týsdagur 26. juni 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KAPPRÓÐUR
Lokala
pressan
er eisini á
Malta
Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum
og bolt.fo skrivar:
JÁKUP ÓSÁ UM MALTA:
- Á Malta er heitt í hesum døgum.
Tað er sól allan dagin og tað
verður boðað frá sama veðrinum
restini av vikuni. Vit eru fleiri
føroyingar sum merkja, hvussu
tung luftin er. Men onkur av
teimum, sum hevur verið her í
nakrar dagar sigur, at eftir nakrar
dagar, so merkir ein, at kroppurin
byrjar at venja seg við hitan. Tí er
tað helst skilagott av KÍ hópinum,
at fara niður her til Malta fimm
dagar áðrenn dystin. Tað hjálpir
eisini, at dysturin verður spældur
um kvøldið. KÍ viðhaldsfólkini
eru farin í ymiskum bólkum og
eisini aðrar føroyingar eru her á
oynni av øðrum orsøkum, so mítt
boð vildi verið, at tað kanska vera
eini 40-50 føroyingar á Centenary
Stadium í Ta' Qali hóskvøldið og
stuðla KÍ.
JÁKUP ÓSÁ UM HÓPIN OG
LIÐIÐ:
- KÍ hópurin er væl fyri. Teir
royndu Hjalgrím Elttør og Krist
offur Jakobsen eru ikki við hóp
inum til útidystin, men teir hava
ikki verið nógv við seinastu
dystirnar, so tað broytir sum so
einki. Sum útgangsstøðið vænti
eg, at teir somu ellivu byrja inni,
sum byrjaðu móti EB/Streymi.
Spurningurin er so, hvør leikskip
anin verður, tí KÍ skiftir regluliga
millum leikskipanir. Í fjør spældi
liðið við trimum, sum eisini ofta
bleiv til fimm, í verjuni báðar
dystirnar í Europa League. So eg
vildi kanska skotið uppá eina 3-6-
1/5-4-1 líknandi leikskipan uttan
at hava nakra venjing at byggja
tað á.
JÁKUP ÓSÁ UM VÓNIRNAR:
- Tað er trupult at meta um
møguleikarnar, og eg haldi heldur
ikki, at KÍ viðhaldsfólkini her
niðri ordiliga vita, hvat tey skulu
vænta.
Veddingarfyritøkurnar
siga, at Birkirkara er ein rímiliga
stórur favorittur til fyrra dystin.
Ein ítróttarjournalistur frá Malta
hevur sagt mær, at Birkirkara
telist millum favorittarnar til
meistaraheitið komandi kapping
arár.
Liðið hevur keypt nógv inn og
harav fleiri A-landsliðsleikarar
hjá Malta. Teir hava eisini nógvar
útlendskar leikarar, har onkrir
hava týðandi leiklutir. Venjarin er
nýggjur, og tað sum eg havi lisið
meg fram til og hoyrt frá fólki
her á staðnum, so skulu vit vænta
eitt lið, sum spælir álopsfótbólt.
Føroysk lið standa seg søguliga
væl móti liðum frá Malta, so KÍ
skal fara eftir møguleikanum.
B36 hevur sent Birkirkara út
fyrr og var nær við at gera tað
sama við Valletta fyri tveimum
árum síðani. KÍ hevur ongantíð
í søgu felagsins skorað á útivølli
í Europa kapping, so tað verður
vónandi hesaferð, tí flestu av
mótstøðuliðunum hjá KÍ áður
hava verið munandi sterkari á
pappírinum enn, hvat Birkirkara
er. Fær KÍ ikki eitt mál, so mugu
vit vóna ein 0-0 ella í ringasta føri
eitt 1-0 tap.
Við tað at Birkirkara hevur so
nógv nýtt fólk og ikki hevur
spælt dyst av týdningi í knappar
tveir mánaðir, so eigur tað
at geva KÍ møguleikar. Útfrá
upplýsingunum um Birkirkara
kundi eg ímynda mær ein dyst,
har Birkirkara fer at hava bóltin
væl meira, men har Birkirkara
vónandi ikki kemur til so nógvar
stórar málmøguleikar bæði tí at
KÍ er væl skipað og tí at Birkirkara
liðið ikki er samanspælt ella í
dystarvenjing. Mítt tipp liggur
til antin 1-0 til heimaliðið ella 0-0.
Við teimum báðum úrslitunum
er møguleikin at koma víðari
framvegis til staðar til seinna
dystin.
Meir kann lesast um KÍ og dystin
á Malta í Norðlýsinum og á bolt.fo
Saint Joseph´s rakt av
veddingargølu í fjør
Mótstøðuliðið hjá B36 í Europa
League undankappingini, Saint
Joseph´s úr Gibraltar hevur fáar
evropeiskar royndir.
Í
fjør
summar
tók
Saint
Joseph´s lut í Europa League und
ankappingini á fyrsta sinni. Talan
gjørdist um eitt samlað 0-10 tap
ímóti AEL Limasol úr Kýpros. Saint
Joseph´s tapti 0-4 heima og 0-6 úti.
Tað var tó ein sera keðilig hend
ing í fjør sum yvirskuggaði alt
annað. Saint Joseph´s var nevnliga
rakt av einari ógvuliga keðiligari
veddingarskandalu.
Tveir
spælarar
hjá
Saint
Joseph´s,
liðskiparin,
Esteban
Montes og Alberto Montaño sum
báðir eru úr Spania fingu harðar
revsingar fyri at hava sett pening
á dystir sum báðir høvdu verið
partur av.
Aganevndin hjá fótbóltssam
bandinum hjá Gibraltar gav lið
skiparanum, Esteban Montes eitt
fimm ára bann frá øllum fótbólti,
og tey góvu Alberto Montaño eitt
bann uppá trý ár frá øllum fótbólti.
Haraftrat fingu Esteban Montes
og Alberto Montaño hvør sína bót.
Esteban Montes skuldi rinda 1.000
bretsk pund og Alberto Montaño
skuldi rinda 800 bretsk pund í bót.
Úrskurðurin hjá aganevndini hjá
fótbóltssambandinum í Gibraltar
var fráboðaður 16. august í fjør.
Saint Joseph´s segði sáttmálan
upp við Esteban Montes og Alberto
Montaño beinavegin tá bannini hjá
teimum vóru veruleiki.
herisimonsen@sosialurin.fo
Europa
League:
28. juni:
B36 - St Joseph's
Birkirkara - KÍ
5. juli:
St Joseph's - B36
KÍ - Birkirkara
B36: Møguligar
uppstillingar
4-2-3-1
Rói M. Hentze/Trygvi
Askham
Andrias H. Eriksen, Robert
H. Brockie, Odmar Færø,
Alex Mellemgaard
Eli F. Nielsen, Erlendur
Magnusson
Benjamin Heinesen, Lukasz
Cieslewicz, Meinhard E.
Olsen
Kaimar Saag
Ella:
Rói M. Hentze/Trygvi
Askham
Erlendur Magnusson,
Andrias H. Eriksen, Odmar
Færø, Alex Mellemgaard
Eli F. Nielsen, Magnus H.
Jacobsen
Benjamin Heinesen, Lukasz
Cieslewicz, Meinhard E.
Olsen
Kaimar Saag
KÍ 3-5-2- Møgulig
uppstilling:
Kristian Joensen
Jóannes K. Danielsen,
Marko Dusak, Deni Pavolvic,
Hørður Askham og Ólavur
Niclasen
Boris Dosljak, Jákup
B. Andreasen, Semir
Hadzibulic, og Jóannes
Bjartalíð
Páll Klettskarð