Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hóskvøldið byrjar eitt summar við nógvum evropesiskum fót­ bólti fyri føroysk lið. B36 tekur í Gundadali móti St Joseph's FC úr Gibraltar, meðan Kí er á Malta, har mótstøðuliðið er Birkirkara. Seinni fara so Víkingur og NSÍ eisini á vølli. Her er longu givið, at Víkingur kemur at spæla fýra dystir óansæð um liðið vinnur ella tapur í Champions League. Annars eru tað úrslitini, ið eru avgerandi. Jákup ivast – men heldur fast í stílinum Í longu yrkisleiðini hjá Jákupi á Borg sum fótbóltsspælara, eydn­ aðist honum ongantíð at vinna seg víðari í Evropa. Seinasta royndin var í Champions League í 2016, tá B36 tapti tepurt fyri maltesiska meistaraliðnum, Valletta FC. Tað sum iðraði spælaran, Jákup á Borg, eftir seinastu royndina var, at hann alt ov oftani helt, at føroysk lið høvdu ov stóra viðring fyri útlendsku mótstøðuliðunum. Boðskapurin hjá Jákupi á Borg, sum nú er venjari hjá B36, er, at spælararnir hjá honum skulu ikki hava somu viðring fyri mótstøðuni, sum hann hevði. - Eg havi verið nær við fleiri ferðir. Nú royni eg at læra frá mær, at vit skulu ikki bara hava virð­ing fyri teimum, tí teir tosa útlendskt. Eg vil ikki hava, at mínir spælarar hava somu virðing fyri mót­støðuliðnum , sum eg sjálvur havi havt, sigur Jákup á Borg íðin á málinum. - Fáa teir pláss at spæla á, so eru teir tekniskt væl fyri og flyta vengurnar inn á miðjuna, með­ an teir hava ein sterkan 10’ara í álopinum. Tað eru altíð onkr­ar just­ er­ingar í mun til mót­støðu­liðið,men vit fara at spæla sama fótbóltin, sum vit komu í Evropa við, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Hann ivast í tveimum plássum á liðnum. Hann heldur at St Joseph's FC hevur ávísar trupulleikar við umstillingsspæli og tí er møguligt gott við rennuorku á miðvøllinum. Antin verður tað við Andrias H. Eriksen á hægra bakki, meðan Erlendur Magnusson spælir á miðj­ uni. Alternativið er, at Magnus H. Jacobsen spælir á miðjuni sam­an við Eli F. Nielsen og Lukasz Ciesle­ wicz, meðan Erlendur Magnusson spælir á høgra bakki og Andrias H. Eriksen kemur inn í miðverjuna fyri Robert H. Brockie. - St Joseph's FC er eitt lið, sum ikki hevur stórar og sterkar spæl­ar­ ar. Tí skulu vit tora at bjóða teimum av og spæla skjótt fram á vøllin, sigur Jákup á Borg. At enda sigur Jákup á Borg, at tað er ivasamt um málverjin, Trygvi Askham, verður tøkur til dystin. Hann bleiv skiftur út móti HB, meðan ungi Rói M. Hentze stóð í mál fríggjadagin á Argjum. Akkurát og stuttir B36 hevur eina stolta søgu í Evropa. Liðið var við frá byrjan, tá før­ oyskur fótbóltur fekk limaskap í ev­ropesisku fótbóltssamgonguni. Longu í 1992 skoraði Kári Reynheim móti Avenir Beggen úr Luksemborg. B36 tapti samanlagt 2-1. Stuttligt er eisini at lesa á Faroesoccer.com, at spæl­arar sum Jens Kristian Hansen vóru við. Hann er í dag liðleiðari hjá besta liðnum. Í 2005 og 2006 er B36 eisini væl fyri í Evropa við sigrum á eitt nú ÍBV úr Íslandi og Birkirkara av Malta, sum Kí skal spæla ímóti. Seinni komu eisini góð avrik móti eitt nú Brøndby IF. Seinastu árini hevur B36 tó ikki havt eydnuna við í Evropa. Í 2012, 2015 og 2016 tapti B36 tepurt í fyrsta umfari í Champions League fyri feløgum sum Linfield FC úr Norð­urírlandi, The New Saints úr Wales og Valletta av Malta. Í fjør stóð eisini nógv á móti Nõmme Kalju, sum tó endaði við at vinna tvær ferðir 2-1. Um B36 skal bróta óndu ring­rásina, so krevur tað at teir umseta sínar málmøguleikar til mál. Heitt á Malta – men ikki ein umbering Meðan B36 skal spæla sín fyrra dyst í kendu umstøðunum í Gunda­dali, so skal KÍ spæla í ókendum um­ støðum á Malta, har tað er nógv­ur hiti í løtuni. Eftir lutakastið segði venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomas­ sen, a t h a n n fór ikki at brúka hitan sum eina umbering. -Statistiskt sæð er tað ein fyri­ munur, at hava seinna dystin á heimavølli. Um tað er bakandi heitt á Malta, so kann tað verða ein vansi, men spælararnir hjá okkum eru væl fyri, so tað verður ikki ein um­bering. Eg vænti, at vit eru krops­liga væl fyri og fara at gera tað torført fyri teir í fyrra dyst­in­um, segði Mikkjal Thomas­sen eftir luta­kastið. Hann leggur aftur, at hetta er ein stuttlig og spennandi uppgáva, sum á pappírinum er lættari enn sein­ast, tá KÍ í fjør var í Evropa. -Hetta er bæði stuttligt og spenn­andi. Tað er stórur áhugi frá áskoðarunum, og óansæð styrkina hjá teimum, so verður hetta ikki líka torført sum móti AIK, segði Mikkjal Thomassen. Av Malta verður mett, at KÍ byrjar við Kristiani Joensen í mál­ in­um, meðan Jóannes K. Daniel­ sen, Marko Dusak, Deni Pavol­ vic, Hørður Askham og Ólav­ur Niclasen eru í verjuni. Á Miðj­uni verða tað helst Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Boris Dosljak og Jóannes Bjartalíð, meðan Páll Kletts­karð verður í álopin­um. Iva­ málið er júst hvat fyri spæli­skipan Mikkjal Thomassen velur. trondur@sosialurin.fo KAPPRÓÐUR Vit fara at spæla sama spæl, sum hevur fingið okkum til Evropa. Tað sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36, sum ivast í tveimum plássum á liðnum undan dystinum móti St St Joseph's FC úr Gibraltar SPÆLA OKKARA SPÆL Europa League: