hósdagur 11. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 11. november 2004
15
Vesper -
aftan-
sangur -
á
Glyvrum
og á Eiði
AFTANSANGUR
Tíðindaskriv
Sunnukvøldið hin 14.
november kl. 20 verður
aftansangur (vesper) í
Glyvra
kirkju,
og
sunnukvøldið hin 28.
november kl. 20 í Eiðis
kirkju við Kór Glyvra
kirkju.
Fyrimyndin er aftan-
sangur í ensku (anglik-
ansku) kirkjuni, sum er
ein daglig tíðarbøn, har
dentur verður lagdur á
lovsong, Dávidssálmar,
Bíbliulestur og bøn. Í
miðøldini vóru hesar
gudstænastur fleiri í tali,
og vóru róptar tíðarbøn-
ir, av tí at tær vóru
hildnar ávísar klokku-
tíðir á degnum til tess at
halga dagin.
Enski erkabiskupurin,
Thomas
Cranmer
(1489-1556), ið var ein
av teimum týdningar-
miklu trúbótarmonnun-
um í ensku kirkjuni, av-
markaði hesar tíðarbøn-
ir til tvær: Morgun - og
aftansang (mattins og
vesper). Enski formurin
fekk sítt sermerkta snið,
sum ikki er at finna í
øðrum kirkjum, við tað
at Cranmer tók ymiskar
partar úr teimum ym-
isku tíðarbønunum, sum
í miðøldini vóru vornar
8 í tali, og legði tær
saman til tvær. Hesin
vakri
og
hátíðarligi
formurin fyri morgun -
og aftansang verður við
smávegis
broytingum
framvegis nýttur í ensku
kirkjuni og verður nú
royndur her heima á
klettum.
Hesi sunnukvøld syng-
ur Kór Glyvra kirkju ein
Dávidssálm, Lovsong
Mariu
og
Lovsong
Símeons. Skiftisongur
eftir enska tónaskaldin-
um
William
Smith
(1603-45) verður sungin
av prestinum og kórin-
um. Harafturat verður
sálmasangur,
Bíbliu-
lestur og bøn.
Danski
tónleikaháskúlin
Vestbirk Højskole, bjóðar
nú øllum næmingum at
ganga komandi skúlaskeið
fyri hálvan prís. Talan er
um ein nýmótans háskúla,
har
kreativitetur
og
nýhugsan eru í hásæti
Háskúlin Vestbirk er ein
tónleikaháskúli, ið bjóðar
breytirnar: rock, funk/fusi-
on, jazz, teldutónleik, cros-
sover og musical. Afturat
hesum breytum verða tvær
nýggjar á skránni komandi
skúlaskeið.
Nevniliga
Singer/Songwriter
og
fólkatónleikur.
Um Singer/Songwriter
breytina, sigur skúlin, at
henda er ætlað ungum, gáv-
aðum tónleikarum, sum
ynskja at skriva teirra egnu
løg og tekstir, men sum
kanska hava tørv á hjálp,
fyri at koma í gongd.
Fólkatónleikarabreytin
bjóðar møguleikar innan
bæði tann klassiska, akust-
iska fólkatónleikin, men
eisini innan tann nýggjara
og elektriska tónleikin.
Komandi
skúlaskeið
byrjar 16. januar og endar
4. juni 2005. Tilsamans er
talan um 20 vikur, sum nú
fáast fyri kostnaðin av
einans 10 vikum.
Um nærri upplýsingar
ynskjast, ber til at fara inn á
heimasíðuna:
w w w. i n f o @ ve s t b i r k -
hojskole.dk .
Tlf.nummarið
er
+4575781171
og
fax-
nummarið, +4575780090
–eys–
Tað verða Sam-teld og
danska WM-data,
sum í felag skulu veita
og implementera tal-
gildu heilsuskipanina
TELDUSKIPAN
tíðindaskriv
Hesum boðar Almanna- og
Heilsumálaráðið frá í tíð-
indaskrivi í dag. Farið verð-
ur í holt við arbeiðið í janu-
ar 2005, og ætlanin er, at
tey trý sjúkrahúsini og teir
kommunulæknar,
sum
ynskja tað, innan árslok
2006 skulu arbeiða við
talgildari heilsuskipan.
Við hesum verður altso
lagt upp til, at tað verða
kommunulæknarnir sjálvir,
sum gera av, hvørt teir vilja
nýta skipanina ella ikki.
Í tíðindaskrivinum verur
sagt, at hetta gevur møgu-
leikar at fremja samstarvið
hinnan heilsuverkið. Somu-
leiðis verður sagt, at hetta
fyri sjúklingarnar fer at
merkja eina betraða tæn-
astu. Til ber at samskipa
viðgerðina av sjúklingun-
um, frá fyrstu ferð, tey fáa
samband við heilsuverkið.
Harumframt verða allar
upplýsingarnar um ein per-
són savnaðar á einum stað,
til fyrimunar fyri bæði
sjúklingar og heilsustarvs-
fólk.
Danskur og føroyskur
førleiki
Sam-teld og danska fyri-
tøkan WM-data skulu veita
og implementera ta nýggju
skipanina, sum hevur heitið
Cosmic, og sum svenska
fyritøkan CAMBIO hevur
ment. Higartil hevur skip-
anin hjá CAMBIO upp
ímóti 30.000 brúkarar. Ar-
beiðið verður gjørt sum ein
verkætlan, har dentur verð-
ur lagdur á føroyskan før-
leika í neyvum samstarvi
við serfrøði úr Danmark
innan KT-skipanir í heilsu-
verkinum.
WM-data er ein av odda-
fiskunum innan KT-skipan-
ir til heilsuverkið í Dan-
mark, og hevur í fleiri enn
20 ár arbeitt miðvíst við
KT-loysnum til arbeiðs-
gongdir á sjúkrahúsum. Í
dag veitir WM-data talgild-
ar heilsuskipanir til fleiri
amt í Danmark.
Sam-teld hevur drúgvar
royndir við KT-loysnum
innan almennu umsitingina
og hevur tí nógva vitan um
tey krøv, sum verða sett til
talgildar skipanir á hesum
økinum.
Á tónleikaháskúla fyri 1/2 prís
Umframt at geva helvtina av kostnaðinum í avsláttri, bjóðar Vestbirk Højskole nú eisini tvær nýggjar breytir, nevniliga
Singer/Songwriter og fólkatónleik.
Talgild heilsuskipan
Einki er at ivast í, at tey á Samteld eru fegin um, at tað eydnaðist fyritøkuni at fáa risa-ordran upp á talgildu heilsuskipanina
15
14
Nr. 216 - 11. november 2004
Ovfarin og glað
Eg eri sera glað og
ovfarin av at fáa eina
so dygga álitisváttan,
sigur Rósa Samuel-
sen, borgarstjóri í
Sandavági um góða
persónliga valúrslitið
KOMMUNUVAL
Edvard Joensen
Sandavági:
Rósa Samuelsen, borgar-
stjóri í Sandavági, fekk
31,4 prosent av góðkendu
atkvøðunum á kommunu-
valinum í Sandavági týs-
dagin. Næstan triðjuhvørja
latna atkvøðu fekk hon
perónliga. 449 atkvøður
vórðu góðkendar, og ein
var ógildað.
– Eg eri ógvuliga glað
fyri, at fólk halda, at tað,
sum eg havi staðið fyri og
gjørt í bygdarráðnum hesi
árini, hevur verið gott
arbeiði. Øðrvísi kann úr-
slitið ikki skiljast, heldur
Rósa Samuelsen.
Nakra ávísa grund heldur
hon ikki vera til hetta úr-
slitið. Hon hevur verið
sjónlig alt skeiðið, og
bygdarráðið hevur arbeitt
væl saman, sigur hon. Tað
fær borgarstjórin so løn fyri
nú, vísir hon á.
Hon metir, at serliga tað,
at nýggjur dagstovnur er
komin, eins og at frítíðar-
skúlin er byrjaður, og at
ungdómshús er á veg, av-
gjørt hevur gjørt sítt til úr-
slitið. Fríðkingin av bygd-
ini hevur eisini havt sítt at
siga, tá fólk hava valt, sigur
afturvaldi borgarstjórin í
Sandavági.
Rósa Samuelsen sigur, at
enn er ikki tosað nakað um,
hvat fer at henda í komandi
valskeiði. Tó væntar hon, at
hildið verður fram sum
higartil, og okkurt er, metir
hon, sum bendir á, at hon
fer at halda fram sum borg-
arstjóri. Verður heitt á hana,
tekur hon av, sigur hon.
Hon er vald sjálvfimta av
sjey á sínum lista. Tveir
listar vóru.
– Vit hava ikki arbiett við
meiriluta og minniluta í
bygdarráðnum
í
farna
skreiði, og tað ætli eg held-
ur ikki at gera í komandi
skeiði, sigur hon. Mær
dámar betri, at alt bygdar-
ráðið arbeiðir sum ein
heild.
Rósa Samuelsen metir, at
tættari samstarv eigur at
vera millum kommunurnar
í Vágum. Eitt nú eigur
reglugerðin fyri Felags-
kommununa
at
verða
broytt, soleiðis at Felags-
kommunan
fær
størri
heimildir.
Sum er, er bara talan um
eina nevnd, sum ongar
heimildir hevur. Sótu til
dømis borgarstjórarnir í
leiðsluni fyri Felagskomm-
ununi við ávísum rættind-
um, kundi hon verið brúkt í
fleiri førum, enn nú er,
heldur
borgarsjórin
í
Sandavági.
Av lokalum málum í
Sandavági er eingin ivi um,
at skúlin er tað fremsta, sig-
ur Rósa Samuelsen. Har
eru álvarsligir hølistrupul-
leikar, og har má arbeiðast
skjótt, sigur hon.
Nýggja
bygdarráðið
verður kallað saman nakað
skjótt, sigur Rósa Samuel-
sen, sum fegin tekur við
aftuvali í borgarstjórasessin
í Sandavági.
Allir tríggir borgar-
stjórarnir, sum still-
aðu upp til komm-
unuvalini í Vágum,
fingu flestar persón-
ligar atkvøður, har
teir stillaðu upp
KOMMUNUVAL
Edvard Joensen
Vágar:
Vágaborgrstjórarnir, Rósa
Samuelsen,
Jóan
Pauli
Federiksen og Jógvan Páll
Joensen, fingu øll trý flest-
ar atkvøður í bygdunum,
har tey stillaðu upp.
Rósa Samuelsen, borgar-
stjóri í Sandavági, hevði
eina
prosentvísa
fram-
gongd upp á 98 prosent í
mun til seinasta kommunu-
val.
Jóan Pauli Frederiksen,
borgarstjóri í Miðvági,
hevði eina framgongd upp
á heili 105 prosent í mun til
seinasta val.
Triði borgarstjórin, sum
uppstillaður var, var Jógvan
Páll Joensen, borgarsjtóri í
Bíggjar Kommunu, sum nú
verður løgd saman við
Sørvágs Kommunu. Hann
stillaði tí upp í Sørvági, har
hann fekk flestar persónlig-
ar atkvøður. Verður bert
hugt at talinum í Bø, hevði
Jógvan Páll Joensen eina
framgongd upp á 94 pro-
sent í persónliga atkvøðu-
talinum í bygdini. Tó skal
viðmerkjast, at hann var
einasta valevni í Bø til
bygdarráðið í Sørvági.
Fjórði borgarstjórin í
Vágum, Eivin Jacobsen,
borgarstjrói í Sørvági still-
aði ikki uppaftur til komm-
unuvalið hesaferð.
Kynsbýtið í Vágum er
eitt sindur broytt í mun til
seinasta val.
Í Sandavági stendur við.
Har var borgarstjórin, Rósa
Smauelsen,
einsamøll
kvinna i bygdarráðnum.
Tað er hon eisini eftir valið
týsdagin.
Í Miðvági sótu fýra
kvinnur í gamla bygdar-
ráðnum. Tvær teirra still-
aðu ikki uppaftur, og ein
varð ikki afturvald. Eftir
sitir nú tann fjórða sum
einsamøll kvinna í bygdar-
ráðnum í Miðvági.
Í Sørvági sat ein kvinna í
fráfarandi bygdarráði. Hon
varð ikki afturvald. Men
tvær aðrar eru nývaldar.
Sostatt er kvinnuliga um-
boðanin í Sørvági tvífald-
að. Tó skal viðmerkjast, at í
Mykinesi var ein kvinna í
bygdarráðnum, sum nú ikki
er til meira, tí Mykines er
løgd saman við Sørvági.
Kvinnuligi bygdarráðslim-
urin í Mykinesi stillaði ikki
uppaftur.
Rósa Samuelsen á borgarstjóraskrivstovuni í Sandavági mikumorgunin. Útlit eru fyri, at hetta
eisini komandi fýra árini kann gerast arbeiðspláss hennara
Mynd: Edvard Joensen
Borgarstjóraval í Vágum
Kommunusamanleggingin
millum Bíggjar- og Sørvágs
Kommunur varð
undirskrivað í Tindhólmi í
summar. Jógvan Páll
Joensen, v.m. og Eivin
Jacobsen, h.m., skrivaðu sum
borgarstjórar í ávikavist Bø
og Sørvági undir. Eivin
Jacobsen stillaði ikki
uppaftur hesaferð, og Jógvan
Pál Joensen fekk flestar
persónligar atkvøður í nýggju
Sørvágs Kommunu
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
14