mánadagur 25. juni 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Nú skulu
vit standa
saman
Føroyskur liðfótbóltur er í prinsippinum farin í
feriu, eftir at 15. umfar hevur verið um vikuskiftið.
Talan er tó um avmarkaðasummarferiu, tí
millum annað spæla Víkingur og EB/Streymur
um vikuskiftið í framskundaðum dysti, meðan
Víkingur, KÍ, B36 og NSÍ øll skulu spæla í Evropa.
Hóast tað, so er hetta tíðin, tá “Ársins Lið higartil”
verður sett fyri aðru ferð. Fyrst tá ein triðingur er
farin, og so nú, tá kappingin er komin í helvt.
HB hevur vunni allar dystirnar uttan ein. Tað
kemur eisini at merkja Ársins Lið í blaðnum í dag.
Avrikið leygardagin var sera sannførandi. Eg havi
eitt sindur ringt við at lýsa akkurát hvat tað er,
sum HB er. Tað er ikki umstillingsspæl, sum vit
kenna frá Víkingi í fjør og fyrraárið, men tað er
heldur ikki sjampagne-fótbólturin, sum eitt nú B36
kann finna upp á at koma við.
Heldur er talan um eitt slag av maskinfótbólti, har
motorurin bara koyrir við fullari ferð allan dystin.
Speedarin riggar sum hann skal, liðið kann lættliga
skifta gear og skal ein dystur steðgast, so verður
trýst á bremsuna. Punktera ein hjól, so verður
bara eitt nýtt sett í staðin, og hóast øll mátini ikki
passar við undanfarna hjóli, so koyrir HB-bussurin
akkurát líka skjótt. HB-bussurin koyrir ikki so
skjótt, at ongin kann gera nakað við hann, men tað
vísur seg at ongin klárar at yvirhála hann.
Standa saman
Men nú er landskappingini í “summarferiu”, so
tíðin er komin til, at føroyskur fótbóltur heldur
saman, tá føroysk lið fara í Evropa at spæla.
Víkingur skal spæla minst fýra dystir, meðan KÍ
og serliga B36 hava góðar møguleikar at spæla seg
víðari. Torførastu uppgávuna hevur NSÍ, sum kom
beint víðari til annað umfar í Europa League, har
liðið skal spæla móti Hibs úr Skotlandi.
Vit á ÍtróttarSosialinum fara at gera nógv
burturúr føroysku liðunum í Evropa. Vit halda
tað er týdningarmikið, at vit fáa so góð úrslit sum
gjørligt, tí tað gevur avkast bæði í pengum, men
eisini at onnur feløg síggja hvør dugur er í okkara
spælarum. Samanlagt gevur tað eisini størri
ambitiónir, sum aftur bara kann verða gott fyri
føroyskan fótbólt.
So latið okkum standa saman um føroyskan
fótbólt í Evropa!
Tróndur Arge
15. umfar:
3-4-3: Liðið hesa vikuna
Karstin Hansen (Skála)
Málverjin hjá Skála hevur tvær
góðar bjargingar og ger tað hann
skal í grannauppgerðini móti NSÍ
Kaimar Saag, B36
Tvey mál í ódnini á Argjum ger
at Kaimar Saag er á liðnum
hesa ferð
Lasse Andersen, HB
Enn eitt sannførandi avrik í
verjustøðu, har hann vinnur sínar
tvídystir
Jóannes K.
Danielsen, KÍ
Ágrýtin í verjustøðu, men er
eisini sinnaður at koma fram við
í álopsstøðu. Formurin peikar
rættan veg
Boris Dosljak, KÍ
Skorar einsamalla málið í
sigrinum á EB/Streymi, har hann
eisini er sannførandi í verjustøðu
Heimir Guðjónsson
Enn eitt sannførandi avrik frá HB,
sum ikki gav Suðrinum nógvan
kjans. Ein møguli torfør uppgerð á
jóansøk, sum bleiv avgeidd til UG
Adrian Justinussen,
HB
Er eftirhondini sjálvskrivaður á
liðnum – hesa ferð við góðum
avriki og tveimum málum
Pætur Dam Jacobsen,
Skála
Stríðist væl á miðjuni og fær
málið, sum bjargar Skála eitt
stig
Grétar
Gunnarsson, HB
Vísti í løtum, at hann er
ein splæari við góðum
bóltførleika, men dugur
eisini at skalla
Lukasz Cieslewicz,
B36
Mál og upplegg á Argjum og
eitt sannførandi avrik
Petur Knudsen, NSÍ
Hevur fingið sjálvsálitið aftur
og spælir væl – skoraði eisini
á Skála
Símun Samuelsen, HB
Leggur upp til mál og spælur
aftur væl