týsdagur 26. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72
ikki var viðspælari.
Langi marathon-teinurin byrjar
á Vaglinum, har alt tiltakið verður
skotið í gongd í senn.
Runnið verður fyrst ein lítlan
túr í Havn, síðan framvið Strond,
víðari til Kaldbaks og so heim aftur
til Havnar.
Arbeitt hevur verið nógv við at
menna Atlantic Airways Tórshavn
Marathon, og tað hevur altíð havt
stóran týdning hjá fyrireikarunum,
at tiltakið ikki bara veksur, men
samstundis er eitt gott og væl
skipað tiltak.
Sigast má, at tiltakið soleiðis er
vaksið í tráð við, at umstøðurnar
eru betraðar.
Og fyrireikararnir lata heilsa,
at tiltakið saktans kann veksa enn
meira!
Vøksturin hevur serliga verið
millum tey, sum renna fult mara
thon, og tað er ikki minst her, at
talið av útlendingum, sum koma
heim til Føroya at renna, hevur
verið veksandi.
Í ár vóru 118 útlendingar, sum
runnu fult marathon á Atlantic Air
ways Tórshavn Marathon, og hetta
var størri helvtin av øllum teimum
sum gjøgnumførdu.
Fantastiskt veður
At tiltakið í ár eydnast so sera væl,
var ikki minst fantastiska góða
veðrinum fyri at takka.
Hetta er triðja árið, at tiltakið,
sum áður var hildið í september,
hevur verið hildið í juni, og hetta
hevur riggað væl.
Marknaðarføringin av Atlantic
Airways Tórshavn Marathon fer
serliga fram við, at føroysku fyri
reikararnir luttaka á messum,
og eisini verður runnið á stóra
tiltakinum í Reykjavík. Haraftrat
verða sosialu miðlarnir brúktir,
umframt at netverkað verður víða
um.
Tað hevur stóran týdning fyri
fyrireikararnar, at fólk taka undir
við tiltakinum, og í ár sótu íbúgvar
á Boðanesheiminum uttan fyri, tá
rúgvan av marathon-luttakarum
kom framvið, og í Kaldbak kom fólk
eisini út at heilsa luttakarunum.
Á Vaglinum spældu fólk frá
Tórshavnar Musikkskúla, og hesi
settu ikki minst sín serstaka dám
á tiltakið.
Marathon - fyri øll
Felagsskapurin AIMS, sum hevur
góðkent teinin hjá Atlantic Airways
Tórshavn Marathon, er partur av
altjóða felagnum IAAF fyri frælsan
ítrótt.
Marathon-tiltakið,
sum
var
sunnudagin 3. juni, var eitt tiltak,
har øll kunnu luttaka, ganga og/
ella renna.
Teinarnir vóru marathon, hálvt
marathon, 10 km., 5 km. og so ein
familjuteinur á 1,6 km., har øll
familjan kundi stuttleika sær sam
an eina løtu.
Her var soleiðis rúm fyri øllum,
eisini barnavognum og koyristól
um.
MARATHON