið júst er
skiftur úr Celta Vigo til Lazio?
5. Hvørjum HM-landi spælir Ahmed Musa við?
6. Hvussu eitur landsliðsvenjarin hjá Belgia?
7. Hvør spælir í troyggju nummar 10 hjá Fraklandi?
8. Hvussu eitur svenski HM-áleyparin á myndini?
Hvussu ber tað til, at tú
valdi at skifta til Viking?
- Eg fekk ein fyrispurning frá
liðnum, um eg hevði áhuga at
koma at spæla eitt ár í Noregi.
Tað ljóðaði áhugavert, og so
gekk tað skjótt at fáa tingini
upp í lag. Venjarin er tann sami,
sum var venjari hjá norska
U21-landsliðnum í Algeria síðsta
summar.
Hevði Odder áhuga at
leingja um samstarvið?
- Eg hevði eitt pláss í Odder. Men
so leingi at teir ikki bjóðaðu mær
kontrakt hevði eg møguleika at
samráðast við onnur feløg.
Hvussu er støðið í Noregi
í mun til í Danmark?
- Noreg er ein av fremstu
honbóltstjóðum í altjóða høpi.
Tó dugi eg ikki at meta um støðið
í næstbestu deildini í Noregi,
men tað er uttan iva ein deild
við nógvum spennandi liðum og
leikarum.
Hvat er málið hjá Viking
næsta kappingarár?
- Málið er at finna sítt pláss í
næstbestu deildini. Teir hava
fingið nakrar nýggjar leikarar,
sum eru eitt stig á tí leiðini.
Hvat verður títt
persónliga mál í Viking?
- Mítt persónliga mál er at koma
fyri meg aftaná skaðan sum
eg fekk í apríl, og gerast ein av
berandi leikarunum í felagnum.
Harafturat leggja afturat
kropsligu venjingini, soleiðis at
eg kann vera við til at berjast um
eitt pláss á landsliðnum aftur.
“Vit hava verið fyri nógvum atfinningum, og
summar av teimum hava verið uppibornar, men
eg vænti, at nógv fólk í Týsklandi høvdu verið
glað, um vit ruku út í dag”
- Toni Kroos eftir 2-1-sigurin á Svøríki
“Vit fara ikki at njóta tað og siga, at hetta er ein nýggj tíð við
Europa League og bla, bla, bla. Vit hava prøvað hetta somikið ofta
nú. Vit hava ein kjans at koma víðari, og tí kjansinum fara vit eftir.”
- Jákup á Borg, B36-venjari,
um Europa League-dystin ímóti St. Joseph's
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Myndin hesa vikuna:
Leikarar hjá Panama savnast í
bøn eftir Ongland-dystin, har teir
hóast 6-1-stórtap fegnast um at teir
skoraðu sítt fyrsta mál í HM-søguni.