Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018 SOSIALURIN 73 4 Summarið er her og vit hava fylgt kapp­ róðrinum á teimum fyrstu stevnunum. Kappingin millum 10-mannaførini er øgilig og sjáldan hava vit sæ ein meira spenandi og javnan róður enn tann á jóansøku. Kappróðurin hevur havt tað eitt sindur tungt í nøkur ár, men síðani Kringvarpið er farið at senda frá kappróðrinum í sjónvarpinum, hevur kappróður fingið eina nýggja áskoðarfjøld. Vit sum ikki hava ein bát ella bátar at halda við, fara sjáldan at hyggja at kapp­ róðri, tí tú fært ómetaliga lítið við, tá tú stend­ur á málinum. Tí eru sendingarnar í sjónvarpinum kær­komnar. Tað gevur okkum høvi at fylgja við og tað gevur høvi at síggja allan róð­urin og sjálva avgerðina á málstrikuni, Sum nú á jóansøku. Hetta eigur KvF og Róðrarsambandið tøkk fyri! Eitt annað, sum seinastu mongu árini hevur sett dám á um summarið eru mongu tónleikafestivalarnir. Tann fyrsti hevur verið í Sørvági og nú er Voxbotn í Havn. G og Summar­festi­val­ ur­in koma eisini og alt bendir á, at vit í ár fáa hóp av góðum og kendum tón­leik­ar­ um hendan vegin. Men politiskt liggja Føroyar stillar hesa tíðina. Tingið er í summarfrí og Heð­ in Mortensen hevur boðað frá, at grein 25-nevndin, sum arbeiddi við stjórn­ar­ skip­aruppskotinum hevur givið skarvin yvir í hesi tingsetuni. Rokasligu dagarnir við nýggjari fiski­ vinnu­skipan eru farnir afturum, men vit hava ikki sæð nakrar serligar avleiðingaar enn. Jú, uppboðssølur hava verið av rætt­ ind­um, men enn hava vit ikki sæð tær stóru avleiðingarnar av broytingunum. Við jøvnum millumbilum siga fólk í vinnuni, at alt er ótrygt og tí aftra tey seg við at gera nýíløgur í skip. Sum nevnt liggur alt stilt politiskt, men tað er ikki heilt rætt, tí topparnir í sam­gonguni arbeiða saman við em­bætis­ verkinum. Samgongan hevur eitt ár eftir at virka í og skal hon gera sær vónir um at fáa meir­ luta aftur, so er neyðugt at spæla kortini rætt hesa seinastu tíðina. Krøvini um at brúka almennar pengar eru størri enn nakrantíð. Tí er samgongan noydd at vísa, at hon hevur dirvið at ansa eftir búskaparliga. Serliga hevur Framsókn víst á, at tað ikki altíð hev­ur gingið so væl í sam­ felagnum eftir at pen­inga­ríkiligheitin hev­ur verið stór í Før­oy­um. Løgmaður tosar eis­ini um bíbilsku mynd­ina um at eftir sjey feit ár koma sjey rak ár. Hetta er ein mynd, sum tey flestu duga at síggja, men í veruliga lívinum fær hetta okkum sjáldan at halda aftur við krøvum. Íløgurnar í løtuni eru gigantiskar eft­ir okkara viðurskiftum og tað sum vit ong­ an­tíð eiga at gloyma er, at tá ið íløgur eru gjørdar so skal ofta rakstrarpeningur til eisini. Besta dømi er Eystur­ oyar­tunn­il­in. Tað sær út sum politiska skipanin við bindi fyri eyg­uni hevur samtykt at brúka millj­ardir til tveir tunnl­ar uttan at hugsa um, hvussu bilarnir, sum koyra ígjøgnum tunnl­arnar. skulu sleppa víðari. Ája! Kanska minnist onk­ur tað sama sum hendi í Leirvík, tá ið Norð­oy­artunnilin lat upp. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Um Brasil ikki vísur okkum tann góða gamla sambafótbóltin í kvøld, so bilar ikki so nógv um Serbia sparkar teir heim. Karl Løkin gevst í NSÍ Eldur var í vikuni bæði í húsum í Havn og í húsum í Bjargamannadali á Borðoynni. Hesi seinnu brendu í grund. Mimir skal nú seljast til hægstbjóðandi. Húsið í miðbýnum í Havn hevur verið ein býarmynd í mong harrans ár. Liljan Weihe fær stuðul frá sínum íslendsku starvsbrøðrum í at sleppa aftur til arbeiðis sum tíðindaleiðari. Marin Bláberg verður skúlastjóri í Vestmanna Prógv MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir skulu til í vegagerð í sambandi við Eysturoyartunnilin, metir Landsverk 435 Sosialu miðlarnir hava hesa vikuna verið á tremur við fólki við studentahúgvum á høvdinum ella universitetsprógvum í hondini, nú skúlar eru lidnir fyri summarið. Um orðið sigur Sprotin 1 váttan el. staðfesting um sannleika, bera prógv um prógva; útsjónd hansara bar prógv um arbeiðssemi; (gl.) skjóta til próvs (el. prógvar) taka til vitni 2 skrivlig váttan (um e-t), próvbræv, próvskjal, prógv í gudfrøði; til lukku við próvnum 3 próvtøka, fara upp til prógv; fáa el. taka prógv; sms. t.d. álitis-, embætis-, gudfrøði-, koppa-, mót- , skipara- Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? at longsta gøtan í verðini er Yone street í Toronto, Canada. Hon er 1.896 km. Sæð á Facebook: At hoyra Suna Merkisstein lesa HM tíðindi er tann reini skaldskapur. Tað er eitt vælsignilsi at duga at seta orð saman, soleiðis at tað rørur ein. Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 3 - 8 m/s, sum veksur síðst á náttini. Turt og skíggjað og hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig. 3-8 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 - 10 m/s. Turt og sól, men seinni um dagin verður skíggjað við regn. Um kvøldið veksur hann vindin til 5 - 10 m/s av norði og útnyrðingi. Um náttina klárnar í og tað verður turt. Hitin millum 10 og 13 stig, og um náttina millum 8 og 10 stig.  Sunnudagin sigur hann gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 - 10 m/s. Tað verður turt og sól, men um náttina skíggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 11 stig.