hósdagur 11. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 216 - 11. november 2004
Nr. 216 - 11. november 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Týsdagin 9. november
var móttøka hjá H.N.
Jacobsens Bókhandli í
Havn. Talan var um
eina rættuliga sjáld-
sama hending. Martin
Thomsen, prentari,
kundi halda sín 60
ára starvsdag á sama
arbeiðsplássi
MÓTTØKA
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Tað var í sera hugnaligum
umhvørvi at móttøkan fyri
Martin Thomsen var hjá
H.N.
Jacobsens
Bóka-
handli. Sjálvtøkuborð var
sett upp í gomlu stovuni
aftan fyri prenstsmiðjuna.
Móttøkan byrjaði kl. 13,
og nógv fólk stukku inn á
gólvið fyri at heilsa upp á
Martin.
Har vóru familja, vinir og
kenningar. Eisini stukki
nógvir kundar inn á gólvið.
Hóast Martin er 74 ára
gamal, fekk hann blómu-
heilsan frá 88 ára gomlu
fastur síni, Mathildiu Fol-
lend, sum býr í Danmark.
Martin hevur arbeitt á
prentsmiðjuni
síðan
9.
november 1944, tá hann
sum 14 ára gamal fór í læru
sum prentari. Lærutíðin var
fimm ár, og sveinaprógvið
var tikið í Danmark.
Tá Martin varð útlærdur,
vóru tey átta starvsfólk á
prentsmiðjuni. Seinastu 9
árini hevur hann rikið
prentsmiðjuna sjálvur og
verið einsamallur til ar-
beiðis.
Tey sum hildu talu undir
móttøkuni
vóru
Halgir
Winther Poulsen, formaður
í "Grunni H.N. Jaobsens
Bókahandil", Malan Marn-
ersdóttir, nevndarlimur í
grunninum, og Emma Ja-
cobsen úr Gøtu, sum ar-
beiddi á skrivstovuni í
bókhandlinum frá 1959-63.
Hon siteraði sálma 103,
sum eina heilsu til Martin.
Halgir Winther Poulsen
greiddi frá um grunnin,
sum eigur H.N. Jacobsens
Bókahandil. Malan Marn-
ersdóttir segði frá søguni
hjá bókahandlinum. Hon
segði m.a. at sjálvur Bóka-
handilin hjá Hans Nikláa
Jacobsen læt upp ólav-
søkudag 1865 heima í
Gongini, har hann búði og
hevði bókainnbindingina. Í
1918 flutti hann niðan í
gamla
Realskúlan,
har
bókahandilin hevur verið
síðani.
Prentsmiðjan hjá H.N.
Jacobsens Bókahandli hev-
ur prentað nógvar bøkur og
tíðarrit gjøgnum tíðirnar,
sum t.d. Færøsk Kirke-
tidende og Songbók Føroya
Fólks. Bókahandilin gav út
Álmanakkan frá 1928-94.
Malan endaði við at siga
"Tað trúfesti, sum 60 ára
starvadagurin hjá Martini
ber boð um, hevur eyðkent
virksemið í bókahandlin-
um. Hóast ongar bøkur
verða prentaðar her longur,
ber tað enn eina tíð til at fáa
kort, brævpappír, bræv-
bjálvar og aðrar smáprent-
lutir gjørd her. Takk fyri tað
Martin, og alt tað besta
ynskir Grunnur H.N. Ja-
cobsens tær"
Martin Thomsen 60 ára starvsdag:
Trúfesti hevur eyðkent virksemið
Martin Thomsen saman
við familjuni, konuni
Ragnu, døtrunum Biritu,
Petru, Hildigunn, og
dótturmonnum og
abbabørnum
Halgir Winther Poulsen helt
talu vegna "Grunn H. N.
Jacobsens Bókahandil", har
hann er formaður
Malan Marnersdóttir,
nevndarlimur í grunninum
fyri H.N. Jacobsens
Bókahandilin
Emma Jacobsen siteraði Sálm
103 sum eina heilsan til
Martin
Ein av gomlu kundunum hjá prentsmiðjuni, Emil Tomsen
bókaútgevari, heilsar upp á Martin
Síðan Martin yyvirtók prentsmiðjuni í 1995, hevur
abbasonurin Dann Thorleifsson, hjálpt væl til á
prentsmiðjuni, serliga eftir arbeiðstíð
Ein av grannunum hjá bókahandlinum, Asta Jacobsen, sum
hevur kioskina á Vaglinum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá kæri bróðir okkara
Hans Fredrik Hansen
Kollafjørður
Vanliga nevndur Hans í Sundinum
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prestarnar Bergur Debes Joensen og Ingu
Poulsen Dam.Tøkk til tykkum, ið vóru um hann á
Landssjúkrahúsinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Kollafjarðar
kirkju og tøkk til øll tykkum, ið á ymiskan hátt
hjálptu til áðrenn og aftaná jarðarferðina og
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Kirstin, Maria, Hans Jacob, Poul Eli,
Johannes og Anton
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
kæra svigarinna, fastur og mostur okkara
Dagny Højgaard
Toftir
andaðist á Sambýlinum Vesturskin 8. november,
84 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
fríggjadagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Hans Jákup, Osla og Odda
Dagurin
11. oktober. Mortansmessa. Til minnis um biskup-
in Martin í Tours í Fraklandi. Hann var føddur í tí,
sum nú verður rópt Ungarn. Sum pápin var hann
fyrst hermaður, men gav seg ungur í kirkjuliga tæn-
astu, har hann skjótt kom fram. Hann var kosin til
biskup í Tours.
Mortan var verndarhalgimenni hjá øllum hús-
dýrum og hjá drykkjumonnum.
Navnið er latínskt og merkir stríðshugaður.
Maria Hansen 65
Mikudagin 10. november
fylti Maria Hansen í Vest-
manna 65 ár. Hon er ikki
ein og hvør. Tað eru fram-
vegis ikki so nógvar kvinn-
ur, sum hava gjørt vart við í
politiska lívinum í Føroy-
um, men sigast má, at tað
hevur Maria.
Tað var í 1988, at kvinn-
urnar í Vestmanna rættiliga
fóru at gera um seg í
kommunupolitikki.
Tær
hildu, at menninir, sum
høvdu rátt fyri borgum,
hugsaðu næstan bara um
vegir og havnir og annað
slíkt og lítið og einki um
eitt nú barnarøkt. Tær
gjørdu tí ein kvinnulista og
komu sterkar inn. Maria
gjørdist bygdarráðsformað-
ur og røkti starvið frá 1989-
96.
Men
longu
tvey
ár
frammanundan var hon
farin upp í landspolitikk
eisini. Í 1994 valdi Sam-
bandsflokkurin í Norð-
streymoy hana inn á Ting,
og hon sat á Tingi í eitt
valskeið, tá hon ikki stillaði
uppaftur. Hon hevur eisini
havt onnur álitisstørv, var
limur í Norðurlandaráðnum
í eitt ár og stýrislimur í
SEV í 3 ár.
Foreldrini vóru Karolina
Egholm úr Hvalvík og
Herluf Davidsen úr Kvívík.
Hon giftist við Jákupi
Hansen úr Vestmanna, har
tey búsettust.
Maria er annars útbúgvin
sjúkrarøktarfrøðingur.
Hósdagin 4. november fylti Jona
Petersen í Skálavík 70 ár. Jona er
fødd í Æðuvik og er dóttur Sunn-
evu og Óla Hans. Familjan flutti til
Havnar, tá Jona var 11 ára gomul.
Hon eigur tríggjar systrar: Jovina
Højgaard og Henny Andreasen,
sum báðar búgva í Havn, og Hanna
Rasmussen, sum býr í Søldafirði.
Jona giftist við Herman Petersen úr
Skálavík í 1962, og eiga tey 5 børn
og 17 ommu- og abbabørn og 4
langommu- og langabbabørn.
Á ungum árum gjørdist Jona sjúk
av epilepsi, og hevur hon verið
merkt av tí líka til dagin í dag, men
sterk sum hon. Hon hevur hildið
hús og tikið sær av tí heimliga.
Hjartaliga tillukkku við degnum
sum var 4. november og Harrans
signing framyvir.
x.
Jona Petersen 70 ár
Jóannes Dalsgarð
fyllir sekstifimm
Í dag fyllir Jóannes Dals-
garð, stjóri í Húsaláns-
grunninum, 65 ár.
Jóannes
Dalsgarð
er
argjamaður, men vaks fyri
tað nógva upp í Sandavági,
hiðani mamman er ættað.
Komin aftur til Argjar
eftir
lokna
skúlagongd
lærdi hann í handlinum hjá
Valdemar Lútzen í Vágs-
botni. Seinri fór hann at
starvast hjá verfaðirinum,
Hanusi við Høgadalsá, sum
var reiðari og eisini umsat
tann tá nýstovnaða Húsa-
lánsgrunninum miðskeiðis
í sekstiárunum.
Eftir at Húsalánsgrunn-
urin varð umskipaður og
Hanus við Høgadalsá legði
frá sær sum stjóri, setti
landsstýrið Jóannes sum
stjóra í grunninum, sum
fekk stóran og týðandi lut í
sethúsafíggindini
sum
fráleið. Í eina fjórðingsøld
hevur Jóannes stjórnað
Húsalánsgrunninum fyri-
myndarliga saman við góð-
um starvsfólkum.
Bæði í arbeiði, í ítrivi og
í øðrum høpi er Jóannes
røkin, vælmeintur og hjálp-
samur.
Føðingardagsbarnið hev-
ur altíð verið virkið. Í mong
ár spældi hann við 1. og 2.
mansliðið hjá Kyndli, eins
og hann verið nevndarlimur
og formaður hjá teimum
grønu.
Hondbolturin er lagdur,
men nú sæst hesin spelkni
unglingin sláa golfboltar
uppi á bønum á Hoyvíks-
garði leygar- og sunnu-
dagar í vetrarhálvuni, eins
og leiðin stundum gongur
til grønu fløturnar í Het-
landi.
Sum hugsjónarmaður og
formaður í Suðurstreym-
oyar Tjóðveldisfelag átti
Jóannes sín stóra leiklut í at
gera Tjóðveldisflokkin til
størsta flokk við valið í
1998. Seinastu tíðina hevur
hann verið formaður í
aðalstjórn floksins.
Jóannes er giftur við
Guðrun og tey eiga børnini
Óluvu, Brand og Rúnu.
Uppi á Berjabrekku búsett
ust tey fyri nøkrum árum
síðani og eisini har sprettur
og grør rundan um tey.
C
M
Y
K
13
12
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið