hósdagur 28. juni 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018
SOSIALURIN 73
6
RYNKEBY: MAGNUS F. JOENSEN
– Eg eri glaður fyri, at viðgerðin var so góð fyri
tað slagið av krabbameini, sum eg hevði, og eg
vil gera mítt til, at øll børn fáa sama møguleika,
sum eg fekk. Lækni ella granskari verði eg
aldrin, men eg kann vera við til, at lívsneyðuga
granskingin fær fígging, sigur 31 ára gamli Magnus
F. Joensen, sum gekk í triðja flokki, tá hann fekk
staðfest krabbamein, og nú er við á føroyska
Rynkeby-súkkluliðnum, ið er ávegis til París
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
T
á føroyska Rynkeby-
súkkluliðið varð stovnað
fyri fimm árum síðani,
visti Magnus F. Joensen
við tað sama, at á hatta liðið skuldi
hann einaferð.
– Eg tók avgerðina beinanvegin,
og eg havi ætlað mær at súkkla
við Rynkeby nokk so leingi. Men
útbúgving og arbeiði hava havt við
sær, at tað hevur ikki ligið fyri fyrr
enn nú, sigur ungi kvívíkingurin,
sum var illa sjúkur av krabbameini,
tá hann var níggju ára gamal.
– Eg eri glaður fyri, at viðgerðin,
sum kom burtur úr granskingini
innan tað slagi av krabbameini, ið
eg fekk, var so góð. Tíverri eru tað
eru ikki øll, sum koma undan við
lívinum, og tað er bara gransking,
sum kann gera munin.
– Eg vil so fegin geva okkurt
aftur og gera mítt til, at øll onnur
børn fáa sama møguleika, sum eg
fekk. Eg verði ongantíð granskari
ella lækni, men um eg kann hjálpa
við at útvega fígging til gransking,
so havi eg í øllum førum gjørt
okkurt, sigur Magnus F. Joensen.
Hann greiðir frá, at tað er serliga
ein genta, sum hevur fingið hann
at vera við á liðnum hjá Rynkeby.
Hon lá á somu deild sum Magnus
á Ríkissjúkrahúsinum, og hevði tá
fingið staðfest krabbamein fyri
aðru ferð.
– Beinta var eitt sindur eldri
enn eg. Hon hevði blóðkrabba, og
tað var aðru ferð, at hon var sjúk.
Vit lógu á somu deild og vóru
nógv saman á sjúkrahúsinum, og
vit hildu eisini sambandið, eftir at
vit vóru komin heimaftur, greiðir
Magnus frá. Beinta gjørdist sjúk
aftur seinni og doyði.
– Hon er ein stórur partur av
motivatiónini hjá mær. Hon hevði
krabbamein tríggjar ferðir, og livdi
við stórum avleiðingum av sjúkuni,
sigur Magnus, sum sjálvur fekk
staðfest krabbasjúkuna Burkitt
lymfom í 1996.
Var ikki bangin
Magnus var níggju ára gamal, tá
hann gjørdist sjúkur. Mandlurnar
blivu brádliga øgiliga stórar, og
hann bløddi í munninum.
EG VIL GEVA
OKKURT AFTUR