Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72 Nýggj vitan leiðir til nýggjar viðgerðir móti krabbameini Nýggj vitan um, hvussu krabbameinskyknur gerast mótstøðuførar móti viðgerð, hjálpir granskarum at skilja, hvussu kyknurnar umvæla skaðar á sínar ílegur undir viðgerð. Nýggja vitanin kann eisini hjálpa til við menningini av betri viðgerðarhættum móti mótstøðuførum krabbameinskyknum Vilmund Jacobsen Nýggj altjóða gransking gevur eina betri fatan av, hvat tað er, sum hend­ir, tá krabbameinskyknur ger­ ast mótstøðuførar. Professarin, Jiri Bartek, sum ar­ beið­ir á miðstøðini hjá Kræftens Be­kæmpelse innan gransking av krabba­meini, hevur sjálvur luttikið í nevndu gransking. Tað eru krabbakyknur, sum gerast mótstøðuførar yvirfyri við­gerð við heilivági av slagnum, PARP-tálmara, sum ljóskastarin í hesi altjóða gransking hevur verið sett­ur á. PARP-tálmari er eitt nýtt slag av heilivági, sum eitt nú verður brúkt­ ur til at viðgera sjúklingar, um or­ søk­in til krabbasjúkuna er brek í íleg­uni, BRCA2. Brekið í BRAC2 kann eitt nú elva til krabbamein í brósti ella eggjastokkum. Frágreiðingin til, at nakr­ar krabbakyknur gerast mót­støðu­før­ ar, er, at tær umframt BRCA2 eisini mangla umvælingarenzymið ella kveiki, sum verður rópt PARG. Um PARG vantar, mótvirkast virknaðurin av PARP-tálmaranum, og krabbameinskyknurnar kunnu halda fram við at veksa. Nýggju úrslitini geva eina vitan um nakrar av teimum mest grund­ leggjandi eginleikunum í kykn­un­ um, og útlitini eru lovandi. Dagligir skaðar Professarin, Jiri Bartek, sigur, at úrslitini frá nýggju altjóða gransk­ ingini kunnu brúkast til at menna nýggjar viðgerðarhættir móti mótstøðuførum krabba­meins­kykn­ um. - Úrslitini geva bæði vitan um heilt grundleggjandi mekanismur innan Dna-umvælingar, eins og úrslitini benda á, at krabba­ meins­knút­ar, sum eru mótstøðu­ før­ir mótvegis PARP-tálmarum orsaka brekumm í øðrum um­væl­ ing­ar­prote­in­um, kanska kunnu viðgerast við stráluviðgerð ella øðr­ um hættum fyri kemoviðgerð, sigur pro­fess­arin. Dna’ið í okkara kyknum er dag­ liga fyri skaðum, sum kunnu elva til krabba­mein. Læknavísundin heldur seg vita, at hvønn dag standast umleið 70.000 brek ella feilir í hvørji ein­ astu kyknu í likaminum. Hesi brek kunnu standast, tá kyknurnar deila seg ella sum avleiðing av krabba­ meinselvandi evnum sum eitt nú uv-stálum frá sólini ella tubbaks­ royki. Kyknurnar hava tískil eina víð­ tøkna “umvælingarskipan”, sum skal finna út av brekum og síðan rætta hesi fyri at minka um vandan fyri, at vit gerast sjúk. Týdningarmikil leiklutur Proteinini, BRCA1 og BRCA2, spæla ein týdningarmiklan leiklut í umvælingini av okkara ílegum, og eru brek í ílegunum ella kyknunum, veksur vandin fyri krabbameini. Hetta merkir eitt nú, at arvalig brek í BRCA1 ella BRCA2 kunnu veksa um vandan fyri bróstkrabba og krabba í eggjastokkunum. Tað er júst krabbamein, sum or­ søk av breki í BRCA1 ella BRCA2, ið kann viðgerast við PARP-tálmara, ið sum navnið bendir á virkar við at blokera proteinið PARP, sum er eitt av umvælingarproteinunum í lik­am­inum. Professarin, Jiri Bartek, sig­ur, at tá hetta hendir, doyggja krabba­ meinskyknurnar, tí brekini í teim­ um gerast so mong. - Men, eins og við øðrum við­ gerð­arhættum, er vandi fyri, at krabba­meins­kykn­urnar eftir eina tíð gerast mótstøðuførar yvirfyri PARP-tálmara, leggur hann aftrat. Áður hevur læknavísundin ikki vitað, hví hetta hendi, men nýggja altjóða granskingin greið­ir nú neyvari spurningin um innaru part­arnar í krabba­meins­kykn­un­ um. PARP og PARG Náttúrligi virknaðurin hjá PARP í kyknunum er at seta smá sukurmýl - ella sukurmolekylir - á eina røð av proteinum, sum hava til uppgávu at viðlíkahalda dna’ið og umvæla brek. PARG virkar øvut av PARP. PARG beinir nevniliga burtur sukurmýlini ella sukurmolekylini. Javnvágin millum hesi bæði fær í vanligum kyknum “umvæling­ar­ mek­anismurnar” at umvæla arva­ frøð­iligar skaðar. Við at tálma PARP í krabba­ meins­kyknunum verða brekini á dna’ið ikki rættað og vilja í staðin hópa seg upp á ein slíkan hátt, at krabba­meinskyknurnar at enda doyggja. Kelda: www.cancer.dk HEILSA Kyknurnar hava eina víðtøkna “umvælingarskipan”, sum skal finna út av brekum og síðan rætta hesi fyri at minka um vandan fyri, at vit gerast sjúk Professarin, Jiri Bartek, sum starvast fyri Kræftens Bekæmpelse, hevur tikið lut í nýggju granskingini