Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 11. november 2004 15 Vesper - aftan- sangur - á Glyvrum og á Eiði AFTANSANGUR Tíðindaskriv Sunnukvøldið hin 14. november kl. 20 verður aftansangur (vesper) í Glyvra kirkju, og sunnukvøldið hin 28. november kl. 20 í Eiðis kirkju við Kór Glyvra kirkju. Fyrimyndin er aftan- sangur í ensku (anglik- ansku) kirkjuni, sum er ein daglig tíðarbøn, har dentur verður lagdur á lovsong, Dávidssálmar, Bíbliulestur og bøn. Í miðøldini vóru hesar gudstænastur fleiri í tali, og vóru róptar tíðarbøn- ir, av tí at tær vóru hildnar ávísar klokku- tíðir á degnum til tess at halga dagin. Enski erkabiskupurin, Thomas Cranmer (1489-1556), ið var ein av teimum týdningar- miklu trúbótarmonnun- um í ensku kirkjuni, av- markaði hesar tíðarbøn- ir til tvær: Morgun - og aftansang (mattins og vesper). Enski formurin fekk sítt sermerkta snið, sum ikki er at finna í øðrum kirkjum, við tað at Cranmer tók ymiskar partar úr teimum ym- isku tíðarbønunum, sum í miðøldini vóru vornar 8 í tali, og legði tær saman til tvær. Hesin vakri og hátíðarligi formurin fyri morgun - og aftansang verður við smávegis broytingum framvegis nýttur í ensku kirkjuni og verður nú royndur her heima á klettum. Hesi sunnukvøld syng- ur Kór Glyvra kirkju ein Dávidssálm, Lovsong Mariu og Lovsong Símeons. Skiftisongur eftir enska tónaskaldin- um William Smith (1603-45) verður sungin av prestinum og kórin- um. Harafturat verður sálmasangur, Bíbliu- lestur og bøn. Danski tónleikaháskúlin Vestbirk Højskole, bjóðar nú øllum næmingum at ganga komandi skúlaskeið fyri hálvan prís. Talan er um ein nýmótans háskúla, har kreativitetur og nýhugsan eru í hásæti Háskúlin Vestbirk er ein tónleikaháskúli, ið bjóðar breytirnar: rock, funk/fusi- on, jazz, teldutónleik, cros- sover og musical. Afturat hesum breytum verða tvær nýggjar á skránni komandi skúlaskeið. Nevniliga Singer/Songwriter og fólkatónleikur. Um Singer/Songwriter breytina, sigur skúlin, at henda er ætlað ungum, gáv- aðum tónleikarum, sum ynskja at skriva teirra egnu løg og tekstir, men sum kanska hava tørv á hjálp, fyri at koma í gongd. Fólkatónleikarabreytin bjóðar møguleikar innan bæði tann klassiska, akust- iska fólkatónleikin, men eisini innan tann nýggjara og elektriska tónleikin. Komandi skúlaskeið byrjar 16. januar og endar 4. juni 2005. Tilsamans er talan um 20 vikur, sum nú fáast fyri kostnaðin av einans 10 vikum. Um nærri upplýsingar ynskjast, ber til at fara inn á heimasíðuna: w w w. i n f o @ ve s t b i r k - hojskole.dk . Tlf.nummarið er +4575781171 og fax- nummarið, +4575780090 –eys– Tað verða Sam-teld og danska WM-data, sum í felag skulu veita og implementera tal- gildu heilsuskipanina TELDUSKIPAN tíðindaskriv Hesum boðar Almanna- og Heilsumálaráðið frá í tíð- indaskrivi í dag. Farið verð- ur í holt við arbeiðið í janu- ar 2005, og ætlanin er, at tey trý sjúkrahúsini og teir kommunulæknar, sum ynskja tað, innan árslok 2006 skulu arbeiða við talgildari heilsuskipan. Við hesum verður altso lagt upp til, at tað verða kommunulæknarnir sjálvir, sum gera av, hvørt teir vilja nýta skipanina ella ikki. Í tíðindaskrivinum verur sagt, at hetta gevur møgu- leikar at fremja samstarvið hinnan heilsuverkið. Somu- leiðis verður sagt, at hetta fyri sjúklingarnar fer at merkja eina betraða tæn- astu. Til ber at samskipa viðgerðina av sjúklingun- um, frá fyrstu ferð, tey fáa samband við heilsuverkið. Harumframt verða allar upplýsingarnar um ein per- són savnaðar á einum stað, til fyrimunar fyri bæði sjúklingar og heilsustarvs- fólk. Danskur og føroyskur førleiki Sam-teld og danska fyri- tøkan WM-data skulu veita og implementera ta nýggju skipanina, sum hevur heitið Cosmic, og sum svenska fyritøkan CAMBIO hevur ment. Higartil hevur skip- anin hjá CAMBIO upp ímóti 30.000 brúkarar. Ar- beiðið verður gjørt sum ein verkætlan, har dentur verð- ur lagdur á føroyskan før- leika í neyvum samstarvi við serfrøði úr Danmark innan KT-skipanir í heilsu- verkinum. WM-data er ein av odda- fiskunum innan KT-skipan- ir til heilsuverkið í Dan- mark, og hevur í fleiri enn 20 ár arbeitt miðvíst við KT-loysnum til arbeiðs- gongdir á sjúkrahúsum. Í dag veitir WM-data talgild- ar heilsuskipanir til fleiri amt í Danmark. Sam-teld hevur drúgvar royndir við KT-loysnum innan almennu umsitingina og hevur tí nógva vitan um tey krøv, sum verða sett til talgildar skipanir á hesum økinum. Á tónleikaháskúla fyri 1/2 prís Umframt at geva helvtina av kostnaðinum í avsláttri, bjóðar Vestbirk Højskole nú eisini tvær nýggjar breytir, nevniliga Singer/Songwriter og fólkatónleik. Talgild heilsuskipan Einki er at ivast í, at tey á Samteld eru fegin um, at tað eydnaðist fyritøkuni at fáa risa-ordran upp á talgildu heilsuskipanina 15 14 Nr. 216 - 11. november 2004 Ovfarin og glað Eg eri sera glað og ovfarin av at fáa eina so dygga álitisváttan, sigur Rósa Samuel- sen, borgarstjóri í Sandavági um góða persónliga valúrslitið KOMMUNUVAL Edvard Joensen Sandavági: Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, fekk 31,4 prosent av góðkendu atkvøðunum á kommunu- valinum í Sandavági týs- dagin. Næstan triðjuhvørja latna atkvøðu fekk hon perónliga. 449 atkvøður vórðu góðkendar, og ein var ógildað. – Eg eri ógvuliga glað fyri, at fólk halda, at tað, sum eg havi staðið fyri og gjørt í bygdarráðnum hesi árini, hevur verið gott arbeiði. Øðrvísi kann úr- slitið ikki skiljast, heldur Rósa Samuelsen. Nakra ávísa grund heldur hon ikki vera til hetta úr- slitið. Hon hevur verið sjónlig alt skeiðið, og bygdarráðið hevur arbeitt væl saman, sigur hon. Tað fær borgarstjórin so løn fyri nú, vísir hon á. Hon metir, at serliga tað, at nýggjur dagstovnur er komin, eins og at frítíðar- skúlin er byrjaður, og at ungdómshús er á veg, av- gjørt hevur gjørt sítt til úr- slitið. Fríðkingin av bygd- ini hevur eisini havt sítt at siga, tá fólk hava valt, sigur afturvaldi borgarstjórin í Sandavági. Rósa Samuelsen sigur, at enn er ikki tosað nakað um, hvat fer at henda í komandi valskeiði. Tó væntar hon, at hildið verður fram sum higartil, og okkurt er, metir hon, sum bendir á, at hon fer at halda fram sum borg- arstjóri. Verður heitt á hana, tekur hon av, sigur hon. Hon er vald sjálvfimta av sjey á sínum lista. Tveir listar vóru. – Vit hava ikki arbiett við meiriluta og minniluta í bygdarráðnum í farna skreiði, og tað ætli eg held- ur ikki at gera í komandi skeiði, sigur hon. Mær dámar betri, at alt bygdar- ráðið arbeiðir sum ein heild. Rósa Samuelsen metir, at tættari samstarv eigur at vera millum kommunurnar í Vágum. Eitt nú eigur reglugerðin fyri Felags- kommununa at verða broytt, soleiðis at Felags- kommunan fær størri heimildir. Sum er, er bara talan um eina nevnd, sum ongar heimildir hevur. Sótu til dømis borgarstjórarnir í leiðsluni fyri Felagskomm- ununi við ávísum rættind- um, kundi hon verið brúkt í fleiri førum, enn nú er, heldur borgarsjórin í Sandavági. Av lokalum málum í Sandavági er eingin ivi um, at skúlin er tað fremsta, sig- ur Rósa Samuelsen. Har eru álvarsligir hølistrupul- leikar, og har má arbeiðast skjótt, sigur hon. Nýggja bygdarráðið verður kallað saman nakað skjótt, sigur Rósa Samuel- sen, sum fegin tekur við aftuvali í borgarstjórasessin í Sandavági. Allir tríggir borgar- stjórarnir, sum still- aðu upp til komm- unuvalini í Vágum, fingu flestar persón- ligar atkvøður, har teir stillaðu upp KOMMUNUVAL Edvard Joensen Vágar: Vágaborgrstjórarnir, Rósa Samuelsen, Jóan Pauli Federiksen og Jógvan Páll Joensen, fingu øll trý flest- ar atkvøður í bygdunum, har tey stillaðu upp. Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, hevði eina prosentvísa fram- gongd upp á 98 prosent í mun til seinasta kommunu- val. Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, hevði eina framgongd upp á heili 105 prosent í mun til seinasta val. Triði borgarstjórin, sum uppstillaður var, var Jógvan Páll Joensen, borgarsjtóri í Bíggjar Kommunu, sum nú verður løgd saman við Sørvágs Kommunu. Hann stillaði tí upp í Sørvági, har hann fekk flestar persónlig- ar atkvøður. Verður bert hugt at talinum í Bø, hevði Jógvan Páll Joensen eina framgongd upp á 94 pro- sent í persónliga atkvøðu- talinum í bygdini. Tó skal viðmerkjast, at hann var einasta valevni í Bø til bygdarráðið í Sørvági. Fjórði borgarstjórin í Vágum, Eivin Jacobsen, borgarstjrói í Sørvági still- aði ikki uppaftur til komm- unuvalið hesaferð. Kynsbýtið í Vágum er eitt sindur broytt í mun til seinasta val. Í Sandavági stendur við. Har var borgarstjórin, Rósa Smauelsen, einsamøll kvinna i bygdarráðnum. Tað er hon eisini eftir valið týsdagin. Í Miðvági sótu fýra kvinnur í gamla bygdar- ráðnum. Tvær teirra still- aðu ikki uppaftur, og ein varð ikki afturvald. Eftir sitir nú tann fjórða sum einsamøll kvinna í bygdar- ráðnum í Miðvági. Í Sørvági sat ein kvinna í fráfarandi bygdarráði. Hon varð ikki afturvald. Men tvær aðrar eru nývaldar. Sostatt er kvinnuliga um- boðanin í Sørvági tvífald- að. Tó skal viðmerkjast, at í Mykinesi var ein kvinna í bygdarráðnum, sum nú ikki er til meira, tí Mykines er løgd saman við Sørvági. Kvinnuligi bygdarráðslim- urin í Mykinesi stillaði ikki uppaftur. Rósa Samuelsen á borgarstjóraskrivstovuni í Sandavági mikumorgunin. Útlit eru fyri, at hetta eisini komandi fýra árini kann gerast arbeiðspláss hennara Mynd: Edvard Joensen Borgarstjóraval í Vágum Kommunusamanleggingin millum Bíggjar- og Sørvágs Kommunur varð undirskrivað í Tindhólmi í summar. Jógvan Páll Joensen, v.m. og Eivin Jacobsen, h.m., skrivaðu sum borgarstjórar í ávikavist Bø og Sørvági undir. Eivin Jacobsen stillaði ikki uppaftur hesaferð, og Jógvan Pál Joensen fekk flestar persónligar atkvøður í nýggju Sørvágs Kommunu Mynd: Edvard Joensen C M Y K 14