hósdagur 28. juni 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018
SOSIALURIN 73
7
Mandlurnar vórðu tiknar og
kannaðar og staðfest varð, at
Magnus hevði krabbamein. Tað
var í februar mánaði í 1996.
At byrja við hildu læknarnir,
at Magnus hevði krabbamein í
hálsinum og onga aðrastaðni. Men
á Ríkissjúkrahúsinum varð stað
fest, at krabbin hevði breitt seg til
lungu og nýru.
– Burkitt lymfom er ein øgiliga
aggressiv krabbasjúka, men hon er
kortini góð at hava við at gera, og
viðgerðin riggaði sera væl. Eg fekk
kemoviðgerð beinleiðis inn í merg
in og varð lagdur í narkosu hvørja
ferð, greiðir Magnus frá.
Hann minnist einki til, at hann
var bangin, hvørki tá hann var
sjúkur, ella tá kann skuldi til kann
ingar árini eftir, at hann var blivin
frískur.
– Eg haldi, at tað er ein fyrimun
ur at vera barn í einari sovorðnari
sjúkugongd. Ein hugsar ikki so
langt og er bara í tí. Eg havi kanska
hildið, at tá ein er heimkomin, so
er ein bara frískur. Eg havi als ikki
verið bangin.
– Eg minnist heldur einki til, at
eg tók tað serliga tungt, at eg misti
hárið, sigur Magnus, sum var í
viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í
eitt hálvt ár.
Mamman var hjá Magnusi
alla tíðina í Danmark. Tvey yngri
systkin hjá honum vóru hjá familju
og vinfólki í Føroyum, og pápin
sigldi úti. Eldra systirin búði í
Danmark. Magnus og mamman
vóru ongantíð í Føroyum hetta
hálva árið, men pápin og yngru
systkini hjá Magnusi vóru á vitjan
í Danmark.
– Eg rokni við, at tað var øgiliga
hart hjá mammu. Tað hevur nokk
verið harðari enn hjá mær, heldur
Magnus, sum sigur, at mamman er
framvegis sera eym um hann.
– Um eg verði sjúkur ella havi
ilt onkustaðni, so hevur hon hug
til at gera tað til meira enn eg. Tað
liggur helst har í bakhøvdinum,
sigur Magnus og leggur afturat,
at hagtølini eisini vísa, at tey, sum
hava havt krabbamein sum børn,
eru í størri vanda enn onnur fyri
at fáa krabbamein aftur.
Hóast Magnus sjálvur ikki
gongur og stúrir fyri at gerast sjúk
ur aftur, so ásannar hann, at hann
fylgir betur við, enn onkur annar
kanska hevði gjørt, um hann til
dømis fær eitt nýtt móðurmerki.
Troystaði sær bara
ræstan fisk
Magnus minnist ikki so nógvar
smálutir frá tíðini, hann var í við
gerð á ríkissjúkrahúsinum. Men
hann minnist týðiliga, at hann vildi
ikki vera á sjúklingahotellinum.
– Eg veit ikki hví, eg ikki vildi
vera har. Eg treivst bara ikki, sigur
Magnus, sum saman við mammuni
flutti í eina íbúð, sum ein í familjuni
hjá teimum hevði í Danmark. Har
vóru tey, tá Magnus ikki var í
kemoviðgerð á sjúkrahúsinum.
Magnus minnist ikki týðiliga,
hvussu hann hevði tað, men hann
minnist, at tað var strævið og tungt.
Eitt, sum hann minnist væl, er, at
hann spýði illa, og at alt smakkaði
illa. Tað einasta, sum gagnaðist
honum, var føroyskur matur so
sum ræstur fiskur og garnatálg,
kókað vomb, speril og nýru.
– Fastir mín sendi okkum mat.
Í felagskøkinum á Ríkissjúkrahús
inum gjørdi mamma mær millum
annað ræstan fisk, og eg minnist
einki til, at nakar gramdi seg um
tað, sigur Magnus, sum eisini altíð
hevur dámt ómetaliga væl kókaða
vomb.
– Tað dámar mær framvegis væl,
og eg seti als ikki yndismatin hjá
mær í samband við nakað ringt,
leggur hann afturat.
Eitt annað minni, sum hann
hevur frá tíðini á Ríkissjúkrahús
inum, er ein plakat, sum hann fekk
sendandi frá floksfeløgunum í Før
oyum.
– Tað var eitt pappark við út
klippum. Plakatin var alt annað
enn vøkur, sigur Magnus, sum
kortini hevur goymt plakatina.
– Hon hongur uppi enn, so hon
hevur nakað at týða fyri meg.
Kanska tað, at tey hugsaðu um
meg tá. Tað fløvar, sigur Magnus,
sum varð húð og bein, tá hann kom
aftur til Føroya í september í 1996.
Kom skjótt fyri seg
– Eg havi altíð verið klænur, men
tá bar av. Ein verður so veikur av
kemoviðgerðini, at bara tað at fáa
sopp í munnin var nóg ringt. Tað
hevði kanska ikki so nógv upp á
seg, men tað kendist sum nógv,
minnist Magnus, sum longdist illa,
meðan tey vóru í Danmark.
Tað gekk kortini skjótt rætta
vegin, tá hann kom heimaftur.
Hann byrjaði næstan beinanvegin
aftur í skúlanum, og tað gekk held
ur ikki long tíð, til hann fór á fjall
aftur og byrjaði at sparka fótbólt.
Hann hevði tað gott, og hugsaði
ikki nógv um, at hann hevði verið
sjúkur. Hann hevur heldur ongan
tíð stúrt fyri úrslitunum av teim
um mongu skanningunum og
blóðroyndunum, sum hann tikið
í sambandi við eftirlitskanningar
í nógv ár, eftir at hann var blivin
frískur.
Hann greiðir frá, at hann minn
ist bara kensluna av, hvussu tað
var, tá hann var sjúkur. Kortini
rakar tað hann øgiliga meint, tá
hann hoyrir um onnur, sum fáa
krabbamein.
– Sjálvt um eg bara minnist
kensluna av at vera sjúkur, so veit
eg sjálvandi, at tað var øgiliga hart.
Tað er helst tí, at eg verið so meint
raktur, tá eg frætti um onnur, sum
fáa krabbamein. Serliga, um tað er
eitt barn, greiðir ungi kvívíkingurin
frá.
Ikki súkklað í næstan 20 ár
Tá Magnus á heysti í fjør fekk boð
um, at hann var sloppin á føroyska
Rynkeby-liðið, keypti hann bein
anvegin súkkluna hjá einum, sum
súkklaði við Rynkeby í fjør.
– Eg skinklaði nakað illa at
byrja við. Og at súkkla skjótt og
tætt saman fekk sveittan fram,
sigur Magnus, sum ikki hevði sitið
á einari súkklu, síðani hann var 12
ára gamal, og heldur ongantíð legði
nakað í at hava flotta súkklu sum
smádrongur.
– At súkkla á vegnum, meðan
bilar, sum ikki allir eru so raskir at
halda frástøðu, súsa framvið, og at
sleppa bremsunum í undanbrekku,
er ikki so tespiligt. Men eftir eina
tíð, so verður kapping um at
súkkla skjótast í undanbrekku, og
ein verður púra bitin av tí, sigur
Magnus, sum eisini heldur, at sam
anhaldið millum súkklararnar er
so einastandandi gott.
– Sjálvt tað at ganga til spinning
verður stuttligt, tí samanhaldið er
so ótrúliga gott, sigur Magnus, sum
als ikki hevði væntað, at hann fór
at tíma at súkkla, tá hann byrjaði
at venja við Rynkeby.
– Men eg eri blivin fullkomiliga
bitin av tí, sigur Magnus, sum hó
ast hann ikki enn hevur roynt
at súkkla til París, longu hevur
avgjørt, at hann fer at søkja um at
sleppa við aftur næsta ár.
Verður ikki niðurlagt
Hann er eisini púra avgjørdur um,
at hann fer at halda fram at súkkla,
sama um hann sleppur við aftur á
Rynkeby-liðið næsta ár.
– Hetta verður ikki niðurlagt.
Sleppi eg ikki við aftur, so fari eg at
súkkla sjálvur, sigur Magnus, sum
heldur, at tað besta við súkklingini
er, at meðan hann súkklar, hugsar
hann ikki um nakað annað.
– Eg kann brúka fleiri tímar til
at súkkla. Eg fari einsmallur avstað
tíðliga um morgunin og súkkli í
einar fýra-fimm tímar. Tá hugsi eg
einki, og høvdið er púra tømt. Tað
er hasari kensluni av, at ein ikki
hugsar, sum ein verður bundin av,
sigur Magnus, sum eisini dámar
sera væl at súkkla saman við hin
um súkklarunum.
– At súkkla saman við hinum
er minst líka so gott sum at súkkla
einsamallur. Tað er bara heilt hvør
sítt, greiðir hann frá og leggur aft
urat, at millum luttakararnar á
føroyska Rynkeby-liðnum í ár er
Kathrina Lindenskov Holm, sum
var sjúkrasystir á Ríkissjúkrahús
inum, tá hann var innlagdur har.
– Hon arbeiddi á krabbameins
deildini, har eg var innlagdur í 1996,
og vit vóru nógv saman tá, sigur
Magnus, sum er sera spentur, nú
ferðin til París er byrjað, og eisini
ætlar sær við aftur næsta ár.
Umsóknin um at koma á liðið í
2019 er ikki skrivað enn, men hon
er ávegis.
– Eg skal kanska fyrst koma
til París. Men um tað stendur til
mín, so er hetta ikki síðstu ferð,
at eg súkkli við Rynkeby, sigur 31
ára gamli kvívíkingurin Magnus F.
Joensen.