hósdagur 28. juni 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018
SOSIALURIN 73
10
Kvinnurnar fingu lægri løn
Inntil fyri fáum mánaðum síðani fingu kvinnurnar, sum arbeiddu á Hvítanesi fyri
I. R. Lastbilar, 20 krónur um tímar minni í løn enn mannligu starvsfelagarnir.
DANJAL AV RANA
T
að vátta fleiri lastbila
førarar, sum Sosialurin
hevur tosað við. Sein
asta fríggjadag skrivaði
Sosialurin um arbeiðsviðurskift
ini hjá lastbilaførarunum, sum
arbeiða í Eysturoyartunlinum. I. R.
Lastbilar er undirveitari hjá NCC,
og tekur sær av arbeiðinum at
flyta grót úr tunlinum inn á Sund.
Lastbilaførararnir vístu á fleiri
viðurskifti, sum ikki vóru í lagi á
arbeiðsplássinum. Teir høvdu
einki setanarskriv, teir koyrdu
ofta heilt upp í 23 tímar um døgnið
og ofta var trygdarútgerðin ikki í
lagi.
Fríggjadagin segði stjórin,
Rasmus Rasmussen, at øll viður
skiftini vóru í lagi, kanska var onk
ur, sum nýliga var byrjaður, sum
ikki hevði fingið setanarskriv, men
annars var alt, sum tað skuldi vera.
Sosialurin hevur fingið upplýst
frá fólki, sum arbeiðir hjá I. R.
Lastbilum, at fleiri hava fingið set
anarskriv bjóðað í hesi vikuni. Her
er talan um fólk, sum hava arbeitt
hjá I. R. Lastbilar í fleiri mánaðir.
Í hesi vikuni hevur Sosialurin
so fingið váttað, at kvinnurnar hjá
I. R. Lastbilum fingu 152 krónur
um tíman í løn, meðan menninir
fingu 175 krónur um tíman.
- Tá vit varnaðust hetta, gjørdu
vit vrøvl og søgdu við kvinnurnar,
at hesum skuldu tær ikki finna
seg í. Tá bleiv lønin hjá teimum
hækkað til 172 krónur um tíman,
siga lastbilaførararnir.
Ein kvinnuligur lastbilaførari
váttar søguna fyri Sosialinum.
Hon arbeiddi hjá I. R. Lastbilum í
nakrar mánaðir, men gavst vegna
vánaligu umstøðurnar. Heldur
ikki hon fekk nakað setanarskriv.
- Einki kann vera verri enn at
arbeiða har, sigur hon við Sosialin.
Hon váttar annars somu søgu,
sum hinir lastbilaførararnir,
blaðið hevur tosað við.
- Eg koyrdi onkrar vaktir frá
seks á morgni til midnátt. So bleiv
eg vakt aftur klokkan fýra og biðin
um at koma aftur til arbeiðis. Tá
koyrdi eg frá fimm á morgni til út
á næstu nátt aftur, sigur hon.
Hetta er sama søga, sum last
bilaførararnir søgdu í síðstu viku.
Onkrir teirra gramdu seg um, at
arbeiðstíðin ofta lá um 18 tímar.
- Tað sigur seg sjálvt, at slíkt
ikki er trygt. Útlúgvaðir bilførarar
koyra tunga ferðslu á einum sera
nógv trafikeraðum vegi. Tað
kemur meir enn so fyri, at lastirn
ar eru yvirfyltar og at grót dettur
úr bilunum, sigur hon.
Greinin seinasta vikuskifti hev
ur eftir øllum at døma skumpa
undir okkurt í fyritøkuni, tí sam
bært keldum hjá Sosialinum hava
fleiri lastbilaførarar fingið setan
arskriv bjóðað í hesi vikuni.