Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018 SOSIALURIN 73 9 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum JÁKUP SUNI LAURITSEN fyrrverandi borgarstjóri og nevndarformaður fyri SEV-stýrið. ”Mín greiða fatan er, at brúkarin tekur alternativar grønar orkuloysnir til sín í somu løtu, sum tær gerast bíligari enn verandi orkuveitingar. At tað almenna stuðlar borgarum at nýta dýrar grønar loysnir, er ikki leiðin fram. Tí borgarin velur ta orkuloysnina, sum loysir seg best fíggjarliga. Tey, sum brúka dýrari grøna orku av hugsjónarligum orsøkum, eru bara tey fáu, sum hava ráð at vera hugsjónarlig. Tey flestu hava ikki ráð at brúka dýra grøna orku av hugsjónarligum orsøkum. Tí má ein orkuumskipan fyrst av øllum vera bíligari fyri brúkaran. Tað er stóra avbjóðingin í orkupolitikkinum.” Í politisku ætlanini at fáa føroyingar at leggja um til grøna orku, eigur brúkarin at hava hægstu raðfesting. Tað merkir, at ein orkupolitikkurin skal snúgva seg um at menna orkuloysnir, sum eru bíligari fyri brúkaran. Føroyar munnu vera millum heimsins orkuríkastu lond. Vit hava alt slag av orkukeldum. Mong og høg fjøll, nógv regn, vind, sól, sjóvarfall og skjótt eisini biogass. Her eigur at bera til at gera alla hesa orku um til hita og streym. Nógv initiativ eru í Føroyum og um allan heim at finna betri, bíligari og tryggari orkukeldur. Við øllum orkumøguleikum, sum finnast bara her á landi, eiga Føroyar um fá ár at kunna sleppa undan at brúka fossila orku. Tað almenna eigur at stuðla royndum og framtøkum, sum hava til endamáls at rudda slóð fyri nýggjum og grønari orkuloysnum. Borgarin hevur áhuga í veitingartrygdini og prísstøðinum. Tí nyttar lítið at menna orkuloysnir, sum tyngja um fíggjarligu byrðarnar heldur enn at lætta um. Miðflokkurin er á grønu kósini. Men fyri brúkaran mugu og skulu alternativar orkuloysnir vera so góðar, at brúkarin sjálvboðin leggur um til grøna orku. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Miðflokkurin á grønu kósini Vangamynd TEAM RYNKEBY Team Rynkeby er eitt vælgerðarsúkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna pening til børn við lívshættisligum sjúkum og til familjur teirra. Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá 11 motiónssúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París fyri at síggja endan á víðagitnu súkklukappingini Tour de France. Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á hesari ferð, og onnur virki lótu eisini stuðul. Fyrsta Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at 30.000 krónur lupu av, tá liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni. Bólkurin valdi at lata peningin til barnakrabbadeildina á Odense Universitetssjúkrahúsi. Soleiðis byrjaði hendan siðvenjan. Team Rynkeby fevnir nú um 1.900 súkklarar og 458 hjálparfólk á 48 liðnum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi. Síðani 2002 hevur Team Rynkeby savnað slakar 275 milliónir krónur til norðurlendskar felagsskapir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum. TEAM RYNKEBY FØROYAR Føroyska Rynkeby-liðið varð sett á stovn í 2013. Árið eftir súkklaði fyrsta føroyska liðið til París, og síðani hava føroysk Rynkeby-lið súkklað til París á hvørjum ári. Higartil hevur Team Rynkeby Føroyar savna omanfyri fýra milliónir krónur, sum eru farnar í ein grunn, sum Krabbameinsfelagið umsitur. Peningurin kann bara brúkast til at hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum og familjum teirra. 80 prosent fara til gransking, og 20 prosent til at hjálpa børnum og familjum teirra við einum hvørjum, ið tey kunnu hava tørv á. Ein lítil upphædd verður eisini latin danska Børnecancerfonden, so føroysk børn, ið koma til Danmarkar, kunnu fáa gleði av tilboðunum, sum Børnecancerfonden hevur til børn við krabbameini og til familjur teirra. Samanumtikið verður peningurin brúktur til føroysk børn. Hann verður latin til gransking í Føroyum ella til gransking, sum føroyingar gera, ella til at hjálpa føroyskum børnum og familjum teirra. fyrrapartin í gjár. Súkklað varð til Havnar, har súkklararnir fóru umborð á Norrønu, sum fór av Havnini í nátt. Ragnar Isaksen, sum hevur álvarsligu, kronisku sjúkuna cystiska fibrosu, er milum teir 49 súkklararnar. Ragnar, ið er við fyri fyrstu ferð, søkti fyrst og fremst um at sleppa við Rynkeby, tí hann fegin vil vera við til at savna pening til illa sjúk børn og til familjur teirra. Hann kennir tað eisini sum um, at hann er eitt umboð fyri tey, tí hann hevur sjálvur álvarsliga sjúku. Tann nógva venjingin hevur hava ómetaliga góða ávirkan á heilsu­støð­una hjá Ragnari, sum sigur, at Team Rynke­by hevur bjargað honum burtur úr dag­ligari pínu og møði. Ein annar súkklari, sum er við fyri fyrstu ferð, er Emily á Reynatrøð. Tá hon hoyrdi um Rynkeby fyrstu ferð í 2013, hugsaði hon, at hon vildi við ein túr til París. Hon søkti í 2016, men slapp ikki við tá. Hon sendi aftur umsókn í fjør, og tá riggaði. Hon er ovurfegin um, at hon við at súkkla kann vera við til at savna pening til børn, sum hava lívshættisliga sjúku. Emily vísir eisini á tað góða samanhaldið millum súkklararnar og heldur, at tey eru blivin sum ein familja, sum tey deila bæði sorg og gleði við. Ein av teimum meira royndu Rynkeby- súkklarunum á liðnum í ár er Magnus Magnussen, sum tvær ferðir áður hevur súkklað við Rynkeby til París. Magnus, sum sjálvur hevur verið sjúkur av krabba, sigur, at innsavning til Rynkeby er blivin partur av gerandisdegi og hugsunarhátti hansara. Hann heldur tað vera sera motiverandi, at ein ger okkurt gott fyri seg sjálvan, samstundis sum ein ger okkurt gott fyri onnur. Føroyska Rynkeby-liðið kemur til Hirtshals leygardagin. Haðani verður súkklað til Aalborg. Tann teinurin er einar 80 kilometrar. Næsti teinur, sum er úr Vejen í Jútlandi til danska marknabýin Padborg, verður súkklaður sunnudagin. Tilsamans skal føroyska liðið súkkla einar 1.300 kilometrar. Komið verður til París leygardagin í næstu viku.