hósdagur 28. juni 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018
SOSIALURIN 73
5
Orðið “kiksa” er eitt orð, sum vit ofta nýta. Sprotin lýsir orðið
soleiðis: At gera miseydnaða roynd t.d. sparka ella blaka
skeivt, ella missa bóltin. Dømi: hann kiksaði (bóltin); ein kiksað
ur róður kostaði teimum FM-heitið. Og annar týdningur er
at miseydnast. Dømi: tað kiksaði við samráðingunum.
Tað vóru einaferð ein ung genta og ein ungur drongur, sum
bæði komu frá góðum familjum. Tey búðu í einari lítlari bygd
og vóru bæði gudrøkin fólk. Hann var nakað eldri enn hon, men
tey kendust og blivu væl. Familjurnar gleddust um, at tey vóru
komin saman og vón um eitt gott hjúnaband birtist. Hann hevði
gott arbeiði og hon var enn so mikið ung, at arbeiðslívið var ikki
byrjað hjá henni. Men tey høvdu stórar dreymar og framtíðin
sýntist bjørt.
Gentan gjørdist við barn - áðrenn tey vóru gift. Í húgaheiminum
hjá fólki í bygdini, fanst hesin møguleikin ikki, at gerast við barn
uttanfyri hjúnaband. Hetta var ein gøla. Skjótt frættist, hvat
var hent og slaturin gekk, sum vera man, sum skógareldur til
bygdirnar nærindis. Slíkt var hildið vera ræðuligur, siðleysur og
vanvirðiligur atburður. Ein skomm. Kiksað.
Gentan og drongurin kendu sviðjan. Fólk søgdu ikki nógv, men
eyguni talaðu harðari enn orð. Onkur kallaði hana fyri eina skøkju
og hann ein horkall. Onkur annar skrivaði lepar við niðrandi
orðum. Og aftur onnur gingu bara framvið teimum og lótust
ikki um vón, sum um tey vóru ósjónlig. Fólk, sum tey kendu væl,
vóru nú sum fremmand. Skjótt vóru tey útihýst og vanvird frá
samfelagnum. Skommin var stór. Einsemið var ræðuligt. Tey vóru
kiksað!
Støðan gjørdist ikki betur, tá ið drongurin uppdagaði, at hann ikki
var pápin. Ein annar átti barnið. Drongurin var í villareiði. Hann
visti ikki, hvat hann skuldi gera. Skuldi hann gera loyndardómin
almennan? Skuldi hann fara frá henni? Skuldi hann taka ábyrgd,
hóast barnið ikki var hansara? Bardagin innan í var øðiligur.
Gølan var so stór, at gentan noyddist at rýma úr bygdini í eina
tíð. Hon fann sær skjól hjá familju í aðrari bygd, inntil øsingin og
vreiðin høvdu lagt seg eitt sindur. Alt var kiksað!
Drongurin gjørdi av at taka ábyrgd. Hann gifti seg við gentuni og
valdi at taka sær av ófødda barninum. Tíðin gekk og tey vandu
seg við avvísandi eyguni hjá fólki, skommina hjá foreldrunum og
kensluna av at vera kiksaði.
Tá ið barnið varð føtt, var eingin av familjuni har. Tey vóru einsa
møll. Tað var hart, men tað gekk eisini. Og sjálvt um tey ongantíð
blivu reiðuliga góðkend av fólkunum í bygdini og ongantíð kendu
seg veruliga heima aftur í bygdini, so tóku tey sær av barninum
og av hvørjum øðrum. Líka mikið hvussu kiksað alt var, so fekk
kenslan av at vera kiksaður ikki loyvi at taka ræði á teimum.
Barnið vaks upp í einum tryggum, kærleiksfullum og friðsælum
heimi, har foreldrini ikki lótu arvin av skomm, ótta ella at vera
kiksaður liva víðari.
Óivað kenna flestu okkara sviðan av at kenna okkum kiksaði og
miseydnaði. Tað er hin røddin, sum háðandi sigur, at vit svíkja,
at vit feila, at vit enda galið, at lívið er ein ólagna, og at vit føra
skomm yvir okkum sjálvi og familju okkara. Men hendan søgan
lærir okkum at, um orðið “kiksað” – pínufult og ræðuligt, sum
tað kann kennast – ikki sleppur at vera yvirskriftin yvir lívi okkara,
so bróta vit eisini arvin í mun til børn okkara.
Forrestin... gentan æt Maria og drongurin, Jósef. Og, ja, barnið
fekk navnið Jesus! Hvør mangan er tað ikki so, at tað, sum í
menniskjaeygum sýntist kiksað og miseydnað er í Guds eygum
nakað, sum hevur potentialið til nakað vakurt, undurfult og gott.
Atvera
kiksaður….
Jógvan Zachariassen BLOGGAR
JÓGVAN ZACHARIASSEN ER DOKTARI Í GUDFRØÐI, TÓNLEIKARI OG RITHØVUNDUR.
HANN STARVAST DAGLIGA SUM SAMKOMULEIÐARI Í LÍVDINI Í HOYVÍK
Óivað kenna flestu okkara sviðan av at kenna okkum kiksaði og miseydnaði.
Tað er hin røddin, sum háðandi sigur, at vit svíkja, at vit feila, at vit enda
galið, at lívið er ein ólagna, og at vit føra skomm yvir okkum sjálvi og
familju okkara. Men hendan søgan lærir okkum at, um orðið “kiksað”
– pínufult og ræðuligt, sum tað kann kennast – ikki sleppur at vera
yvirskriftin yvir lívi okkara, so bróta vit eisini arvin í mun til børn okkara.