Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein ógvuliga týdningarmikil viðspælari hjá Atlantic Airways Tórshavn Marathon og Bragdinum er Tórshavnar kommuna. Hetta er eitt so mikið stórt tiltak, sum krevur rættiliga nógv, og tað hevði slett ikki latið seg gjørt, um kommunan ikki var viðspælari Vilmund Jacobsen Seinasta mikudag takkaði Atlantic Airways Tórshavn Marathon og Bragdið øllum samstarvsfeløgum, stuðlum, samarittum vaktum og hjálparfólkum annars fyri, at øll hesi gjørdu ársins marathon til enn eina og ógloymandi uppliving.  Tøkkin hjá fyrireikarunum ljóð­ aði á ikki minni enn 42 túsund og 195 ferðir takk, og hetta tal er júst longdin á einum marathon-teini, nevniliga 42,195 kilometrar. Fyrireikararnir eru samdir um, at við 588 rennarum úr 28 londum gjørdist Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018 tað higartil størsta og best eydnaða. Út við 800 luttakarar vóru til­ meldaðir í ár, harav 588 gjøgnum­ førdu ymisku teinarnar. Atlantic Airways Tórshavn Mara­thon verður aftur næsta ár, hin 2. juni, og í ár var tað Her­ gerð Heldarskarð, ið var høvuðs­ samskipari av hesum stóra tiltaki. Í ár var umleið helmingurin av luttakarunum úr ymiskum londum uttan fyri Føroyar, og hetta var umleið sama lutfall sum seinasta ár. Altjóða góðkenning Tað serstaka við tiltakinum í ár var, at Atlantic Airways Tórs­ havn Marathon í ár fekk rut­una altjóða góðkenda av felags­skap­ in­um AIMS (Association of Inter­ na­tional Marathons and Dist­ance Races), ið er felagsskapur fyri langteinarenning. Henda góð­kenn­ ing fer væntandi at gera tiltakið enn meira sjónligt um allan heim í hesum altjóða netverki. Tey, sum kundu hugsað sær at vita meira um AIMS, kunnu leita sær á leinkjuna http://www.aims- worldrunning.org/aims.html Atlantic Airways Tórshavn Marathon er høvuðstiltakið hjá Bragd­inum, ið stendur fyri renning og fræls­um ítrótti annars. Í fyrireikingarbólkinum, sum skipar fyri marathon-tiltakinum, eru eitt nú fólk úr nevndini í Bragd­inum, har Ann Thomsen er forkvinna, umframt onnur. Tórshavn Marathon hevur røt­ ur aftur til 2003, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað var Robert Vilhelmsen, sum tá var formaður í Bragdinum, ið gekk á odda fyri at reisa hetta tiltak á føtur. Á tiltakinum hesaferð rann Ro­ bert Vilhelmsen annars sítt 25. marathon, og hann hevur gjøgnum árini runnið marathon í fleiri ymiskum londum. Bæði Ann Thomsen, Hergerð Held­arskarð og mong onnur við teimum hava eisini runnið fleiri mara­thon, tó at tey fæstu hava runnið so mong marathon sum Robert Vilhelmsen. Góður viðspælari Ein ógvuliga týdningarmikil við­ spælari hjá Atlantic Airways Tórs­ havn Marathon og Bragdinum er Tórshavnar kommuna. Hetta er eitt so mikið stórt tiltak, sum krevur rættiliga nógv, og tað hevði slett ikki latið seg gjørt, um kommunan ATLANTIC AIRWAYS TÓRSHAVN MARATHON ALTJÓÐA GÓÐKENNING MARATHON